fríggjadagur 20. oktober 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 202 - 20. oktober 2000
Nr. 202 - 20. oktober 2000
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 42
VIKA 42
1 Thr
1 Three Kings
ee Kings
2 American Beauty
2 American Beauty
3 Double Jeopar
3 Double Jeopardy
dy
4 Anna og Kongen
4 Anna og Kongen
5 Jeanne d'Ar
5 Jeanne d'Arc
6 Den gr
6 Den grønne mil
nne mil
7 Man on the Moon
7 Man on the Moon
8 Stigmata
8 Stigmata
9 Robotmennesket
9 Robotmennesket
10 Fir
10 Fire on the Amazon
e on the Amazon
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
The Beach
Mission to Mars
JOHN JOHANNESSEN
Formaður Javnaðarfloksins
vil ikki geva Høgna Hoydal
eina umbering fyri, at hann
segði landsstýrið vera eina
vittigheit, tá tað heitti á ST
um at kanna møguleikarnar
fyri at fáa ein triðja part upp
í fullveldissamráðingarnar.
Hetta ger Jóannes Eides-
gaard greitt í opnum brævi
til Høgna Hoydal í bløðun-
um í dag.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at ein umbering er neyðug,
um tú hevur borið teg skeivt
at møti øðrum, og hann
heldur, at tað ikki fer nakað
av nøkrum okkara, um vit
biðja um eina umbering, tá
tørvur er á henni.
– Men hvørki tú, Høgni
Hoydal, ella Føroya fólk,
sum tú í reinari fáfongd
hevur hug at seta líkheits-
tekin ímillum, fáa eina um-
bering frá mær um tað, sum
eg havi sagt í ST-málinum
ella øðrum málum av líkn-
andi slag. Tey orð, sum eg
havi sagt, tey standi eg við
og vil fegin kennast við, sig-
ur Jóannes Eidesgaard.
Barnalótir
Í brævinum finnist Jóannes
Eidesgaard eins harðliga at
Høgna Hoydal, sum Høgni
Hoydal finnist at Jóannes
Eidesgaard í brævinum,
hann sendi út fyrr í vikuni.
Jóannes Eidesgaard sigur
seg ikki kunna taka Høgna
Hoydal í fullum álvara, tá
hann sendir út eitt alment
bræv við yvirskriftini »Eru
føroyingar ein vittigheit ella
ein serstøk tjóð?«.
– Ta einu løtuna helt eg
satt at siga ikki, at ein maður
í tínum starvi ikki hevði
Eingin umbering til Høgna
Jóannes Eidesgaard sýtir fyri at geva Høgna Hoydal og føroya fólki eina
umbering fyri tað, hann segði um landsstýrið, tá tað vendi sær til ST í sambandi
við samráðingarnar um fullveldi
stundir til slíkar barnalótir,
sigur Jóannes Eidesgaard í
brævi sínum.
– Hetta opna bræv títt er
eitt týðuligt dømi um mann,
sum ber seg desperat at.
Væl kann tað vera, at tú
sært, at títt fullveldisprojekt
ikki ber á mál, men hóast
so, so mást tú taka tað sum
ein maður í staðin fyri at
skjóta til høgru og vinstru,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloks-
ins vísir Høgna Hoydal á,
at hann heldur tað vera løgi,
at samgongan altíð vil hava
aðrar at siga okkum, hvørji
vit eru. Í hesum sambandi
sipar hann til frágreiðingina
hjá Gudmundi Alfredssyni,
ið staðfestir at Føroyar eru
tjóð.
– Sjálvandi eru føroying-
ar ein tjóð, tað hava vit før-
oyingar altíð vitað. Men tá
hesin spurningurin eftir øll-
um at døma er ein trupul-
leiki fyri teg og fyri Tjóð-
veldisflokkin, so kunnu tit
sjálvsagt spyrja útlendingar.
Men vælsignaðir menn
gjaldið tað so sjálvir, sigur
Jóannes Eidesgaard í bræv-
inum til Høgna Hoydal.
Vil ikki spyrja
stjórnina
Í almenna brævinum frá
Høgna Hoydal til Jóannes
Eidesgaard, heitti Høgni
Hoydal á Jóannes Eides-
gaard sum fólkatingslim,
um at seta fram fyrispurning
til donsku stjórnina, um hon
metir Føroyar sum serstaka
tjóð.
Men hetta ætlar Jóannes
Eidesgaard sær ikki at gera.
– Eg kundi tað sama spurt
teir, hvat klokkan var. Hví
skulu aðrir og helst útlend-
ingar siga okkum tað, sum
vit frammanundan vita? Er
hetta eitt tjóðveldiskompl-
eks, ella er hetta enn eitt
dømi um politiska ómegd,
spyr Jóannes Eidesgaard.
