týsdagur 11. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
arnir altíð hava fingið ta
viðurkenning, sum teir
hava uppiborið fyri tað
framúr arbeiði, sum teir
hava gjørt. Ofta verður
fokus flutt á tey skeivu
tingini í spælinum, eins og
fólk hava hug at síggja
burtur frá, hvørjar fortreyt-
irnar hjá føroyska landslið-
num eru. Her haldi eg, at
føroysku miðlarnir ikki
altíð hava havt nóg gott
samband við veruleikan.
- Samstundis eru fleiri,
sum koma við nøkrum heilt
órealistiskum boðum um,
hvussu tingini eiga at verða
gjørd. Men tá tú so tosar
við útlendskar venjarar,
sum hava sæð okkara dystir
- eitt nú Arsene Wenger og
Brian Kerr - so halda hesir,
at vit royna at spæla posi-
tivan fótbólt. Og so kann eg
gott liva við, at tað eru
nakrir av skrivandi miðlun-
um og okkurt lesarabræv,
sum hevur eina aðra fatan.
Men alt hetta hongur
kanska eisini saman við, at
vit bara eru 48.000 fólk í
hesum lítla samfelagnum?
- Ja. Tað er jú soleiðis, at
øll kenna øll, og tað kann
skapa eina rúgvu av tutli
um ymisk mál. T.d. eisini
málið um Toda. Eg hevði jú
sagt, at eg skuldi hava Toda
aftur á liðið, men tá hann
endiliga var tøkur, so helt
eg ikki, at hann var nóg væl
fyri. Eg veit væl, at hann
helt seg vera nóg væl fyri,
men eg hevði eina aðra
fatan.
- Men fyri meg var kjarn-
in í øllum tí málinum, at
Todi kom aftur á landsliðið,
og eg eri glaður um tað
tíðina, sum eg kundi hava
hann á landsliðnum. So fáa
vit at síggja, um tað verður
til meira landsliðsfótbólt
hjá honum næsta ár, men eg
lovaði at fáa hann aftur á
landsliðið, og tað lyftið helt
eg, sigur Henrik.
Ættarliðsskifti
Eitt annað av lyftunum,
sum Henrik gav á sinni, var
at eitt ættarliðsskifti skuldi
gerast
á
landsliðnum.
Navnabrøvini hjá fleiri
spælarum vóru snøgt sagt
ov gomul, og tí roknaði
hann við, at hetta fór at
verða neyðugt.
- Tað hevur so gingið
hampuliga skjótt eisini.
Ikki bara tí nýggir mans
hava trokað seg framat,
men eisini tí fleiri av teim-
um royndu hava sagt stopp
so hvørt. Tað hevur so givið
fleiri ungum spælarum
møguleikan, og eg haldi, at
tað hevur eydnast væl at fáa
teir inn á liðið. Men hyggur
tú at liðnum, so er kortini
ein bulur av spælarum, sum
hava verið við allan vegin,
og so hava vit nógvar aðrar,
sum eru í landsliðsmyndini,
uttan at vera heilt fastir. Tað
haldi eg eisini vera rætti
mátin, tí so hevur tú aloftast
avloysaran
klára,
tann
dagin tørvur er á honum.
- Og tað helt eg eisini, at
dysturin í gjár prógvaði.
Súni, Todi og Jákup vóru
allir skaddir, og vit hava so
eisini mist John Petersen og
Pól Thorsteinsson hetta
seinasta árið, og tað setir
stór krøv til avloysararnar,
tá so er.
Haldið fram á leiðini
Tá tosið fellur inn á fram-
tíðina hjá føroyskum fót-
bólti, so heldur Henrik, at
tað fyrst og fremst ræður
um at halda fram við ar-
beiðinum, sum er sett
ígongd.
- Tað ræður um at spæla
fótbólt og at læra at spæla
fram eftir vøllinum. Sjálv-
andi skalt tú hava góðar
verjuspælarar,
men
tú
vinnur altso ikki ein dyst
við at standa 90 minuttir í
verjustøðu, fyri so at fáa ein
einstakan kontramøguleika.
- Eg haldi eisini, at spæl-
arunum hevur dámt at spælt
upp á tann mátan, sum vit
hava roynt. Vit hava skapt
eina rúgvu av møguleikum
í ymsu dystunum, og tað
haldi eg vera positivt.
