Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

STEFAN Í SKORINI Áhugin tykist vera stórur fyri ráðstevnuni, tí longu nú - fýra mánaðir áðrenn stevn- una - hava eini hundrað ung ringt inn og spurt seg fyri. Hetta eru fyrireikararnir glaðir um og hevur givið teimum blóð á tonna til at fara undir hetta arbeiðið. Stevnan er eitt norður- lendskt tiltak, og í okkara grannalondum eru eisini slíkar ungdómsstevnur. Har eru tær fyrst í ávísum økjum í londunum, og síðani verða nøkur vald út at fara á ta landsumfevnandi stevnuna. Haðani fara aftur nøkur til eina stóra norðurlendska stevnu, sum er fyri ung úr øllum Norðurlondunum. Tað eru Rakel Helmsdal úr Føroyum og Hedvig Westerlund úr Finnlandi, ið standa fyri fyrireikingunum av ungdómsstevnuni, sum verður í Norðurlandahús- inum. Vilja stimbra tey ungu Høvuðsendamálið við stevnuni er at stimbra ung listafólk í teirra arbeiði. Ætlanin er ikki, at tey skulu fáa nágreinligar fyriskipan- ir, sum tey síðani skulu ar- beiða eftir, men at tey sjálv skulu taka stig til at fremja egin hugskot. Fyrireikararnir leggja dent á, at øll skulu hava møguleikan fyri at taka lut í stevnuni. Ofta verður tón- leikurin tikin framum, tá talan er um ung og mentan, men her skulu allar lista- greinar umboðast. Stevnan skal skapa sam- bond millum ung, sum hava áhuga í somu listagrein, so tey seinni kunnu arbeiða saman á økinum. Ikki eru nógv listafólk í hasum aldri- num, sum fólk kenna til, og tí er tað umráðandi at tey kunnu arbeiða saman og geva hvørjum øðrum hug- skot. Øll ung millum 13 og 18 ár eru vælkomin á stevnuna, og 3313 brævbjálvar eru sendir út til øll ung, sum eru í tí aldrinum. Luttakaratalið er tó av- markað, tí pláss er bara fyri 60 ungdómum. Tí er best, um tey, ið vilja luttaka, hava okkurt hugskot um, hvørj- um tey ætla sær at arbeiða við. Tey ungu verða býtt í bólkar eftir hvørjari lista- grein tey vilja arbeiða inn- anfyri. Ætlanin er at býtið skal vera javnt millum lista- greinarnar, aldur, kyn og bústaðarøki í Føroyum. Gularótin Eini tíggju av teimum 60 luttakarunum fáa eisini møguleikan at taka lut í eini norðurlendskari ungdóms- stevnu, sum verður eftir nøkulunda sama leisti sum henda. Tey tíggju, sum kanska hava gjørt eitt dygd- argott arbeiði, verða vald út. Henda ungdómsstevnan verður í Svøríki. Fyrireikararnir leggja dent á, at øll fáa nakað burt- urúr stevnuni. Tey fara at knýta nýggj vinabond og fáa avbera góðar umstøður at arbeiða við teirra list hetta vikuskiftið. Rakel Helmsdal sigur, at listarligt arbeiði verður ikki serliga nógv virt í Føroyum, og tað gera tey eina roynd at broyta við hesum tiltak- inum. Tey skapandi evnini verða tí mangan forsømd. - Tey ungu uppliva ofta, at ungdómsmentan og list ikki verða tikin í álvara, sigur Rakel Helmsdal. Á stevnuni fáa tey ungu møguleika at arbeiða saman við vaksnum, sum eru roynd á økinum. Tí fáa tey møguleikan at arbeiða meira professionelt við list- ini. Vár Jacobsen verður sam- skipari. Laufey Blaasvær verður í grafiska verkstað- num. Skriviverkstaðnum stendur Rói Patursson fyri. Páll Danielsen tekur sær av sjónleikinum. Elsa Maria Bærentsen hevur dansin um hendi. Kári Jacobsen fer at leggja tónleikarunum lag á. Guðrið Poulsen fer at standa í verkstaðnum fyri mynd- list. Sjónvarps- og video- verkstaðnum stendur Jákup Weyhe fyri. Stjórin í Norðurlandahús- inum, Helga Hjørvar, held- ur, at eitt stórt tiltak sum hetta avgjørt hevur ligið á láni í Føroyum, og tað er tíð til at fara undir eina slíka ungdómsstevnu. Helga Hjørvar leggur aft- urat, at tey í Norðurlanda- húsinum hava sera góðar royndir við ungdómi, og tí er tað ikki við bangnum sinni, at tey fara undir hesa stevnuna. Freistin at melda seg til er 15. november, og tá