Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 193 - 11. oktober 2005 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 193, Sp/f Sama Móti, 700 Klaksvík. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Heini Hansen, Mýlnugøta 35, 700 Klaksvík Innkomin sum likvidator: Heini Hansen, Mýlnugøta 35, 700 Klaksvík Átekning: Felagið er tann 22.09.2005 farið í sjálvbodna likvidatión Skráseting Føroya tann 06. oktober 2005 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 97, Sp/f Handils- & Frystivirkið S. F., 600 Saltangará. Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 06.10.2005 Strikingarorsøk: Felagið er strikað eftir samanlegging við skrásetingar-nr. P/F 270, P/F Beta Skráseting Føroya tann 07. oktober 2005 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3617, Sp/f Pure Atlantic, 466 Ljósá. Nevnd: Farin úr nevndini: Sakaris Zachariasen, í Svanga 5, 100 Tórshavn (nevndarlimur) Innkomin í nevndina: Anna Maria Poulsen, 466 Ljósá (nevndarlimur) Skráseting Føroya tann 06. oktober 2005 Kristin Balle ________________________ Fíggjarmálaráðið Stjóri til Lønardeildina Starvið sum stjóri á Lønardeildini er leyst at søkja. Sum dømi um uppgávur hjá Lønardeildini kunnu verða nevnd: • at samráðast við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum • at tulka lógir og avtalur • at flokka størv og at góðkenna individuellar treytir • at gera vegleiðingar og rundskriv um lønar- og setanarviðurskifti • at vera við í tvørgangandi arbeiðsbólkum og nevndum Avbjóðingarnar eru nógvar og umhvørvið er gott við góðum samstarvsfelagum. Vit kundu hugsað okkum at tú hevur útbúgving á kandidatstigi og at tú hevur royndir, sum eru góð barlast í sáttmálasamráðingum. Royndir innan løgfrøðiligt arbeiði eru eisini ein fyrimunur. Tað er týdningarmikið at tú hevur hug og hegni at leiða,ert fyrikomandi, dugir at laga teg eftir umstøðunum og hevur støðufesti. Arbeitt verður á høgum fakligum stigi, so tað eru góðir møguleikar at mennast bæði fakliga og persónliga. Setanarøkið er Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvið er lønt í 38. lønarflokki hjá tænnastumonnum landsins og í eftirlønargjaldi verða goldin 15%.Starvið er ikki tænastumannastarv,men verður sett eftir ser- ligari avtalu. Er tann, sum settur verður, tænastumaður frammanundan, kann starvið verða sett sum tænastumannastarv. Starvið verður sett sum skjótast. Vilt tú vita meira um starvið , kanst tú ringja til Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra, á telefon 352020 ella senda eitt teldubræv til pal@fmr.fo Vit skulu hava umsóknina innan 26. oktober í 2005 kl. 12.00. Hon skal verða send Fíggjarmálaráðnum, Postrúm 2039, 165 Argjum. Fíggjarmálaráðið,lønardeildin,hevur ábyrgd av landsins arbeiðsgevaraheimildum,ið viðvíkja lønum og setanartreytum. Høvuðsuppgávurnar hjá lønardeildini eru tí: • at samráðast við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum • at umsita tænastumannalóggávuna • at flokka størv og at góðkenna individuellar treytir • at ráðgeva hinum ráðunum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum Harumframt umsitur Fíggjarmálaráðið, lønardeildin, eisini tann partin av kommunustýrislóg- ini, sum snýr seg um góðkenningar samb. § 5, stk 5 av kommunalum sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti o.a. Fíggjarmálaráðið, Lønardeildin · Traðagøta 39 · Postsmoga 2039 · FO-165 Argir Tel 352200 · Fax 352201 · E-mail: lnd@lnd.fo · www.lnd.fo Fíggjarmálaráðið Stjóri til Toll- og Skattstovu Føroya Starvið sum stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya er leyst at søkja. Toll- og Skattstova Føroya er ein landsstovnur undir Fíggjarmálaráðnum við 140 starvsfólkum, skipaður við einum stýri og trimum økisskrivsstovum. Planlegging og menning fer fram í Stýrinum, sum heldur til á Argjum, Økisskrivstovurnar kring landið røkja raksturin. Stovnurin er farin undir bygnaðarbroytingar. Uppgávur stovnsins Uppgávur stovnins eru m.a. at umsita: • skattalógina • tolllógina • mvg lógina • kolvetnisskattalógina • avgjaldslógirnar eins og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum Førleikakrøv Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir: • hava útbúgving frá hægri lærustovni • eru visionerir • hava góð samstarvsevnir • hava lætt við at seta seg inn í nýggjar uppgávur • tola at arbeiða undir trýsti • hava hóskandi leiðsluroyndir Setanarviðurskifti Starvið er lønt í 38. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins og í eftir- lønargjaldi verða goldin 15%. Starvið er ikki tænastumannastarv, men verður sett eftir serligari avtalu. Starvið verður sett 1. januar 2006. Umsóknarfreist Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra á telefon 352020 ella senda eitt teldubræv til pal@fmr.fo Vit skulu hava umsóknina innan 26. oktober í 2005 kl 12.00. Hon skal verða send Fíggjarmálaráðnum, Postrúm 2039, 165 á Argjum Tit ringja - vit syngja! bjóða vit okkum til at syn - gja til størri og smærri tiltøk. Ring 54 08 57, Tórshavnar Manskór. Fyri at savna pen - ing til felagsvirksemi hjá kórinum,