fríggjadagur 20. oktober 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 202 - 20. oktober 2000
Nr. 202 - 20. oktober 2000
EDVARD JOENSEN
Ferðafólk, sum koma til
Føroya, leggja væl av
peningi eftir seg. Bæði við
beinleiðis nýtslu í landin-
um, í samband við flutning
og við arbeiði, tey skapa til
aðrar veitarar, sum ferða-
vinnan brúkar. Nakað oman
fyri 200 milliónir, verður
mett í kanningini, sum var
almannakunngjørd miku-
dagin.
Bornholms Forsknings-
center hevur gjørt kanning-
ina fyri Ferðaráð Føroya.
Úrslitið er frágreiðing í
trimum bindum, sum varð
framløgd á tíðindafundi
mikudagin.
Sum slíkum kanningum
líkt, eru nógv tøl og nógvar
talvur at lesa í frágreiðing-
ini. Hóast sagt varð, at
hendan frágreiðingin ikki
bygdi á nágreiniliga tøl,
men í ávísan part framrokn-
ingar av spurnarbløðum,
eru tó rættiliga áhugaverdir
upplýsingar hjá ferðavinn-
uni at arbeiða víðari við.
Ikki tí. Ivaleyst hevur
vinnan framman undan ein
rímiliga góðan varhuga av
tí, sum frágreiðingin stað-
festir.
Hvat tað er fyri fólkaslag,
sum kemur hendanveg,
hvussu leingi tey eru her,
hvar og hvussu tey búgva
og so framvegis.
Tað er kanska eitt serligt
fólkaslag, sum vitjar Føroy-
ar. Sambært kanningini er
meðalaldurin á treimum,
sum vitja okkum 47,2 ár.
45% av teimum vitjandi eru
millum 45 og 65 ára gomul.
Men tað eru fólk, sum vita,
hvat tey vilja, letur til. Tí
ikki færri enn tveir triðingar
av teimum vitjandi hava
eina hægri útbúgving.
Hinvegin siga tey, sam-
bært kanningini, at hóast tey
eru væl nøgd við tað, tey
hava upplivað og fingið í
Føroyum, ætla slakir tveir
triðingar ikki at koma aftur.
Ymiskt var, sum hetta
varð skilt av fólki frá ferða-
vinnuni. Onkur helt tað vera
løgið, meðan onkur helt tað
vera óheppið. Borið varð
saman við Bornholm, har
tað vísir seg, at tað eru somu
ferðafólkini, sum ganga
aftur.
Kanningin vísir kortini, at
tað eru hóast alt nøkur ferð-
andi, sum ætla sær at koma
aftur. 37% av teimum
spurdu søgdu, at tað ætlaðu
tey.
Men víst varð eisini á, at
tað er kanska ikki bara ringt,
at fólk velja nýggj ferðamál.
Tey, sum hava verið, og siga
seg vera væl nøgd, kunnu
virka sum góð reklama fyri
onnur, sum so møguliga
velja at koma hendanveg.
Og sum Charlotte Rassing
frá Bornholms Forsknings-
center segði, skulu føroy-
ingar ikki verða so harmir
um, at somu fókini ikki
ganga aftur. Ti tey doyggja
einaferð, og tá er hóast alt
gott, at onkur annar kemur
at vitja.
Tað vísir seg, at tað eru
fólk, sum koma til eitt nú
ráðstevnur, sum leggja flest-
ar pengar eftir seg í Føroy-
um. Hetta verður hildið at
koma av, at tey vanliga ikki
Ferðavinnan gevur pengar
Ferðafólk brúka góðar tveyhundrað
milliónir krónur árliga í samband við
ferðing í Føroyum, sigur Bornholms
Forskningscenter í kanning, sum varð
almannakunngjørd mikudagin
EDVARD JOENSEN
Skála: Skipasmiðjan á
Skála fær betri umstøður at
arbeiða upp á størri skip, nú
havnarlagið verður víðkað
niðan fyri byggihøllina.
Tað er eftir ynski frá
Skipasmiðjuni á Skála, at
Skála Kommuna er farin
undir at gera størri bryggju-
pláss framman fyri byggi-
høllini, sigur Símun Pauli
Berg, bygdarráðsformaður
á Skála.
Tað er soleiðis, sigur
hann,
at
Skipasmiðjan
gjørdi vart við, at tað var
eitt sindur óarbeiðsligt hjá
teimum, tá stóru trolararnir
lógu við bryggju, og bæði
fólk og útgerð skuldu flytast
upp fyri skipssíðurnar, sum
eru rímiliga høgar á hesum
skipunum.
Tað er nógv lættari og
arbeiðsligari at leggja eina
brúgv upp gjøgnum trol-
sliskuna á reyvini og so
ganga tann vegin. Men hes-
in møguleikin var ikki á
Skála, tí eingin krókur var
at leggja skipini í, soleiðis
at til bar at leggja hesa
brúnna upp eftir hekkuni á
skipunum.
Nú er Skála Kommuna so
í gongd við eina útbygging,
sum fer at gera hetta møgu-
ligt, sigur Símun Pauli
Berg.
Framman fyri byggihøll-
ini verða gjørdir 40 metrar
av atløgubryggju innan fyri
mittastu bryggjuna. Arbeið-
ið verður gjørt í tveimum
stigum, og fyrra byggistig
er komið nakað áleiðis.
hetta fyrra byggistigið fer
at umfata helvtina ella 20
metrar av bryggjukanti.
