týsdagur 11. oktober 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 193 - 11. oktober 2005
Málverjin
oyðilegði
málið
Símun
Samuelsen,
sum beint fyri dystar-
lok syrgdi fyri, at Før-
oyar hóast alt fingu ein
vakran enda upp á
undankappingina,
mátti eftir hetta hoyra
nógvar
glósur
frá
liðfeløgunum.
Ikki
minst, tí teir flestu
vildu sáa iva um, hvørt
talan var um eitt skot
uppá mál, ella um tað
bert var eitt hálvkiksað
innlegg, sum málverjin
beindi í meskarnar.
Men
sjálvur
var
hann ikki í iva, tá vit
spurdu hann um hetta.
- Tað var eitt skot
upp á mál og ikki nak-
að innlegg. Sjálvandi
var eg heppin, at bólt-
urin fór inn, men tað
skal so eisini til.
Tú hevði kanska
heldur ikki so nógvar
møguleikar at velja í í
hasi støðuni?
- Nei. Bólturin varð
spældur langt fram, og
nart als ikki við hann,
fyrr enn eg skeyt. Eg
sá, at málverjin var í
ferð við at flyta seg
úteftir, tí hann væntaði
eitt innlegg, og so
smekkaði eg til. Eg
royndi eisini at skrúva
hann inn ímóti málin-
um, og tíbetur var
hatta tann eina ferðin
av túsund, at ein slík
roynd eydnast.
So tú ivast ikki í, at
málið skal standa í
tínum navni og ikki
sum sjálvmál?
- Nei, tað geri eg
ikki. Eg eri púrasta
vísur í, at bólturin
hevði farið í málið, um
málverjin ikki hevði
nortið við hann, so í
veruleikanum
oyði-
legði
hann
málið,
segði ein avgjørdur
Símun Samuelsen at
enda.
-mørk
Hepni var kanska við
honum, men Símun
Samuelsen ivaðist ikki í,
at ætlanin var at fáa
mál, tá hann skoraði til
2-1
Sum heild var Rógvi
Jacobsen nøgdur.
Bæði um undankapp-
ingina og um dystin
leygarkvøldið. Men
hann ásannaði, at
hann skuldi fingið
okkurt málið í Tel
Aviv
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Størstu møguleikarnar at
fáa Føroyar aftur í dystin
leygardagin hevði Rógvi
Jacobsen, sum tvær ferðir í
fyrra hálvleiki varð spæld-
ur mest sum púrasta leysur
móti ísraelska málinum.
Hvørga ferðina eydnaðist
tó at senda bóltin í kassan,
og sjálvur ásannaði Rógvi
eisini, at hetta átti at kastað
mál av sær.
- Sjálvandi skuldi eg
skorað, og tað er keðligt, at
tað ikki eydnaðist at fáa
bóltin inn. Fyrru ferðina
royni eg leggja bóltin yvir
til vinstra beinið, men eg
missi eitt fet, og so kemur
málverjin ov nær. Og tað
seinna haldi eg var bara
hepni hjá málverjanum,
sum forðaði fyri, at bólturin
fór inn.
Hóast hann soleiðis iðr-
aði seg um misnýttu møgu-
leikarnar, so skerst ikki
burtur, at Rógvi var millum
teir allar bestu á føroyska
liðnum. Ikki minst tí hann
nú aftur fekk møguleikan
sum sambinding millum
miðvøll og álop.
- Tað er ein leiklutur, sum
eg trívist sera væl í. Tað
hevur eisini riggað væl, tá
vit spæla 4-5-1. Ikki minst
hjá mær, tí eg tá fái meira
pláss, tá eg fari fram,
heldur enn um eg liggi heilt
frammi í eini 4-4-2. Talan
verður ofta um gott pláss
hjá mær at spæla á, tí hinir
ivast, hvør skal taka meg,
og tað vísir seg ofta sum ein
fyrimunur.
Men er tað ikki eitt øgi-
liga stórt arbeiðsøki at
hava, tá tú skalt vera bæði
miðvallari og áleypari. Ikki
minst, tá spælt verður í
slíkum hita, sum tit gjørdu í
gjár?
- Eg var eisini púrasta
ferdigur móti endanum av
dystinum. Talan verður um
nógvar langar túrar, og
serliga í einum slíkum dysti
tekur tað ræðuliga nógva
orku, helt hann.
- Hinvegin verður tað
lættari, tá vit so hava eina
so góða løtu, sum vit høvdu
í fyrra hálvleiki. Tá verður
meira spæl og minni renna-
rí, so á tann hátt hjálpir tað
sera væl, tá vit fáa takið á
dystinum, helt Rógvi Ja-
cobsen at enda.
