týsdagur 11. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 193 - 11. oktober 2005
U 19 landsliðsvenj-
arin sigur seg rokna
við góðari úrtøku
burturúr ferðini til
Svøríkis, hóast liðið
hjá honum í trimum
dystum tapti tilsaman
við 2-14
U 19 LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Seinnapartin í gjár skuldi U
19 landsliðið lenda aftur í
Vágum. Eftir ferðina í
Svøríki høvdu teir trý tap
og málmunin 2-14 í við-
førinum. Men hóast trý tap
- 1-7 móti Belgia, 0-3 móti
Ungarn og 1-4 móti Svøríki
- so heldur venjarin, Bill
Jacobsen, at avrikið hevur
verið á góðari leið:
- Vit vóru greiðir yvir, at
avbjóðingarnar
fóru
at
verða ógvuliga stórar. Sam-
mett við U 17 EM undan-
kappingini, sum hetta liðið
var partur av í fjør, so er
talan um heilt øðrvísi mót-
støðu. Mótstøðuliðini hava
meiri at velja ímillum, og
teir møta upp við spælar-
um, ið eru sum vaksnir
menn. Teir eru fullvaksnir,
skjótir og sterkir sam-
stundis sum teir hava allar
førleikar at spæla.
Hvørji perspektiv sært tú
í at tapa 2-14 í trimum dyst-
um?
- Vit síggja hetta sum
íløgu. Trettan av átjan spæl-
arum kunnu aftur næsta ár
vera við í hesi kappingini.
Næsta ár rokni eg við, at
fleiri av ungu monnunum
fara at spæla í bestu deild-
ini. Tað fer at menna teir, og
tað eigur at bera uppaftur
betri fyritreytir hjá teimum
við sær, at teir hava verið
við í hesi kappingini, held-
ur Bill Jacobsen, sum
metir, at mótstøðuliðini
hesa ferð vóru óvanliga
góð.
- Tað er møguleiki fyri
eins góðum mótstøðuliðum
næsta ár. Men um vit verða
eitt sindur hepnari í luta-
kastinum, og um menning-
in av okkara spælarum
heldur fram, so halda vit, at
tað sær ikki so galið út.
Ungarn
Eitt sindur frægari hilnaðist
tað, enn tað gjørdi í fyrsta
dystinum mikudagin, tá ið
U 19 landsliðið seinnapart-
in fríggjadagin spældi fyri
aðru ferð í EM undan-
kappingin í Svøríki. Ung-
arn vann 3-0, eftir at støðan
leingi hevði verið 1-0.
Sammett við mikudagin
var føroyska liðið nakað
broytt hesa ferð. Tað var
gjørt fyri at styrkja um
verjuspælið, og broytingin
royndist soleiðis, sum tað
var roknað við.
Enn eina ferð varð stað-
fest, at persónlig mistøk
verða eirindarleyst sektað. Í
31. minutti setti Ungarn hol
á við langskoti, og hini
bæði málini vórðu skorað
beinleiðis upp á fríspark,
sum
vórðu
avgreidd,
áðrenn føroyingarnir høvdu
fingið skipað seg. 2-0
málið kom í 70. minutti, og
3-0 málið kom í yvirtíðini.
Tá høvdu føroyingar eina
løtu stríðst fyri at minka um
munin. Næst við vóru teir,
tá ið Jóhan Troest Davidsen
stútaði dygst framvið, eftir
at Einar Hansen hevði lagt
fríspark innfyri.
Fríggjadagin tapti Svø-
ríki 1-0 móti Belgia, sum
varð mett at eiga besta liðið
í kappingini.
Føroyska
manningin
móti
Ungarn:
Trúgvi
Askham, FSV04 - Pætur
Jørgensen, OB, Andreas
Lava Olsen, LÍF, Jóhan
Troest Davidsen, Everton,
Einar
Hansen,
NSÍ
-
Kristoffur Jacobsen, KÍ
(Sam Jacobsen, GÍ, 89.),
Christian R. Mouritsen,
Manchester City, Ólavur í
Ólavstovu, FSV04, Jóhan
V. Gunnarsson, B36 (Gunn-
ar H. Haraldsen, Fram, 85.)
