Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 193 - 11. oktober 2005 Kimi Raikkonen í McLaren-Mercedes vann formel 1 koyringina á Suzuka framman fyri Gian- carlo Fisichella og Fernando Alonso í Renault bilunum FORMEL 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Endaúrslitið av formel 1 koyringini við Raikkonen fremstum og báðum Re- nault bilunum í hølunum á honum, tykist sum eitt rættuliga vanligt úrslit í ár. Hetta er hóast alt sjeyndu ferð, at Raikkonen vinnur í ár, og í fjúrtan av teimum átjan koyringum higartil hevur Renault havt ein ella tveir koyrarar á skammlin- um. Men koyringin á Su- zuka breytini var als ikki vanlig. Sera spennandi Talan gjørdist um eina tí mest spennandi formel 1 koyringina í nógv ár, við eini rúgvu av yvirháling- um, tøttum nærdystum, og stórum hetjum. Tað skift- andi veðrið í tíðarkoyring- ini blandaði kortini á ein ørvísi hátt, soleiðis at báðir Mclaren bilarnir og Fer- nando Alonso í Renault byrjaðu heilt aftast. Meðan Ralf Schumacher byrjaði fremstur frammanfyri Jen- son Button og Giancarlo Fisichella í hinum Renault bilinum. Í sjálvari koyringini var turt, og áskoðarin slapp at uppliva eina ørgrynnu av yvirhálingum, stóru hetjur- nar vórðu Kimi Raikkonen, sum vann av seytjandu byrjunarstøðu og Fernando Alonso sum hóast óheppið val av pittstoppstrategi, megnaði at fáa triðja pláss av sekstandu byrjunar- støðu. Villeneuve fekk nóg mikið Í sjálvari byrjanini, vóru tað serliga fýra mans, ið gjørdu vart við seg, David Coulthard, Michael Schu- macher, Fernando Alonso og Juan Pablo Montoya. Coulthard fór av sættu byrjunarstøðu upp á triðja pláss, men misti tó triðja pláss aftur til Button løtu seinni. Schumacher fór av fjúrtandu byrjunarstøðu upp á sjeynda pláss, og Alonso, sum byrjaði sum nummar sekstan, lá beint í hølunum á Schumacher á áttanda plássi. Montoya, ið byrjaði av átjanda plássi, fylgdi við Schumacher og Alonso, men Jaques Villen- euve á níggjunda plássi, var eftir øllum at døma troyttur av at verða yvirhálaður, og koyrdi Montoya av breyt- ini. Fyri hetta fekk Ville- neuve eftir koyringina eina tíðarrevsing á 25 sekund, sum vórðu løgd afturat úrslitinum. Hetta flutti Villeneuve av ellinta aftur á tólvta pláss. Óhappið hevði við sær, at trygdarbilurin kom á breytina. Sato rendi á nakrar ferðir Fyri Takuma Sato og Rub- ens Barrichello gjørdist byrjanin serliga óheppin, teir rendu saman uttan fyri breytina, tá báðir royndu at koyra ov skjótt gjøgnum fyrsta sving. Báðir punk- teraðu og noyddust tí í pit, at skifta dekk. Takuma Sato megnaði at gera seg enn meira óynskt- an í formel 1, tá hann við síni tiltiknu ófantaligu koyring, trýsti Jarno Trulli av breytini. Hetta førdi við sær, at Sato aftan á koyring- ina varð diskvalifiseraður og misti sítt trettanda pláss. Giancarlo á odda Ralf Schumacher byrjaði av fyrstu byrjunarstøðu, og helt oddasessin trygt, áðr- enn ein sera óheppin pit- strategi beindi fyri hansara vónum um ein sigur, og enn einaferð vístu Toyota, at teirra bilar í koyringini detta stútt niður ígjøgnum stigini. Tá Ralf Schumach- er fór í pitt á tólvta umfari, legði Giancarlo Fisichella seg fremst, og lá á odda inntil seinasta umfar. Pit- strategiin hjá Kimi Raik- konen hjálpti væl við at flyta hann upp á annað pláss, men honum tørvaði onga hjálp, tá hann við eini framúr yvirháling fór fram- við Giancarlo Fisichella á seinasta umfari og tók sig- urin. Mark Webber í Williams- BMW sannførdi. Hann byrjaði av sjeynda plássi, og fór tvey pláss upp í byrjanini, hann var verandi í stigunum alla koyringina, og tryggjaði sær fjórða pláss. Hetta er sera flott fyri Williams bilin, ið hevur verið lítið sannførandi sein- astu mánaðarnar. At sleppa framvið Schumacher Í koyringini var Michael Schumacher gáttin, sum bæði Raikkonen og Alonso skuldu framvið, og hetta