Sterkur bólkur
Um HM-undankappingina,
sum nú er liðug hjá før-
oyska
liðnum,
heldur
Rógvi, at hendan sum heild
hevur spælt nøktandi av.
- Sjálvandi vildu vit fegn-
ir havt stig í heimadyst-
inum móti Kypros. Tað var
eitt vónbrot, at tað ikki
eydnaðist, men í aðrar
mátar haldi eg ikki, at vit
kundu gjørt tað nógv betri.
Tú skalt hugsa um, at vit
høvdu nøkur sera sterk liði
í okkara bólki, og tað hósk-
ar okkum altso ikki serliga
væl, um mótstøðuliðini
spæla tekniskan fótbólt. Og
tað gera Frakland, Ísrael og
Sveis. Og Írland er jú eisini
eitt sera sterkt mótstøðulið,
so spurningurin er eisini,
hvussu høgt vit yvir høvur
kundu seta vónirnar.
- So mugu vit bara vóna,
at vit til næstu undankapp-
ingina kunnu fáa okkurt
mótstøðulið, sum vit kunnu
taka stig frá, men hinvegin
vóna vit sjálvandi eisini, at
vit fáa okkurt av teimum
heilt stóru liðunum.
Jákup Mikkelsen
ásannaði sjálvandi
stóra brølaran, men
hann legði eina við, at
tað hjá sær bara ráddi
um at gloyma mis-
takið og koma víðari í
dystinum
MÁLMANSDROPP
Jákup Mørk
Hóast tað hjá teimum allar
flestu helst hevði togað
sjálvsálitið nakað langt
niðureftir, so helt Jákup
Mikkelsen ikki, at hann
hevði bestan hug at verða
skiftur út, tá hann longu
eftir 50 sekundum framdi
ein av størstu brølarunum,
sum
royndi
málverjin
nakran tíð hevur gjørt.
- Sjálvandi var eg vón-
brotin, og hetta var so abso-
lutt ikki tað, sum eg hevði
væntað av mær sjálvum.
Men tað er einki at gera við
tað, tá skaðin er hendur. Tú
er noyddur at reisa teg, og
sjálvur haldi eg, at tað er
eitt eyðkenni fyri ein góðan
málverja, at hann megnar at
leggja mistøkini aftur um
seg.
Og tað sá eisini út til, at
liðið sum heild reisti seg
væl hóast katastrofalu byrj-
anina?
- Tað var helst tað, sum
eg óttaðist allarmest. At tað
skuldi ganga útyvir spælið,
soleiðis at menn gjørdust
ótryggir, og til dømis illa
tordu at leggja aftur til mín.
Men tað hendi tíbetur ikki.
- Tvørtur ímóti, so stóðu
vit øgiliga væl á vøllinum,
og trýstið, sum vit høvdu
roknað við fór at koma,
kom ikki av álvara fyri
steðgin. Kanska tí teir
høvdu fingið eina slíka
dreymabyrjan, sum teir ikki
høvdu roknað við.
Og tit høvdu kanska
eisini takið á dystinum eina
góða løtu miðskeiðis í fyrra
hálvleiki?
- Tað gekk øgiliga væl.
Og vit fingu eisini pláss til
at spæla. Teir vóru als ikki
so agressivir, tá teir skuldu
vinna bóltin, og tað hóvaði
okkum sera væl. Somikið
væl, at vit væl kundu javn-
að hesa løtuna.
Kundi ikki henda
Um hendingina sjálva segði
Jákup annars, at hann als
ikki sá Benayoun, sum kom
rennandi ímóti sær.
- Jón Rói leggur aftur, og
tann maðurin, sum var í
hølunum á honum, heldur
fram at renna eftir bóltin-
um. Tí takið eg bóltin við
mær burtur frá honum, og
eg ansaði als ikki, at ein
annar maður var har.
Og hatta er kanska eisini
ein slík hending, sum kem-
ur fyri eina ferð í lívinum?
- Ja. Um eg sá nakiað
tílíkt í sjónvarpinum frá
einum øðrum málverja, so
vildi eg sagt, at hatta ongan
tíð kundi hent fyri meg.
Men tað gjørdi tað kortini.
Tú kanst finna upp á allar
møguligar
umberingar,
men tær eru bara nyttuleys-
ar í slíkum føri.
Hasir skuldu sitið
Noyddur at reisa seg
Jákup Mikkelsen segði eftir
dystin, at tað, sum hann
ræddist mest, var at liðið
kundi farið niður við
høvdinum eftir katastrofalu
byrjanina
Rógvi Jacobsen ásannaði eftir dystin leygarkvøldið, at hann
átti at fingið okkurt málið