– Skulu vit tosa um eina
umbering, so kundi tú hósk-
andi biðið Føroya fólk um
eina umbering fyri, at tú
saman við samgonguni hev-
ur lagt alt vanligt politiskt
arbeiði lamið nú í skjótt
hálvttriðja ár. Tú kundi
hóskandi biðið Føroya fólk
um eina umbering fyri at
hava bilt teimum inn, at títt
fullveldi ongar avleiðingar
fær av nøkrum sum helst
slag, sigur Jóannes Eides-
gaard við Høgna Hoydal.
Formaður Javnaðarfloks-
ins endar brævið við at heita
á Høgna Hoydal um at gev-
ast við at spæla politikk.
JOHN JOHANNESSEN
Á fundi millum ting- og
landsstýrismanningina hjá
Tjóðveldisflokkinum miku-
kvøldið gjørdi flokkurin av,
at skipbrotið, sum Tórbjørn
Jacobsen í januar var úti fyri
og hevði ábyrgdina av, ikki
skal fáa politiskar avleið-
ingar.
Tórbjørn Jacobsen skal
bert rinda bótina, sum er
7.000 krónur, og framhald-
andi greiða almenninginum
frá øllum lutum í málinum.
Tjóðveldisflokkurin sigur
seg í tíðindaskrivi vera
samdan um, at tað er álvars-
mál, um landsstýrismenn
verða skuldsettir, ákærdir
ella koma í rættin fyri brot
á lóggávuna. Men sam-
stundis vísir flokkurin á, at
tað er neyðugt at skilja
ímillum, hvat málið snýr
seg um.
Politisk meting
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins, sigur í
tíðindaskrivinum, at tað í
slíkum førum, sum hesum,
er umráðandi at gera sær
nakrar spurningar greiðar,
áðrenn støða verður tikin.
Spurningarnir eru, um tal-
an er um eitt mál, sum hevur
við embætisførsluna hjá
einum landsstýrismanni at
gera, um talan er um brot á
revsilógina, um talan er um
brot á áðra lóggávu og um
talan er um viljað, óviljað
ella hediligt brot, um talan
er um mál, sum eru av-
greidd og kend ella talan er
um annað, sum kann verða
tyngjandi út frá eini polit-
iskari meting.
Tá hetta er gjørt, heldur
flokkurin, at ein politisk
meting í hvørjum einstøk-
um føri má gerast, um hvørt
brotið er tyngjandi fyri ein
persón, ein politikara og ein
flokk.
Tað er júst hetta, Tjóð-
veldisflokkurin í hesum føri
hevur gjørt. Og niðurstøðan
er, at tað í hesum føri er
talan um eina hending, sum
var alment kend og væl lýst,
áðrenn Tórbjørn Jacobsen
gjørdist landsstýrismaður,
og sum einki hevur við
hansara embætisførslu at
gera.
– Málið kemur upp, tí tal-
an eftirfylgjandi verður um
skuldseting fyri óviljað brot
á sjólógina í sambandi við
skipbrotið, sum skiparin
hevur tikið fulla ábyrgd av,
sigur formaður Tjóðveldis-
floksins í tíðindaskrivinum
Í hesum sambandi vísir
hann eisini á, at tað sambært
upplýsingum frá Sjóvinnu-
fyrisitingini
er
vanlig
mannagongd, at skiparar fáa
uppskot um bót í sambandi
við skipbrot.
– Talan er um hendiligt og
óviljað brot, sum ikki fær
nakrar víðari avleiðingar
fyri skiparan, vísir Høgni
Hoydal á.
Skipbrotið fær
ongar avleiðingar
Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt av, at
tað ikki skal fáa politiskar avleiðingar
fyri Tórbjørn Jacobsen, at hann hevur
fingið bót fyri at hava ábyrgdina av, at
Halgafelli sakk í januar
Skipbrotið hjá Tórbjørn Jacobsen fær ongar politiskar
avleiðingar. Tá hann hevur rindað bótina á 7.000 krónur,
er málið úti av verðini
Jóannes Eidesgaard hevur
sent Høgna Hoydal eitt
hvast opið bræv, har hann
sýtir fyri at koma við eini
umbering fyri tað, hann
hevur sagt í sambandi við,
at landsstýrið herfyri vendi
sær til ST um fullveldis-
spurningin
ÓLAVUR Í BEITI
Er
landsstýrismaðurin
kunnugur við trupulleikarn-
ar í Eysturoyartunnlinum ?
Nær ætlar landsstýrismað-
urin at fara undir at loysa
trupulleikarnar í tunnlinum?
Í hvørji raðfylgu verða ar-
beiðini gjørd? Nær ætlar
landsstýrismaðurin, at ar-
beiðið í Eysturoyartunnlin-
m skal vera liðugt? Hetta
vildi Alfred Olsen, løgtings-
maður, hava at vita frá
Bjarna Djurholm, sam-
ferðslumálaráðharra.
