Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 11. oktober 2005 29 UTTAN ÚR HEIMI Misnøgd við Bush Tær konservativu kreftirnar í USA eru sera misnøgdar við avgerðina hjá George W. Bush, forseta at tilnevna Harriet Miers dómara í amerikanska hægstarætti. Tann 60 ára gamla Harriet Miers er útbúgvin løg- frøðingur, men hevur ongantíð arbeitt sum dómari. Tí veit eingin við vissu, hvørja støðu hon hevur til við- kvæmar spurningar so sum fosturtøku og viðurskiftini hjá samkyndum, men tey konservativu bera ótta fyri, at hon er ikki nóg konservativ. Teir seinastu dagarnar hava fleiri konservativ bløð funnist hvassliga at avgerðini hjá Bush at velja hana, og einstakir republikanskir pol- itikarar hava eisini víst sína misnøgd við avgerð forsetans, skrivar Reuters. Hinvegin bendir nógv á, at demokratarnir eru nøgdir við avgerðina, og tí er lítil ivi um, at Senatið fer at góðkenna Harriet Miers sum nýggjan hægstarættar- dómara uttan stórvegis trupulleikar. Saddam kann fáa útseting Rættarmálið ímóti fyrrverandi irakska forsetanum Saddam Hussein byrjar í næstu viku, men nú ljóðar, at viðgerðin verður kanska útsett, so skjótt hon er byrjað. Sambært einum talsmanni hjá serdómstólinum fara verjarnir hjá Saddam at biðja um at fáa málið útsett, so teir fáa betri stundir til at seta seg inn í tey nógvu skjølini hjá ákæruvaldinum. Viðgerðin byrjar annars ætlandi við, at Saddam Hus- sein og sjey aðrir ákærdir koma inn í rættarhølið, og at ákærurnar verða lisnar upp fyri teimum. Saddam fer ætlandi at nokta seg sekan, og hann fer ivaleyst at gera vart við, at hann er framvegis lógligur forseti í Irak. Tað gjørdi hann, tá hann kom fyri ein dómara í fjør. Keldur, sum standa serdómstólinum nær, siga fyri al- tjóða tíðindastovunum, at tað kann taka fleiri vikur at fáa gongd á sjálvt rættarmálið. Ein bretskur embætis- maður, sum hevur hjálpt irakska ákæruvaldinum at fyrireika málið, sigur við Reuters, at øll viðurskiftini í sambandi við málið verða ikki greið til tann 19. okto- ber, tá málið er sett at byrja. Prædikumaður ger um seg Amerikanski prædikumaðurin Pat Robertson, sum er kendur fyri at vera sera bersøgin, hevur aftur gjørt vart við seg. Nú vil hann vera við, at forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, hevur givið yvirgangsmanninum Osama bin Laden pengar, so hann kann halda fram við sínum virksemi. Pat Robertson sigur, at talan er um eina milli- ón dollarar, men hann vil ikki siga, hvør hevur sagt honum tað. Fyrr hevur prædikumaðurin mælt George W. Bush, forseta til at senda servandar hermenn til Venesuela at beina fyri Chavez. Viðurskiftini ímillum venesuelsku stjórnina og USA eru spent, millum annað tí at USA sýtir fyri at útflýggja ein fyrrverandi CIA-mann, sum er skuldsettur fyri at hava sprongt eitt ferðamannaflogfar í luftina í áttatiár- unum. Chavz leggur tí Bush undir at fjala yvirgangs- menn, samstundis sum USA sigur, at yvirgangsmenn skulu takast og revsast. Hann byrjar tíðliga Sjálvt um franska forsetavalið ikki verður fyrr enn í 2007, er tann høgravendi Jean-Marie Le Pen longu farin undir sítt valstríð. Sum fyrsta stig í royndini at gerast franskur forseti hevur Le Pen sett sær fyri at savna flokkin National Front. Fyri sjey árum síðani fór flokkurin í tvíningar, tá nógvir flokslimir valdu at stuðla Bruno Megret, sum hevði bjóðað Le Pen av. Nú biður tann 72 ára gamli floksformaðurin teir koma aftur, og hann lovar at taka væl ímóti teimum vilstu synunum, sum hann málber seg. Jean-Marie Le Pen stillaði upp á forsetavalinum í 2002, og rættiliga óvæntað eydnaðist tað honum at fáa næstflestar atkvøður í fyrra valumfari. Í seinna umfari tapti hann kortini ruddiliga ímóti Jacques Chirac. Men hann hevur ikki mist mótið, og hann ætlar sær at vinna næstu ferð, sigur hann við AFP. Í Guatemala noydd- ust bjargingarliðini at gevast við royndun- um at grava eina bygd undan. 