- Bogi Løkin, NSÍ - Levi
Hanssen, B36 (Per Heina-
son, SÍ, 87.). Á beinkinum
uttan at verða skiftir inn:
Poul Thomas Dam, HB,
Niclas Eysturoy, HB, Rógvi
Ryggshamar, LÍF, og Frank
Poulsen, ÍF.
Svøríki
Sunnudagin spældu Før-
oyar móti svensku vertun-
um, sum vunnu 4-1, eftir at
hálvleiksstøðan hevði verið
3-0. Føroyska málið skor-
aði Christian R. Mouritsen
við beinleiðis frísparki, tá
ið vanliga leiktíðin var um
at vera farin.
Í føroyska ferðalagnum
varð mett, at tapið kanska
var eitt ella tvey mál ov
stórt. Eitt nú hevði Einar
Hansen góða frísparks-
roynd, sum var um reppið at
bera mál við sær, og før-
oyingarnir vóru ikki samdir
við dómaranum, tá ið hann
vísti Andreas Lava Olsen
gula kortið, tí hann skuldi
hava filmað seg til brots-
spark.
Í 5. og 17. minutti endaðu
góðar langskotsroyndir hjá
svium við málum. Í 35.
minutti øktu teir til 3-0 við
brotssparki, og tá ið teir
tíggju minuttir eftir steðgin
øktu til 4-0, var tað aftur
við langskoti, sum kanska
ikki átti at havt farið í
málið.
Ungarn vann sunnudagin
1-0 á Belgia. Tað bar við
sær, at Belgia, Svøríki og
Ungarn øll endaðu á seks
stigum, meðan Føroyar
einki stig fingu. Belgia og
Svøríki
halda
fram
í
kappingini.
Føroyska
liðið
móti
Svøríki: Trúgvi Askham,
FSV04 - Pætur Jørgensen,
OB, Andreas Lava Olsen,
LÍF, Jóhan Troest David-
sen, Everton, Einar Han-
sen, NSÍ - Kristoffur Jacob-
sen, KÍ (Frank Poulsen, ÍF,
65.), Ólavur í Ólavstovu,
FSV04,
Christian
R.
Mouritsen,
Manchester
City, Jóhan V. Gunnarsson,
B36 (Sam Jacobsen, GÍ,
48.) - Bøgi Løkin, NSÍ -
Levi Hanssen, B36 (Gunn-
ar H. Haraldsen, Fram,
85.). Á beinkinum uttan at
verða
skiftir
inn:
Per
Heinason, SÍ, Poul Thomas
Dam, HB, Niclas Eysturoy,
HB, og Rógvi Ryggshamar,
LÍF.
Venjarar hjá U 19 liðnum
vóru Bill Jacobsen og
Heðin Askham.
Í Tel-Aviv løgdust Jón
Rói Jacobsen og
Christian Høgni
Jacobsen afturat
teimum, sum hava
umboðað Føroyar 25
ferðir
LANDSLIÐSHAGTØL
Jóannes Hansen
Talið á teimum, sum hava
umboðað Føroyar í minsta
lagið 25 ferðir á fótbólts-
landsliðnum fjølgaðist við
tveimum spælarum leyg-
arkvøldið í Ísrael. Jón Rói
Jacobsen, sum alla tíðina
var í miðverjuni, og Christ-
ian Høgni Jacobsen, sum
fyrsta tíman var á mið-
vallarplássinum í høgru,
spældu 25. landsdystin í
Tel-Aviv.
Jón Rói Jacobsen, sum er
føddur 7. apríl í 1983 og
harvið er 22 ára gamalur,
var fyrstu ferð á lands-
liðnum í 2001. Christian
Høgni Jacobsen, sum er
føddur 12. mai í 1980 og
harvið er 25 ára gamalur,
var eisini fyrstu ferð á
landsliðnum í 2001.
