týsdagur 11. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 11. oktober 2005
25
Føroyska liðið endaði
HM-undankapping-
ina við einum góðum
avriki í Ísrael. Sjálv-
andi eru altíð lutir,
sum fingurin kann
setast á, men sum
heild var eingin spæl-
ari, sum fall ígjøgnum
í dystinum
SPÆLARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jákup Mikkelsen,
B36 (41 dystir/0 mál)
Fekk ringast hugsandi byrj-
anina, tá hann eftir bara 50
sekundum forerdi vertun-
um fyrsta málið, men
spældi seg tó væl upp.
Hevði í trimum førum stór-
bjargingar, sum forðaðu
einum enn størri tapi, og
spældi sum heild væl í 93
minuttir. Men tað verður
fyrsta málið, sum verður
hangandi í minninum um
dystin.
3. Mortan úr Hørg, VB
(4/0)
Tóktist plasera seg betri á
vøllinum, enn hann hevur
gjørt í undanfarnu dystun-
um, og tí varð hann ikki
eins
ofta
yvirspældur.
Hevði tó nakrar ferðir lyndi
at selja seg, tá mótstøðu-
menn bjóðaðu av, men
stríddist allan dystin á tamb
fyrimyndarligt.
4. Johan Byrial Han-
sen, AC Horsens (15/0)
Fekk mest sum alt fyri eitt
ein snudd í beinið, og mátti
geva plássið til Atla Daniel-
sen. Stutta tíðin á vøllinum
ger, at avrikið illa kann
metast.
5. Jón Rói Jacobsen,
Frem (25/0)
Var saman við Óla Jo-
hannesen í føroysku mið-
verjuni, sum aftur hesa ferð
tóktist
rættiliga
sterk.
Hevði tó afturleggingina,
sum kostaði fyrsta málið,
men tað er helst ikki nakað,
sum Jón Rói skal lastast
fyri. Tykist enn ikki vera
heilt so tryggur í avspæl-
inum, sum hann hevur
verið, men í luftspælinum
er hann vorðin ein alt meira
týðandi brikkur í føroyska
spælinum.
6. Rógvi Jacobsen,
SønderjyskE (36/6)
Á dú, á dú. Tvær ferðir
hevði Rógvi gyltan møgu-
leika at javna, men hetta
eydnaðist tíverri ikki. Var
tó avgjørt ein av bestu
føroysku spælarunum, og
hóast sera stórt arbeiðsøki,
so megnaði hann væl at
binda miðvøll og álop sam-
an. Er hartil so krútsterkur í
luftspælinum, at hann altíð
er eitt av vandamestu vápn-
unum, tá Føroyar spæla.
7. Fróði Benjaminsen,
B36 (35/2)
Var saman við Inga Højsted
á sentrala miðvøllinum, og
sum heild má sigast, at
talan var um ein av bestu
landsdystunum hjá Fróða í
langa tíð. Vann hópin av
bóltum á miðvøllinum, og
megnaði aloftast eisini at
spæla hesar skilagott víð-
ari. Eisini hóast tað enn er
rúm
fyri
framrættaða
driv'inum í spælinum, sum
hann áður hevur sýnt á
landsliðnum. Hevði hartil
eisini tvær royndir móti
málinum, harav serliga tann
seinna gav málverjanum
trupulleikar.
9. Christian Høgni
Jacobsen, NSÍ (25/2)
Var rættiliga framrættaður á
kantinum, og við í nógvum
av tí, sum føroyska liðið
skapti.
Tordi eisini væl at bjóða
av ein móti einum, og fleiri
ferðir eydnaðist eisini at
koma fram við mótstøðu-
manninum.
Innleggini
kundu tó verið bæði hvass-
ari og harðari, men sum
heild var Christian Høgni
avgjørt ein av fremstu før-
oysku spælarunum.
10. Claus Bech
Jørgensen, Coventry
CFC (9/1)
Var aftur hesa ferð á vinstra
borði, og royndi støðugt at
skapa nøkur gjøgnumbrot í
síni síðu. Hetta eydnaðist tó
ikki eins ofta, sum vit eru
von við, men við góða
spælskilinum var Claus
kortini ein av teimum, sum
føroyska spælið ofta snar-
aði um.
11. Andrew av Fløtum,
Fremad Amager (22/1)
Stríddist væl í til tíðir
troystarsleysa leiklitinum
sum fremsti maður. Var
einar tvær ferðir um at
koma í skotstøðu, uttan at
hetta tó eydnaðist. Sum
heild má sigast, at hann
stóð royndina hampuliga
væl, og ikki minst telur
eginleikin at halda upp á
bóltin rætta vegin.
13. Óli Johannesen,
TB (76/1)
Skiparin á føroysku lands-
liðsskútuni sýndi enn eina-
ferð, at hann so ruddiliga
eigur plássið í miðverjuni.
Var aloftast sera tryggur, tá
bóltar skuldu vinnast, og
eisini í nærdystinum sýndi
hann likamliga styrki, sum
ísraelar ikki høvdu møgu-
leika at matcha.
14. Ingi Højsted, B36
(4/0)
Var ein av allar bestu før-
oysku
spælarunum,
og
spældi seg hesa ferð meira
ella minni til sjálvskrivað
pláss á landsliðsmiðvøll-
inum. Góða spælskiliði ger,
at hann ofta er tann, sum er
byrjanin til føroysk álop, og
hóast lítil av vøkstri, so var
hann maðurin, sum aloftast
fór sigrandi úr nærdystun-
um. Nakað sum eisini kom
til sjóndar, tá hann tvær
ferðir var atvoldin til gul
ísraelsk kort - umframt at
Ingi eisini sjálvur fekk eitt
av slagnum.
2. Atli Danielsen, KÍ
(12/0)
Kom tíðliga í dystinum á
vøllin fyri Johan Byrial
Hansen, og sum heild tókt-
ist hann røkja uppgávuna
væl. Ikki minst telir tað
rætta vegin, at hann er so-
mikið góður bóltspælari, at
han megnar at byrja upp-
spælið úr verjuplássinum,
og plaseringsevnini kom-
pensera ofta fyri vantandi
skjótleikan. Var tó í einum
føri eftir steðgin óskettin,
soleiðis at ísraelar fingu
upplagdan møguleika.
12. Jónhard Frederiks-
berg, Skála (10/0)
Kom á vøllin fyri Andrew
seinastu 25 minuttirnar, og
arbeidda allar hesar sera
hart. Kreftirnar hjá før-
oyska liðnum vóru tó um at
ganga undan um hetta
mundið, og tí var ógvuliga
avmarkað, hvat var at
síggja til dygdir hansara.
15. Símun Samuelsen,
Keflavík (3/1)
Fekk seinasta lítla korterið
á vøllinum, og markeraði
hetta við sínum fyrsta
landsliðsmáli,
sum
tó
kanska var eins nógv
sjálvmál. Tíðin á vøllinum
var sum so ov stutt til nakra
eftirmeting, men málið
togar í øllum førum rætta
vegin.
Tað spældi væl av
Hóast hann enn tykist hava einstakar trupulleikar at dragast við, so líkist Mortan úr Hørg alt meira einum tryggum boði til høgra bakk-plássið á landsliðnum