Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 193 - 11. oktober 2005 Føroyar hildu Ísrael frá málinum í 90 minuttir, og vit høvdu eisini seinasta orðið í dystinum. Bert spell, at ísrael kortini skuldi skora í 1. og 92. minutti. Men tað skerst ikki burtur, at dysturin var eitt gott prógv um, at Henrik Larsen hevur havt eina hepna hond í framda ættarliðsskift- inum á landsliðnum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tel Aviv, Ísrael: Hóast tal- an enn eina ferð gjørdist um eitt av teimum so væl kendu heiðurligu tapunum, so fekk føroyska fótbólts- landsliðið sett eitt hampu- liga pent punktum fyri hesi undankappingini. Og fyri tíðarskeiðinum hjá Henrik Larsen sum føroyskum landsliðsvenjara. Katastrofalt Tað var annars ikki tað, sum lá í kortunum, tá dyst- urin byrjaði. Einans 50 sekund vóru farin, tá Jákup Mikkelsen framdi ein av størstu brølarunum, sum hann man hava framt øll tey árini, sum hann hevur verið málverji. Talan tóktist vera um vandaleysa støðu, tá Jón Rói Jacobsen legði aft- ur til málverjan, men av einhvørjari orsøk, so tamdi Jákup bóltin beina leið til Yossi Benayoun, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar við at senda bóltin í tóma málið. Hetta kundi verið start- skotið hjá Ísrael, sum helst skuldi vinna ein trivaligan sigur, um teir skuldu standa seg í HM-undankappingini. Og ivaleyst kundi hetta eisini skelka føroyingarnir, sum vóru so langt heiman- ífrá, sum teir nakran tíð hava verið. Og tá Johan Byrial Hansen eftir stutta tíð skaddur noyddist av vøllinum, sá einki serligt út. Men tað var ikki tann snaringin, sum dysturin tók. Ein blanding av før- oyskum treiskni og - kanska - ísraelskum lætt- sinni gjørdi, at Føroyar ístaðin komu væl við í dystin. Fyrstu løtuna eftir málið var kanska eitt sindur nervakent frá okkara síðu, men hampuliga skjótt komu okkara heilt væl inn í dystin. Orsøkirnar til hetta vóru helst fleiri. Ein var heilt klárt, at Ísrael ikki hevur eitt lið, har spælararnir eru vanir við at vera teir, sum skulu skapa dystin og trýsta mótstøðuna. Gaman í var talan um offensivt útgangs- støði við eini 4-3-3, men uppstillingin fekk ongantíð ætlaðu effektina. Tí meðan álopið og partur av mið- vøllinum royndu at trýsta, var hin helvtin av liðnum meira ella minni í verju- støðu, og tí fekst ikki nakað skipað trýst móti føroyska liðnum. Og hartil, so dugdu okk- ara eisini at gera sær dælt, tá teir brádliga komu eftir, at teir fingu bæði tíð og pláss at spæla á miðvøllin- um. Áttu at javna Ikki minst gav hetta sein- asta úrslit, tá føroysku spælararnir royndu at halda bóltinum í egnari røð, fyri síðani at spæla djúpt inn um ísraelsku verjuna, sum í fleiri førum var púrasta uttan javnvág, tá roynt varð at trýsta spælið niðaneftir. Í mun til fleiri av stóru tjóðunum, sum vit so ofta takast við, so høvdu ísraels- menn ikki so øgiliga stórar fyrimunir í skjótleikanum. Og tvær ferðir varð hetta eisini prógvað, tá Rógvi Ja- cobsen varð spældur leysur inn um verjuna. Fyrru ferð- ina varð talan tó um eina dribling ov nógv, tá Rógvi vildi hava bóltin yvir á vinstra bein, heldur enn at royna seg við kalda høgraf- ótinum. Og seinnu ferðina skeyt hann beint í krovið á málverjanum, eftir at hava strítt seg fram í brotsteigin. Var talan um eitt land við kaldari veðurlagi, so kundi føroyska yvirvágin kanska eisini verðið enn størri, men seinastu løtuna undan steðginum tóktist, sum vóru kreftirnar hjá okkara um at ganga undan. Gaman í varð spælt á kvøldi, so- leiðis at hitin ikki var heilt so ógvusligur, sum hann var um dagin, men fram- vegis vóru eini 25 hitastig, og luftin var sera tung hjá okkara spælarum. Og tað var eisini sjónligt, at hetta er nakað, sum ísraelar eru vanir við. Eins og balkan-londini hava sín serliga spælistíl, og ferðin í longum løtum er lá, fyri síðani at økjast ógvusliga. Hjá Ísrael kom hendan løt- an seinastu 8-10 minuttir- nar undan steðginum, og vórðu okkara í longum løt- um kroystir langt aftur á vøllin. Jákup Mikkelsen mátti eisini sýna síni kynst- ur fram, tá hann bjargaði frá leysa Benayoun, men í aðrar mátar var tó merki- liga sjáldan, at føroyski málverjin mátti vísa síni kynstur. Møguleikarnar høvdu vertirnir annars, men alt ov ofta varð skotið og stútað fram við málinum. Ótrúligt mál Eftir steðgin tóktist greitt, at ísraelar høvdu fingið av at vita frá venjara sínum. Í øllum førum løgdu teir øgiliga hart út, og fyrsta lítla korterið var aftur eitt langt álop. Føroyski múrurin stóð tó royndina, og so líðandi kom aftur glið í føroyska spælið. Kanska ikki heilt so gott, sum tað var fyri steðgin, men vit vóru kortini aftur væl við. Ikki minst riggaði miðvøllurin við Fróða og - serstakliga - Inga framúr, og millum miðvøll og álop var Rógvi góð sambinding. Vandamestu støðurnar komu tó í høgru, har Christian Høgni Jacobsen var ein støðug hóttan móti verjuni. Fleiri ferðir bjóð- aði hann við hepni av móti beinleiðis mótstøðumann- inum, og vóru innleggini nakað neyvari ella kanska Ísrael-Føroyar 2-1 (1-0): Henrik stóð fráfaringarroy