Eisini hóast fleiri mál fóru
ígjøgnum í hinum end-
anum.
Tosar tú við spælarar og
fólk kring landsliðið, so
sigst ein av stóru broyting-
um vera, at tú hevur givið
nógv størri frælsi til tann
einstaka. Hevur hetta eisini
nakað við menningina at
gera?
- Mín fatan er bara so, at
vit hava alla tíðina við
menniskju at gera. Tú kanst
ikki fara við hvørki spælar-
um ella øðrum sum smáar
nikkudukkur, sum bara
skulu siga ja og amen.
Tvørtur ímóti, so haldi eg
tað vera sunt, um vit kunnu
diskutera nøkur ting, so-
leiðis at tú meira úr hvørj-
um einstøkum. Tú kanst jú
ikki fara eins við øllum, so
ein javnvág skal finnast.
Og hana haldi eg, at vit
hava funnið.
Og so leggur venjarin
afturat, at hann eisini hevur
lært nógv at vera føroysku
landsliðsvenjari.
- Heilt avgjørt. Og serliga
haldi eg, at spælararnir
hava gjørt tað lætt at vera
venjari. Teir hava ein fram-
úr hugburð, og vit hava
hvørja ferð havt nakrar
fínar venjingar.
- Hartil havi eg so eisini
havt Jógvan Martin, sum er
ein framúr venjari, afturat
mær. Hann kennir hvønn
einstakan spælara væl, og
er taktist væl fyri, so eisini
hann hevur lært meg eina
rúgvu. So alt í alt, so havi
eg verið væl nøgdur, haldi
eg.
At enda. Hvussu sær
framtíðin hjá Henrik Lar-
sen út, nú tú gevst sum før-
oysku landsliðsvenjari?
- Eg vóni sjálvandi, at eg
verði venjari onkrastaðni.
Akkurát hvar tað verður,
dugi eg ikki at siga her og
nú, men ætlanin er so, at eg
skal halda fram í venjara-
yrkinum, staðfestir Henrik
Larsen at enda.
Nr. 193 - 11. oktober 2005
21
Fróði um Henrik:
Ein góður
persónur
Fróði
Benjaminsen.
Fastur maður á før-
oyska miðvøllinum, og
í nógvar miðvallar-
dynamo'in í føroyska
spælinum:
- Venjarar eru altíð
ymiskir, men eg haldi
Henrik hevur verið ein
øgiliga góður persón-
ur, tá tað ræður um
samanhald í hópinum.
Har var Allan Simon-
sen nógv meira bundin
at reglum um, hvussu
alt skuldi ganga fyri
seg. Har hevur Henrik
ikki gingið eins høgt
upp í tað siðbundna.
- Sum spælari vilt tú
heldur ikki hava, at alt
skal vera so øgiliga
strangt, og tí haldi eg,
at hetta hevur verið ein
øgiliga positivur egin-
leiki hjá Henrik.
- Og tað sama hevur
verið galdandi á vøll-
inum. Her hava vit
fingið
nógv
størri
frælsi til at spæla, og
tað haldi eg eisini hev-
ur givið úrslit.
- So mín niðurstøða
er heilt greitt, at Hen-
rik hevur verið ein
ógvuliga góður per-
sónur at hava við at
gera.
-mørk
Jógvan Martin Olsen
staðfestir, at Henrik
Larsen hevur ment
eitt sera gott saman-
hald í føroysku lands-
liðsleguni. Nú tíðin er
komin at skifta, hevur
toftamaðurin ikki
nøkur greið boð til
eftirmannin, men
hann heldur, at eitt
U-21 landslið er
fremsta fortreytin,
um meira ferð skal
setast á menningina
av føroyskum fótbólti
LANDSLIÐSPRÁT
Jákup Mørk
Hjálparmaðurin hjá Henrik
Larsen hevur alla tíðina
verið Jógvan Martin Olsen.
Hann var eisini hjálpar-
venjari hjá Allani Simonsen
í fleiri ár undan hesum,
men tó leikluturin hjá Jógv-
an Martini á pappírinum
hevur verið tann sami alla
tíðina, so staðfestir hann alt
fyri eitt, at tað hava verið
tveir sera ymiskir venjarar
at arbeiða saman við.