hevði við sær einki minnið enn nakrar frálíkar nær- dystir. Serliga Raikkonen hevði trupulleikar við at sleppa framvið eldra Schu- macher beiggjanum. Christian Albers í Mi- nardi mundi gerast sera heitur um oyrini tá eldur kom í formel 1 bilin hjá honum, tá hann stóð í pit og fekk bensin, eingin fólka- skaði hendi, og eldurin varð sløktur beinanvegin. Ein óvanlig tíðarkoyring FORMEL 1 Regn og alsamt vaksandi vatnmongdir á breytini vóru karmarnir, har ein tann løgnasta byrjunarrøðin í formel 1 var avgjørd. Teir bilarnir, ið vóru fyrstir á breytini høvdu bestu viðurskiftini, og soleiðis endaði Ralf Schumacher á sína fyrstu fremstu byrjunarstøðu fyri Toyota. Jenson Button fekk aðru byrjunarstøðu í BAR-Honda, hetta merkir at japanskir motorar høvdu báðar fremstu støðurnar. Men eisini Christian Klien í Red Bull Racing í fjórðu støðu, og heimsmeistarin Alonso sum nummar sekstan, og Montoya, Räikkön- en og Trulli aftast, var heldur óvæntað. Trulli og Monteiro koyrdu útav, meðan ringu um- støðurnar gjørdu at Montoya valdi ikki at koyra umfarið og Räikkönen koyrdi so spakuligt, at hann endaði síðstur. Tað regnaði serliga illa at endans, hetta gekk útyvir teir, sum endaðu fremstir seinast. Kimi Räikkönen skifti motor fríggjadagin, og skuldi tí flyta 10 støður aftur í byrjanini, men nú endaði hann síðstur, og sleppur sostatt undan hesum. Alt hetta legði upp til eina sera spennandi koyring við hópin av yvirhálingum. Serliga tí sunnumorgunin var turt í veðrinum, og 25 hitastig í Japan. nud Byrjunarstøða á Suzuka 1. Ralf Schumacher Toyota 2. Jenson Button BAR- Honda 3. Giancarlo Fisichella Renault 4. Christian Klien Red Bull Racing 5. Takuma Sato British American Ra±cing Honda 6. David Coulthard Red Bull Racing 7. Mark Webber Williams-BMW 8. Jacques Villeneuve Sauber-Petronas 9. Rubens Barrichello Ferrari 10.Felipe Massa Sauber-Petronas 11. Narain Karthikeyan Jordan-Toyota 12. Antonio Pizzonia Williams-BMW 13. Christijan Albers Minardi-Cosworth 14. Michael Schumacher Ferrari 15. Robert Doornbos Minardi-Cosworth 16. Fernando Alonso Renault 17. Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 18. Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 19. Jarno Trulli Toyota 20. Tiago Monteiro Jordan-Toyota Ralf Schumacher var ein glaður maður, tá hann leygardagin tryggjaði sær fremstu byrjunarstøðu fyri Toyota Sera spennandi í Suzuka Takuma Sato rendi ikki færri enn tvær ferðir á bilar á heimavølli. Her skumpar hann Jarno Trulli av breytini, og varð aftan á koyringina diskvalifiseraður Úrslit á Suzuka 1 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 10 stig 2 Giancarlo Fisichella Renault 8 stig 3 Fernando Alonso Renault 6 stig 4 Mark Webber Williams-BMW 5 stig 5 Jenson Button BAR- Honda 4 stig 6 David Coulthard Red Bull Racing 3 stig 7 Michael Schumacher Ferrari 2 stig 8 Ralf Schumacher Toyota 1 stig 9 Christian Klien Red Bull Racing 10 Felipe Massa Sauber-Petronas 11 Rubens Barrichello Ferrari 12 Jacques Villeneuve Sauber-Petronas (fluttur 1. pláss aftur) 13 Robert Doornbos Minardi-Cosworth 14 Tiago Monteiro Jordan-Toyota 15 Narain Karthikeyan Jordan-Toyota úti Takuma Sato British American Racing Honda (diskvalifiseraður) úti.Christijan Albers Minardi-Cosworth úti Antonio Pizzonia Williams-BMW úti Jarno Trulli Toyota úti Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes úti HM fyri koyrarar 1 Fernando Alonso 123 2 Kimi Räikkönen 104 3 Michael Schumacher 62 4 Juan-Pablo Montoya 60 5 Giancarlo Fisichella 53 6 Jarno Trulli 43 7 Ralf Schumacher 39 8 Rubens Barrichello 38 9 Jenson Button 36 10 Mark Webber 34 HM fyri lið 1 Renault F1 176 2 McLaren-Mercedes 174 3 Scuderia Ferrari 100 4 Toyota Racing 82 5 Williams-BMW 64 6 BAR Honda 37 7 Red Bull Cosworth 30 8 Sauber Petronas 17 9 Jordan Toyota 12 10 Minardi Cosworth 7