Felags fyri Jón Róa Ja-
cobsen og Christian Høgna
Jacobsen hevur verið, at
síðani teir fyrstu ferð vóru á
landsliðnum, hava teir eitt
skifti verið burturi frá, tí
teir hava havt álvarsligan
skaða at dragast við. Í báð-
um førum hevur talan verið
um skaða í krossbandinum.
Í 22 av teimum 25 lands-
dystunum, sum Jón Rói
hevur spælt, hevur hann
verið við frá fyrsta bríksli.
Christian
Høgni
hevur
verið millum teir fyrstu
ellivu fjúrtan ferðir.
Higartil hava 26 spælarar
rokkið 25 dystum, sum í
flestu førum verður roknað
sum fyrsta stóra landsliðs-
jubileum eftir stóru løtuna,
sum teir flestu og ivaleyst
allir kenna tað at vera, tá ið
teir fyrstu ferð fáa høvið at
umboðað føðilandið.
Av teimum 26, sum hava
spælt 25 ella fleiri lands-
dystir, eru ellivu givnir at
spæla fótbólt á hægsta
støði, og tíggju hava í ár
verið á landsliðnum.
Umframt Jón Róa Jacob-
sen og Christian Høgna
Jacobsen eru tað tveir
spælarar, sum hava spælt
júst 25 landsdystir. Teir eru
Jóannes Jakobsen og Jens
Erik
Rasmussen,
sum
spældu fyri síðstu ferð á
landsliðnum í ávikavíst
1993 og 1997.
Tað er rættuliga sannlíkt,
at tveir teir næstu, sum fara
at røkka 25 landsdystum,
fara at verða Súni Olsen
(23 dystir) og Andrew av
Fløtum (22 landsdystir).
Tann spælarin, sum hevur
verið næst við at røkka 25
landsdystum, men sum ikki
hevur rokkið so langt, er
Sámal Joensen. Hann er
skrásettur fyri 24 lands-
dystir. Hóast hann er lið-
formaður á GÍ liðnum og
telist millum teir fremstu í
stríðnum fyri at sleppa
undan niðurflytingini, so er
tað ikki serliga sannlíkt, at
Sámal aftur fer at spæla á
landsliðnum.
Umframt 25. dystin hjá
Jón Róa Jacobsen og
Christian Høgna Jacobsen
var talan hjá onkrum øðr-
um um eitt sindur merkis-
verda uppgerð.
Jónhard
Frederikbserg
rakk 10. landsdystinum, tá
ið hann loysti Andrew av
Fløtum av, og Fróði Benja-
minsen var fyri 35. ferð á
landsliðnum.
Teir 26, sum hava spælt í
minsta lagið 25 a lands-
dystir, eru: Óli Johannesen
(76), Jens Martin Knudsen
(64), Julian S. Johnsson
(61), John Petersen (57),
Allan Mørkøre (54), Øssur
Hansen (51), Todi Jónsson
(45), Jens Kristian Hansen
(44), Jákup á Borg (42),
Jákup Mikkelsen (41), Jan
C. Dam (39), Kurt Mørk-
øre, Uni Arge og Pól Thor-
steinsson (37), Rógvi Ja-
cobsen (36), Henning Jarn-
skor og Fróði Benjaminsen
(35), Jan Allan Müller
(34),
Kári
Reynheim,
Tummas Eli Hansen og
Magni Jarnskor (27), Hans
Fróði Hansen (26), Jóannes
Jakobsen, Jens Erik Ras-
mussen, Jón Rói Jacobsen
og Christian Høgni Jacob-
sen (25).
Nú eru 26 í 25 felagnum
Jón Rói Jacobsen spældi leygarkvøldið, eins og Christian Høgni Jacobsen, sína landsdyst
nummar 25 fyri Føroyar.
Teir halda at íløgan fer at loysa seg