- Allan var øgiliga autori-
terur, og hjá honum kom
disciplin á liðnum í fyrstu
røð, og har hevur Henrik
verið heilt øðrvísi. Hann
hevur lagt nógv størri dent
á sosialu virðini á liðnum,
og eg haldi eisini, at felags-
skapurin á liðnum er vaksin
nógv, síðani hann kom.
- Hann hevur ikki verið
so neyvur við, akkurát nær
hvíld og annað er á skránni,
og eisini hevur hann tosað
meira við einstøku spælar-
arnar, har Allan kanska í
størri mun tosaði til teir.
Men eg haldi samstundis,
at báðir hava verið sera
góðir persónar at fingist
við.
At síggja til, so tóktist tín
leiklutur eisini at vaksa, tá
Henrik varð settur. Er tað
nakað, sum tú eisini hevur
merkt soleiðis?
- Tað var eisini nakað,
sum eg gjørdi greitt, at
áðrenn
samstarvið
við
Henrik byrjaði. Tú skalt
hugsa um, at eg var øgiliga
nýggjur í venjarastarvinum
fyrstu árini undir Allan. Eg
hevði í tvey ár roynt meg
sum venjara hjá LÍF, og tað
vóru so mínar royndir.
- Eftir fýra ár við Allan
helt eg tó sjálvur, at eg
hevði fingið nakrar royndir,
og Henrik góðtók eisini alt
fyri eitt, at vit báðir høvdu
eitt greitt arbeiðsbýti.
Heldur ikki fram sum
hjálparvenjari
Frá spælarunum ljóðar, at
ein tann fremsti eginleikin
hjá Henrik hevur verið, at
hann hevur givið spælarun-
um eitt nógv størri frælsi.
Frælsi undir ábyrgd, sum
eisini hevur ment einstøku
spælararnar. Ert Jógvan
Martin samdur í, at hetta
hevur verið ein av lyklun-
um í menningini av lið-
num?
- Tónin í landsliðsleguni
hevur verið ein heilt annar
hesa tíðina. Eg veit væl, at
tapið í Sveis tók sera fast
hjá Henrik, men tónin
millum spælarar og leiðarar
hevur alla tíðina verið
ótrúliga góður, og tað hevur
verið við til at framt eina
stóra menning.
Nú hevur tú í átta ár verið
hjálparvenjari. Er tað so-
leiðis, at tú nú gongur við
einum lítlum landsliðsvenj-
ara í búkinum?
- Tað havi eg sum so onga
viðmerking til. Men eg
haldi, at fólk eiga at skilja,
at eftir so drúgva tíð sum
hjálparvenjari, so havi eg
ikki hug at halda fram í tí
leiklutinum í øllum førum,
slær Jógvan Martin fast.
At enda. Hvørjir lutir
heldur tú vera teir týdning-
armestu at fáa í rættlag, nú
ein nýggjur landsliðsvenj-
ari skal setast. Og hvussu
kunnu vit á besta hátt
menna føroyskan fótbólt
framyvir?
- Har eru nógvir lutir,
sum eg haldi eiga at verða
viðgjørdir, soleiðis at per-
spektivið við landsliðsar-
beiðinum verður greiðari.
- Tað ræður um at seta
fokus á føroyskan fótbólt
sum heild, og her er ein
spurningur, um tað er nøkt-
andi, at gloppið millum U-
19 og A-landsliðið er
somikið stórt. Um tíðin ikki
er komin til at fáa eitt U-21
landslið, tí tað vildi hildið
einstøku spælarunum í
landsliðsskipanini
nógv
longri. Í dag kanst tú gott
hava ein spælara, sum hev-
ur eini 25 altjóða dystir
fram til U-19 støði, men
eftir hetta kunnu so ganga
fleiri ár, har ongar slíkar
uppgávur eru á skránni, og
tað er alt ov long tíð. Gam-
an í hava vit sæð, at ein-
stakir spælarar eru komnir
blaðungir inn á A-lands-
liðið, men við einum U-21
landsliði rokni eg við, at vit
høvdu sæð fleiri gjørt hetta
lopið í einum ungum aldri.
Jógvan Martin gevst sum hjálparvenjari
ki altíð verið rættvísur
n heldur ikki, at kritikkurin móti landsliðnum altíð hevur verið so
ur. Menningin hevur verið støðug, og Føroyar kunnu koma enn
ldið verður fram við somu kós, heldur hann