Kanturin verður stoyptur
inn eftir úr verandi pieri, og
so verður fylt út innanfyri.
Tá annað byggistig verður
liðugt,
røkkur
nýggja
bryggjan inn móti beding-
ini. Við nýggju bryggjuni
verður rokkið út á seks
metra dýpi. Neyðugt verður
ikki at leingja pierin út eftir,
sigur bygdarráðsformaður-
in. Pierurin er nóg langur
til, at øll skip, sum vanliga
koma á Skála, kunnu liggja
við hann. Tað er byggifelag-
ið J&K Petersen, sum ger
arbeiðið. Kostnaðurin fer at
liggja um 1,6 millión krón-
ur, sigur bygdarráðsformað-
urin.
Havnarútbygging
á Skála
Skála Kommuna víðkar havnarlagið niðan fyri
byggihøllina hjá Skipasmiðjuni. Eisini verða nýggj vatn-
reinsiverk gjørd á Skála og í Skálafirði
Símun Pauli Berg, bygd-
arráðsformaður á Skála
sigur, at tosað hevur verið
um at dýpa turrdokkina hjá
Skipasmiðjuni. Enn er einki
ítøkiligt komið til Komm-
ununa um tað, sigur hann.
Men um so verður, verður
eisini neyðugt at dýpa havn-
ina uttanfyri. Tí tað ber ikki
til at tey skip, sum skulu í
dokk, ikki sleppa inn, tí ov
grunt er uttanfyri. Men enn
liggur tann ætlanin úti í
framtíðini, sigur bygdar-
ráðsformaðurin á Skála,
hóast hann ikki metir, at hon
er langt burtur.
Tað eydnaðist ikki at fáa
viðmerking frá leiðsluni á
Skipasmiðjuni á Skála,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
Av øðrum virksemi hjá
Skála Kommunu er vatn-
reinsiverk, sum skal gerast,
sigur Símun Pauli Berg.
Hann sigur, at reinsiverkið
skal gerast liðugt í hesum
árinum. Tað verða í grund-
ini tvey verk, sigur hann.
Eitt á Skála og eitt í
Skálafirði, sum eisini hoyrir
til Skála Kommunu.
Nomatek hevur fingið
hetta arbeiðið at gera, og tað
fer at kosta umleið eina
millión krónur, sigur Símun
Pauli Berg, bygdarráðsfor-
maður á Skála.
gjalda ferð og uppihald
sjálv. Tað ger ofta arbeiðs-
plássið ella tann, sum sendir
tey á ráðstevnu, meðan van-
ligi ferðamaðurin, sum fyrst
hevur brúkt pening til ferð-
ina, seinni ansar eit sindur
eftir, hvat brúkt verður.
Nógv tann størsti parturin
av ferðafólkinum, sum
kemur hendanveg, kemur úr
Danmark. Heili 68% eru
danir. 17% eru úr hinum
Norðurlondunum, meðan
bara 5% eru týskarar, hóast
tað fyri mong kann tykjast,
sum teir eru nógvir her. 8%
koma aðrastani úr Europa,
meðan restin er bólkað und-
ir einum.
Tveir triðingar av ferða-
fólkunum, sum koma til
Føroya, eru fólk, sum eru
fyrstu ferð, meðan hin sein-
asti triðingurin hevur verið
her fyrr, vísir kanningin.
Heri Niclasen, í miðjuni, er stjóri á Ferðaráði Føroya, sum hevur latið kanningina gera
Atløgumøguleikarnir
verða nógv betri framman
fyri byggihøllini á Skála,
tá havnarútbyggingin
verður liðug
Mynd: Edvard Joensen
STEFAN Í SKORINI
Evnið á ráðstevnuni verður
flutningur sjóvegis og loft-
vegis, og spurningur verður
settur, um vit kunnu fáa
meira burturúr við at menna
flutningskervið.
Føroya Ráfiskakeypara-
felag sigur, at „røddir hava
verið frammi um, at flutn-
ingurin úr Føroyum, sum
hesin er skipaður í løtuni,
avmarkar víðari menning av
vinnuni. Tí hevur Føroya
Ráfiskakeyparafelag tikið
stig til fiskivinnutingið, sum
er ætlað at verða íblástur hjá
teimum, sum fáast við flutn-
ing í Føroyum í dag“.
Tingið er fyrst og fremst
ætlað fiski- og alivinnuni.
Umboð fyri veiðuliðið,
framleiðarar og útflytarar
eru við á tinginum, og sjálv-
andi eru flutningsfeløgini
eisini við á tinginum. Al-
menna umsitingin, sum í
hesum føri er Vinnumála-
stýrið og Fiskimálastýrið,
verður umboðað á ráðstevn-
uni. Skúlaflokkar hava víst
tiltakinum áhuga, og næm-
ingar og lærarar frá Fiski-
vinnuskúlanum og Handils-
skúlanum verða millum
luttakararnar.
Fiskivinnuting í Norður-
landahúsinum
Í dag skipar Føroya Ráfiskakeypara-
felag fyri fiskivinnutingi í Norður-
landshúsinum. Evnið verður verður
fiskaflutningur, sum nøkur halda
kundi verið betri
Føroya Ráfiskakeyparafelag skipar fyri fiskivinnutingi í Norðurlandahúsinum í dag
Mynd: Jens Kr. Vang