týsdagur 11. oktober 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 11. oktober 2005
27
Tríggir dystir vóru í
Sunset-kappingini hjá
kvinnum um viku-
skiftið, og í tveimum
av førunum var talan
um tættar dystir
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á Skála tók StíF móti
Neistanum úr Havn. Neist-
in hevur fingið eina stak
góða byrjan upp á kapp-
ingarárið, og havnarliðið
sigraði eisini á Skála, men
tað var ikki eins lætt, sum
høvdu fleiri annars kanska
høvdu væntað.
Avgerðin fall móti
endanum
Neistin vann dystin á Skála
23-20, eftir at tað hevði
staðið á jøvnum 12-12 í
hálvleikinum. Neistin var á
odda í fleiri førum í seinna
hálvleiki, men tað eydn-
aðist tó hvørja ferð vertun-
um at koma upp á javnt. Tá
ið fimm minuttir vóru eftir
at leika, javnaði StÍF til 20-
20, men seinasu fimm
minuttirnar eydnaðist tað
Neistanum at skjóta trý
mál, meðan heimaliðið
einki fekk, og tí gjørdist
endaliga úrslitið 23-20 til
Neistan.
Neistaliðið er styrkt í ár í
mun til í fjør við tað, at
Nicoleta Radu Hansen og
Annika Ljósstein eru kom-
nar í hópin úr ávíkavist
Søljuni og Stjørnuni. Hin-
vegni hevur liðið mist ein
profil í Marjun Tróndarson,
ið er farin til Danmarkar í
lestrarørindum.
Stjørnan gjørdi
sína skyldu
Steypavinnararnir
úr
Stjørnuni
gjørdu
sína
skyldu, tá ið teir sunnu-
dagin høvdu vitjan av VÍF.
Stjørnan vann dystin móti
vestmannakvinnum 25-19.
Í hálvleikinum var Stjørnan
á odda 11-10.
Sum tølini eisini prógva,
so fylgdu gestirnir úr Vest-
manna væl við fyri steðgin
og vóru fleiri ferðir á odda,
men eftir steðgin tó Stjørn-
an sær um reiggj, og
heimaliðið fór beinan vegin
frá gestunum.
Tvey stig til Kyndil
Leygardagin tók Kyndil
móti Søljuni í høllini á
Hálsi í Havn. Kyndil sær út
til at standa seg betur í ár
enn í fjør, og liðið hevur
longu fingið nøkur stig til
høldar. Søljan taldist í fjør
millum teirra, sum strídd-
ust um heiðursmerki, men í
ár hevur liðið mist nakrar
av stuðlunum á liðnum.
Nicoleta Radu Hansen er
farin í Neistanum, meðan
tvær aðrar, Lina Andriulyte
og málverjin Kristina Grik-
saite nú eru í Kyndli.
Dysturin leygardagin var
tættur og spennandi. Í fyrra
hálvleiki gekk rættuliga
javnt á, men eitt skifti var
Søljan á odda við fýra
málum 11-7, men seinastu
løtuna av hálvleikinum
fekk heimaliðið tó strítt seg
upp á javnleik 11-11.
Eftir
steðgin
byrjaði
Kyndil betur og legði seg á
odda við fýra málum, og
tað gloppið gjørdist ov stórt
hjá Søljuni at heinta inn
aftur, og tí fekk Kyndil
bæði stigini fyri 21-19
sigurin.
StÍF-Neistin 20-23
(12-12)
StÍF: Rebekka Justinussen
12(4), Ninna Johansen 3,
Guðrun
Ólavsdóttir
3,
Poula D. Olsen 1, Rósa Jo-
hansen 1
Neistin:
Nicoleta Radu
Hansen 7, Annika Ljósstein
5(1), Mildrið Jacobsen 4,
Annika Thomsen 3, Súna
Mørk 2(1), Birita Wardum
1, Rakul Augustinussen 1
Útvísingar: StÍF 4, Neistin
2
Dómarar: Hartvig Joensen
og Kári Hansen
Stjørnan-VÍF
25-19(11-10)
Stjørnan:
Alina Olaru
10(5), Bára Skaale Klak-
stein 4, Una Olsen 4, Anna
Kristina Samson 3, Louisa
Andreasen
2,
Katarina
Stjepanov 2
VÍF:
Ioana Rapa 7(4),
Jacklin Durhuus 4, Heidi
Joensen 4, Torgunn Johan-
sen 2, Fríða Marjunardóttir
1, Alis Høghamar 1
Útvísingar:
Stjørnan 2,
VÍF 5
Dómarar: Eyðun Samuel-
sen og Andreas F. Hansen
Kyndil-Søljan
21-19(11-11)
Kyndil: Jórun Ludvig 5,
Eyðritt Andreasen 4, Lina
Andriulyte 4(2), Súsanna
Petersen 3, Linda Weihe 3,
Randi S. Wardum 2
Søljan: Hertha Simonsen
6, Sólja Jóanisdóttir 6(4),
Heidi Maria Akselsen 4,
Irdi Mikkelsen 1, Fía
Selma Nielsen 1, Louisa
Niclasen 1
Útvísingar: Kyndil 2,
Søljan 6
Dómarar: Hallur
Danielsen og Petur Skeel
Dahl
H71 hevur fingið
eina góða byrjan
upp á kappingar-
árið undir nýggja
venjaranum Hannis
Wardum. Sunnu-
dagin hevði H71
vitjan av Neistan-
um, og hoyvíkingar
vunnu sannførandi.