skulu tilmeldingarskjølini verða fyrireikarunum í hendi. Ung listafólk skulu sleppa framat Í løtuni eru fyrireikarar í ferð við at gera klárt til ung- dómsstevnuna „Ung í Føroyum 2001“. Hon skal eggja ungum listafólki at arbeiða meira miðvíst við teirra list Fyrireikararnir Rakel Helmsdal og Hedvig Westerlund leggja dent á, at hugskotini skulu koma frá teimum ungu Mynd: Jens Kr. Vang Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 202 - 20. oktober 2000 gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Internet: www.sosialurin.fo Sosialurin Oddagrein Skattalætti og taktikkur VIÐ tíðini eru vit vorðin so von við hesi mongu upplopini hjá formanni fólkafloksins, tá tað ræður um at vinna øðrum neisir og at skapa áhuga um seg sjálvan. Nær hevur hesin framstandandi fólkafloksmaðurin sitið í samgongu og ikki samtíðis borið seg at sum var hann í andstøðu til teir hann er í samgongu við! Hvussu oftani hevur hann ikki verið við til at niðurgera tað, sum aðrir í samgongu hava ábyrgdina av, men samtíðis góðtaka tað! Hetta er ikki okkara politikkur, men vit góðtaka hann og fyri fjøldini kortini at látast sum man ikki góðtekur hann kortini. Vit minnast, hvussu hann megnaði stóra kynstrið at øsa sjálvt táverandi garvaða taktikaran Paula Ellefsen, tá hesir báðir vóru í sam- gongu. Og vit síggja tað aftur nú. Tað fer ikki dagur, at ikki sami oddamaður Fólkafloksins langar út eftir fíggjarmálaráðharranum ella hann á sín egna ironiska hátt ger „gjøldur“ burtur úr øðrum landsstýrisfólkum. NÚ hava vit so oftani hoyrt tikið til, at „hatta er bara Óli“. Jú so er. Men tað er meira enn tað. Tí teir boð- skapir, sum verða meldaðir út í tíð og ótíð frá sama politikara/flokki fáa so stóra rúmd í miðlunum, at vanlig fólk trúgva, at hetta er ramasta álvara. Sum eitt nú tá Fólkaflokkurin gjørdi bart og gjørdi fíggjarmálaráð- harranum púra greitt, at nú skuldi skatturin niður. Kom hann ikki við nøkrum, so vildi Fólkaflokkurin sjálvur leggja uppskot fyri tingið. Men hvat hendi! Fólkaflokk- urin hevur og fer einki uppskot at leggja fram um skattalætta og hann fer heldur ikki at tvinga Tjóðveldið til at gera tað. Nú tíðin er við at renna út fyri at leggja slíkt uppskot fram tekur andstøðan formann Fólka- floksins á tingi uppá orðið og sigur frá, at hon kemur við einum skattalættauppskoti. Breckmann er skjótur at smoyggja sær uttan um og sigur seg nú bara kunna taka undir við einum uppskoti, sum er identiskt við tað hjá Fólkaflokkinum, sum enn bert er ein luftkastell. Sjálvandi vil eitt uppskot, sum tveir andstøðuflokkar leggja fram um skattalætta ongantíð blíva heilt tað sama sum tað Fólkaflokkurin vildi lagt fram. Tí spyrja vit: hvat vil Fólkaflokkurin røkka við øllum hesum upplopunum? At geva fólki skattalætti ella bara spæla samgongupartnararnum eitt puss? Ella er tað bara valgass tvs. til valið at kunna siga: hvat søgdu vit - vit vildu skattalætta, men Karsten vildi ikki koma við honum. Taktikkur og aftur taktikkur. VERULEIKIN er tann, at Fólkaflokkurin vil bæði sleppa at blæsa og hava mjøl í munninum í senn. Tað átti ikki at borið til, men hjá Fólkaflokkinum ber so løgið tað ljóðar nærum alt til. Og tí kunnu menn sum Óli Breck- mann loyva sær „ at spæla hund“ sum teimum lystir: eitt nú við at fyrigikla fólki, at teir vilja skattalætta men í veruleikanum einki hava at hava henda lætta í. Teimum nýtist tað heldur ikki. Teir hava jú maktina kortini. Men tað kemur ein dagur, tá veljast skal aftur. Tá verður tað veljarin, sum skal taka dagar ímillum ærligar intentiónir og reint sagt politiskt bluffnummur. Vit hava sæð hetta í fullveldismálinum eisini. Spurning- urin er, hvussu leingi Fólkaflokkurin kann sleppa væl frá at spæla uppá innantóm skattalættalyfti