týsdagur 11. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 11. oktober 2005
23
harðari, so kundi okkurt
eisini spurst burtur úr hes-
um.
Mál komu tó ikki, og
spakuliga fóru føroyingar-
nir av álvara at møðast.
Mongu hitastigini og til
tíðir høga leikferðin hevði
at kalla mergsoðið allan
mátt úr okkara monnum, og
fyri tað nógva tóktist tað
bara vera ein spurningur
um tíð, áðrenn leiðslan varð
økt. Og tíðin til hetta var í
yvirtíðini. Føroyingarnir
megnaðu ikki at rudda
burtur, og tá Benayoun,
sum aftur hesa ferð var
besti maður á vøllinum, í
aðru atløgu legði innfyri,
kundi innskifti Michael
Zandberg
prika
bóltin
millum beinini á Jákupi
Mikkelsen.
Tað líktist aftur eitt av
teimum so væl kendu
heiðurligu tapunum, og tað
bleiv tað sum so eisini.
Men føroyingarnir syrgdu
tó fyri, at tapið varð enn
meira heiðurligt, og at
Henrik Larsen loksins fekk
orsøk at fegnast um eitt
mál. Eftir at hava givið
bóltin upp, sendi Ingi Høj-
sted langt fram til Símun
Samuelsen.
Hann
var
staddur langt úti í borð-
inum, men tá eingin spælari
var komin niðan í brots-
teigin, langaði vágbingurin
bara til við uttaru-síðuni,
soleiðis at bólturin skrúvaði
móti nærmasta horninum,
har málverjin bert megnaði
at skumpa hann seinasta
pettið í netið.
Breiddin er styrkt
Saman um tikið gjørdist
talan soleiðis um eitt
hampuliga gott farvæl til
landsliðsvenjaran seinastu
trý árini, og sjálvur kundi
hann helst eisini staðfesta,
at framda arbeiðið hevur
verið á eini leið.
Ikki minst, tá hugsað
verður um, hvussu fráveru-
listin undan dystinum í Tel
Aviv sá út. Todi Jónsson,
Súni Olsen og Jákup á Borg
eru allir meira ella minni
berandi spælarar á liðnum,
men hvørgin teirra var hesa
ferð við. Hartil kann so
leggjast, at eitt nú John
Petersen og Pól Thorsteins-
son nú hava biðið lands-
liðnum farvæl, meðan Juli-
an Johnsson er langtíðar-
skaddur. Tað vil við øðrum
orðum siga, at av føstu
spælarunum fyri bara ein-
um ári síðani, er góður
helmingur ikki tøkur long-
ur, og tað hevur sett krøv til
nýggju kreftirnar. Og hóast
hesar fyri tað nógva eru
óryndar, so prógvaðu teir -
saman við teimum gomlu -
at knotur eru í føroysku
spælarunum. Og at tað
heldur ikki næstu undan-
kapping verður talan um
nakran lættan dyst, tá Før-
oyar standa hinumegin.
Ísrael-Føroyar 2-1 (1-0)
HM-undankappingardystur á Ramat-Gan Stadion,Tel Aviv
31.500 áskoðarar
1-0:Yossi Benayoun, 1.
2-0: Michael Zandberg, 90.
2-1: Símun Samuelsen, 90.
Ísrael: 1. Nir Davidovic - 2. Alon Harazi, 3.Tal Ben Haim,
6. Adoram Keisi - 10.Walid Badier, 17. Abas Suan (18.
Michael Zandberg, 46.), 8. Avi Nimni (liðformaður) - 20.
Yaniv Katan (7. Pini Balili, 73.), 12. Ormer Golan (14.
Shlomi Arbeitman, 66.), 15.Yossi Benayoun
GK: Pini Balili, 74., Adoram Keisi, 77.
Á beinkinum uttan at koma inn: 22. Ohad Cohen, 5.
Shimon Gershon, 11. Idim Tal, 21. Klemi Saban
Venjari: Avraham Grant
Hjálparvenjari: Moshe Sinai
Málmansvenjari: Alexander Obarov
Fysiskur venjari: Avi Moyal
Lækni: Mark Rosnovsky
Fysioterapeutur: Shmulik Rozenzweig
Liðleiðari: Israel Schuzinski
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen - 3. Mortan úr Hørg, 13. Óli
Johannesen (liðformaður), 5. Jón Rói Jacobsen, 4. Johan
Byrial Hansen (2. Atli Danielsen, 15.) - 7. Fróði
Benjaminsen - 9. Christian Høgni Jacobsen (Símun
Samuelsen, 80.), 14. Ingi Højsted, 6. Rógvi Jacobsen, 10.
Claus Bech Jørgensen - 11. Andrew av Fløtum (12.
Jónhard Fredriksberg, 66.)
GK: Fróði Benjaminsen, 40., Ingi Højsted, 68., Óli
Johannesen, 71., Atli Danielsen, 76.
Á beinkinum uttan at koma inn: 16. Jens Martin
Knudsen, 8. Heðin á Lakjuni, 27. Pauli G. Hansen, 18.
Bergur Midjord
Venjari: Henrik Larsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Lækni: Jens Pauli Marstein
Fysioterapeutar: Álvur Hansen og Øssur Steinhólm
Liðleiðarar: Birgir Hansen, Per Olsen og Bárður Olsen.
Dómarabólkur úr Eysturríki: Bernhard Brügger,
Norbert Schwab, Andreas Fellinger, Fritz Stuchlik
Dómaraeygleiðari úr Ungarn: Milos Nagy
FIFA-umboðsmaður úr Grikkalandi: Emmanuel
Manos Mavrokoukoulakis
Fakta um dystin
yndina
Tað stóð mangan hart á í
føroysku verjuni, men kortini
hevði Jákup Mikkelsen
merkisvert lítið at gera
Mynd: Reuters