Eisini Kyndil vann
trygt í vikuskift-
inum
ATLANTIC AIR-
WAYS-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
H71 læt ongan iva verða
um, hvat var betra liðið,
tá ið Neistin vitjaði.
Hóast neistamenn fingu
betru byrjanina upp á
dystin, so tóku hoyvík-
ingar yvir móti endanum
av fyrra hálvleiki, og
eftir steðgin var eingin
ivi um, hvat var betra
liðið.
Halgir og Jakob
Seinnu árini hava av-
rikini hjá H71 verið sera
nógv tengd at, hvussu
liðskiparin, Halgir Dahl
Olesen, hevur staðið seg.
Ábyrgdin á hansara herð-
um hevur verið stór, men
í ár hava hoyvíkingar
fingið tilgongd av Jakob
Jónsson úr Kyndli, og tað
tykist hava lætt um
trýstið á Halgir.
Teir báðir, Halgir og
Jakob, vóru heilt stóru
málslúkarnir hjá H71
sunnudagin og fingu til-
samans 20 av teimum 34
málunum hjá hoyvíking-
um ídystinum.
Neistin hevur mist
nakrar av profilunum frá
í fjør, og sum heild kann
sigast, at talan er um eina
ógvuliga unga manning,
ið skal bera liðið í ár.
Kyndil koyrir væl
Hin dysturin í Atlantic
Airways-kappingini
í
vikuskiftinum var mill-
um Kyndil og KÍF, og
tann dystin vunnu kynd-
ilsmenn 28-22.
Kyndil legði seg á odda
beinan vegin, og hóast
tað einans vóru tvey mál
á muni í steðginum, so
var ongantíð nakar ivi
um, hvør fór avstað við
sigrinum.
Við úrslitunum um
vikuskiftið hava bæði
Kyndil og H71 ognað sær
fimm av seks møgulig-
um stigum í kappingar-
byrjanini, og liðini tykj-
ast verða rættuliga væl
fyri.
H71-Neistin
34-25(15-13)
H71: Halgir Dahl Olesen
11(3), Jakob Jónsson 9,
Piti Negru 5, Johnny
Durhuus
3,
Tróndur
Vatnhamar
3,
Heini
Bentsen 2, Bjarni Søren-
sen 1
Neistin: Blagoje Buha 7,
Birgir Poulsen 5, Tróndur
Kragesteen
4,
Helgi
Michelsen 3, Áki Mørk
3, Jón Clementsen 1,
Dann Thorleifsson 1, Jón
Ludvig 1
Útvísingar: H71 2,
Neistin 5
Diskvalifikatión: H71 1
Dómarar: Kristian og
Karsten Joensen
Kyndil-KÍF 28-
22(13-11)
Kyndil: Rókur Akralíð 7,
Hans Áki Dal-Christian-
sen 6, Høgni Klein 5(3),
Marius Joensen 3, Ken
Zachariassen 3, Janus
Einar Sørensen 3, Hjalti
M. Jakobsen 1
KÍF: Karl Johan Djur-
huus 6(3), Petur Martin
Poulsen 4, Suni Davidsen
4, Arnbjørn Hansen 2,
Gert Hansen 2, Mirko
Milinkovic
2,
Rógvi
Weyhe 2
Útvísingar: Kyndil 6,
KÍF 4
Dómarar: Hallur Dan-
ielsen og Petur Skeel
Dahl
Hoyvíkingar
eru væl fyri
Fleiri tættir dystir
Kvinnurnar hjá Kyndli hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið. Leygardagin vitjaði Sóljan í Havn, og tann dystin
vann Kyndil
Mynd: Álvur Haraldsen