1400 fólk búðu í bygdini ÓDNARVEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey 1400 fólkini í Panabaj lógu og svóvu, tá ein ovur- stór skriða leyp oman yvir bygdina. Tá bjargingar- liðini komu á staðið, vísti tað seg, at tað mesta av bygdini lá undir mold og runu, og summastaðni var vóru heilir tólv metrar nið- ur til húsatekjurnar. Í trý samdøgur royndu bjarging- armenninir at grava seg niður til húsini, men tað vísti seg at vera vónleyst. Myndugleikarnir í Guatemala siga, at Panabaj verður helst lýst sum al- menn hópgrøv. Skriðulopið, sum legði bygdina undir, komst av gloprarregni, sum ódnin "Stan" hevur elvt til í Guat- emala og grannalondunum. Í Guatemala halda mynd- ugleikarnir, at ódnin hevur kravt minst 2.000 mannalív, í El Salvador eru 67 deyð, í Nikaragua 11 og í Meksiko 24. Heil bygd endaði undir skriðulopi Deyðin í jørðini Jarðskjálvtin í Asia hevur helst kravt fleiri enn 40.000 mannalív, og millión- ir eru vorðin heim- leys JARÐSKJÁLVTI Árni Joensen fartekst@mail.dk - Tað var sum dómadagur, segði Fazal Alahi við CNN. Sjálvur hevði hann mist konuna, eina dóttur ein bróður, og nú sat hann einsamallur uttan fyri leivdirnar av húsunum. Tey rapaðu í tí harða jarðskjálvt- anum. Konan og bróðurin doyðu. Dótturin fekk skaða, og tað eydnaðist Fazal at bera hana út í tún. Hann kvikaði sær at fáa hana á sjúkrahús. Á vegnum kom hann til býin Balakot, har umleið 20.000 fólk búðu. Men býurin var javnaður við jørðina, eisini sjúkra- húsið. Tann fjúrtan ára gamla dótturin fekk ikki hjálp. Hon doyði. Nú situr Fazal einsamallur eftir. Lagnan hjá Fazal Alahi er bara ein av túsundtals lagn- um, sum fóru í sor, tá tann ógvusligi jarðskjálvtin rakti stór øki í Pakistan, Afghan- istan og India. Teir fyrstu tímarnar hildu myndugleik- arnir, at umleið 2.000 fólk høvdu latið lív. Men skjótt kom talið upp á næstan 20.000, og í gjár segði pak- istanski forsetin, Perves Musharaf, at talið er helst oman fyri 40.000. Hann legði afturat, at jarðskjálvtin er tann størsta vanlukkan í landsins søgu, og hann bað altjóða samfelagið um hjálp. Jarðskjálvtin rakti serliga tann pakistanska partin av Kashmir meint. Har eru fleiri bygdir fullkomiliga javnaðar við jørðina, og pakistonsku myndugleikar- nir søgdu í gjár, at nógv túsund fólk eru deyð har. Myndugleikarnir í India váttaðu, at í indiska partin- um av Kashmir høvdu minst 656 fólk latið lív. Sambært teimum serkønu eru húsini í Kashmir yvir- høvur vánalig, og tí hevur skjálvtin kravt so mong mannalív har. Í gjár royndu hermenn, løgreglumenn og bjarg- ingarlið at leita eftir fólki, sum kundu vera á lívi undir húsatoftunum, men vónin um at finna fleiri á lívi minkaði, so hvørt sum tím- arnir gingu. Sambært ser- frøðingunum kunnu fólk liva einar tríggjar ella fýra dagar undir húsatoftum. Fleiri lond, teirra millum Frakland og Turkaland, vóru skjót at senda bjarg- ingarútgerð, men tað var trupult at fáa útgerðina fram, tí nógvastaðni høvdu skriðulop oyðilagt vegirnar. Talsmaðurin hjá ST-hjálp- arstovninum UNDAC segði í gjár, at enn vóru fleiri bygdir, sum bjargingarlið- ini ikki vóru sloppin til, og at tørvur var á fleiri tyrlum, sum kunnu flyta fólk og út- gerð. Milliónir heimleys Reyði K0rossur, sum hevur sent fólk og hjálparútgerð til tey raktu økini, roknar við, at fleiri milliónir fólk eru vorðin heimleys. - Trupulleikarnir eru ovurstórir, og tey landa- frøðiligu viðurskiftini gera, at tað er sera torført at út- vega teimum neyðstøddu hjálp, segði leiðarin fyri hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi, danin Jørgen Kristensen, í gjár. Hann segði seg rokna við, at fýra milliónir fólk eru vorðin heimleys av jarðskjálvt- anum. Fleiri túsund hús rapaðu í tí harða jarðskjálvtanum