og nærum okkultlíknandi breiðar semjur í stórpolitiskum málum - uttan at meina nakað sum helst við tað! Álvaratos - hvat vil flokkurin? Øðrumegin sigur hann seg vera trygd fyri, at almennu útreiðslurnar lækka, hinumegin konstaterar hann bara, at tað øvugta hendir. Hinir hava skyldina. Men Fólkaflokkurin er við til at samtykkja hesar hækkingar. Spurningurin er, hvussu leingi tað ber til at „fuppa“ Palleba við slíkum politiskum taktiskum bluffi og hvørja ferð veljarakanningar vísa afturgongd, at siga, at tað skal nokk ganga kortini. Hvussu leingi kann Fólkaflokkurin bara leggja skylduna á Helenu og Karstsen, tí einki var komið ígjøgnum uttan við Fólkafloksins vælsignilsi. Man „blása og hava mjøl í munni-politikkur“ Fólkafloksins eisini fara at bera til hesaferð og geva flokkinum valdið ella! Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Takk fyri sýnda samkenslu við deyða elskaðu konu mína, góðu mammu, vermammu, ommu og lang- ommu okkara JULIU S. JOENSEN Tøkk til tykkara á Norðoya Røktarheimi sum vóru um hana til tað seinasta. Takk til prest og kirkju- tænarar, til sangarar og berarar. Ein hjartans tøkk til tykkara, sum við hjálp gjørdu tað møguligt at jarða hana á Trøllanesi. Takk tit, sum sendu blómur ella gávu til Húsar Kirkju. Takk øll tit, sum fylgdu. Familjunnar vegna Poul Joensen Tøkk Tøkk Hjartaliga takki eg øllum innan- sum uttanlands sum á so hugnaligan hátt gjørdu mær dagin 7.10. so ríkan og ógloymandi. Tit, ið ringdu, fjarritaðu ella sendu gávur og blómur. Takk øll. Karl Jespersen EIRIKUR LINDENSKOV Sp/F Brøður Petersen á Hoyvíksvegnum í Havn er farið í sjálvbodna likvida- tión, og virkið er latið aftur. Nýtt Volvo og Renault um- boð í Føroyum verður eftir øllum at døma Gunnar Justinussen, sum rekur dekksøluna, Dekksentrið, á Hálsi í Havn. Volvo og Renault á aðrar hendur Eftir øllum at døma verður tað Gunnar Justinus- sen í Havn sum fer at selja Volvo og Renault, nú SP/F Brøður Petersen er farið í sjálvbodna likvidatión Tað er greitt, at Gunnar Justinussen hevur verið í samráðingum við SP/F Brøður Petersen um at taka yvir felagið, men roknskap- urin var so vánaligur, at hes- ar samráðingar ikki førdu til nakað. Tí steðgaðu samráð- ingarnar, og felagið fór í sjalvbodna likvidatión. Tað tykist kortini greitt, at Gunnar Justinussen fer at taka yvir umboðið fyri Volvo og Renault. Pápi Gunnar, Osmund Justinussen, eigur handils- bygningin, ið hýsir bila- søluni P/F Meinhard Arge á Hálsi, sum selur Peugeot og Nissan. Sosialurin skilir, at hesin sáttmáli ikki verður brotin, soleiðis at bygning- urin kann hýsa Volvo og Renault, men SP/F Mein- hardt Arge húsast eisini í gamla bygninginum hjá Wenzel Petersen við Oyggj- arvegin, sum tað felagið eigur, og er ætlanin at savna alt virksemið hjá P/F Mein- hardt Arge har. Tí er ikki greitt, hvar Volvo og Renaultbilar fáast til keypst komandi dagarnar. JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Sjálvt fastir motorar, sum standa trygt á landi slítast. Tað má SEV ásanna og sløkti tí herfyri stóra dieselmotorin, sum kom til landið í 1974. Trúgvur hev- ur hann verið í tænastuni. Hann hevur gingið í 71.545 tímar og meðan hann hevur drukkið svarta tjúkka upp- hitaða tungolju, hevur hann drivið ein generator, sum hevur givið streym til sjálvt fjarskotnasta krókin á netin- um hjá SEV. Hósdagin varð sáttmáli undirskrivaður millum SEV og Enmaco Motorer A/S. Motorurin er av slagnum MAK Caterpillar 9CM43, og er 8100 kilowatt ella 11.000 HK. Hann skal leverast á Sundsverkinum 1. mai 2001 og SEV yvir- tekur hann 1. desember 2001. Motorurin kostar 5,3 mió DM ella 20,1 mió. kr. Sev nýggjan motor Gamli motorurin er niðurtikin og her sæst fundamentið til tann nýggja Mynd: Jens K. Vang