Í svarinum, sigur Bjarni
10 mió. kr. til
Norðskálatunnilin
Í 2001 verður loftið á tunlinum reinsað og betongsprænt fyri at tryggja loftið í
framtíðini, sigur Bjarni Djurholm m.a. í svari til fyrispurning
Djurholm,
sum
nevnir
Eysturoyartunniln
fyri
Norðskálatunnilin, at hesin
tunnil er ein sera týðandi
partur av samferðslukerv-
inum. Ferðslan er í miðal
2250 akfør um samdøgrið,
315 av hesum eru tung
ferðsla, og tí er umráðandi,
at tunnilin er í so góðum
standi sum gjørligt.
– Hóast javna viðlíka-
halds- og eftirlitsarbeiðið,
so tørvar tunlinum umfat-
andi ábøtur fyri at dagføra
og framtíðartryggja tunn-
ilin, so at hann eisini lýkur
nýggjastu galdandi krøv.
Verður Norðskálatunnilin
samanborin við bæði Leir-
víkstunnilin og Kollfjarðar-
tunnilin, er hann myrkur og
vátur, og tørvur er á at asf-
altera vegbreytina, sigur
samferðslumálaráðharrin.
Liðugt í 2002
Og hann sigur, at ætlanin er
at nýta 10 mió. kr. til Norð-
skálatunnilin næstu tvey
árini. 4 mió. kr. eru settar
av til endamálið í fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri
2001, og 6 mió. kr. verða
ætlandi settar av í 2002, tá
arbeiðið eisini skal verða
Løgmaður fær ongan
kanningarstjóra
Løgtingið samtykti í mikudagin, at eingir pengar skulu játtast løgmanni til at fáa
ein løgfrøðing at gera eina niðurstøðu um embætisførsluna hjá Helenu Dam á
Neystabø í pensjónsmálinum
JOHN JOHANNESSEN
Vil løgmaður ikki taka eina
støðu, um hvat skal skal
henda við Helenu Dam á
Neystabø í sambandi við
embætisførslu hennara í
pensjónsmálinum, hevur
hann bert ein møguleika
eftir.
Løgmaður kann nú bert
royna at fáa 13 tigmenn at
heita á formansskapin í løg-
tinginum um at seta ein
kanningarstjóra.
Hetta gjørdist endaliga
greitt á tingfundinum miku-
dagin.
Á hesum tingfundinum
samtykti
løgtingið
eitt
broytingaruppskot frá fíggj-
arnevndini til eykajáttanar-
uppskotið fyri september. Í
broytingaruppskotinum
mælir ein samd fíggarnevnd
til, at strika umbidnu játtan-
ina frá løgmanni, um at fáa
400.000 krónur til at gera
eina løgfrøðisliga niður-
støðu í pensjónsmálinum.
Tað var eisini eitt samt
løgting, ið tók undir við hes-
um. Av teimum 28 tinglim-
unum, sum vóru á fundi, tá
atkvøtt varð, atkvøddu allir
fyri broytingaruppskotinum,
og merkir hetta, at løgmaður
ikki fær sett nakran løgfrøð-
ing at gera eina niðurstøðu
fyri seg.
Tí er eisini lítið sannlíkt,
at seinasti útvegur løgmans,
sum er at fáa 13 tinglimir at
heita á formansskapin um at
fáa kanningarstjóra, fer at
eydnast.
Eydnast tað ikki løgmanni
at fáa eina kanningarstjóra,
er hann sambært stýrisskip-
anarlógini, sjálvur noyddur
at meta um, hvørt málið skal
fáa politiskar avleiðingar
fyri Helenu Dam á Neystabø
ella ikki.
Løgmaður verður helst einsamallur noyddur at meta um,
hvørt pensjónsmálið skal fáa avleiðingar fyri Helenu Dam
á Neystabø ella ikki
62 búpláss tey
næstu 5 árini
Almanna- og heilsumálaráðharrin hevur
sett sær fyri í ár 2001, at serstovnurin í
Klaksvík verður liðugur síðst í árinum,
og at hann kann hýsa 10 brúkarum
ÓLAVUR Í BEITI
Tað var Katrin Dahl Jakob-
sen sum herfyri spurdi
Helenu Dam á Neystabø,
um almanna- og heilsu-
málaráðharrin hevur sett
sær nøkur mál viðvíkjandi
íbúðarmøguleikum
hjá
brekaðum, og sum skulu
náast hetta valskeiðið. Eis-
ini vildi spyrjarin hava at
vita, hvussu henda ætlan
fór at síggja út, og so varð
spurt, um rættindi á sosiala
og bústaðarliga økinum hjá
teim brekaðu.
Í svarinum, sigur Helena
Dam á Neystabø m.a., at
verandi forsorgarlóg gevur
okkum heimildina at út-
vega bústaðir til tey brek-
aðu, og fíggjarlógin gevur
okkum ta fíggjarligu heim-
ildina til sama endamál.
Forsorgorlógin
áleggur
ikki myndugleikunum, at
øll brekað fólk hava ein
bústað.
– Sum skipanin er í dag,
so velst skyldan at veita
brekaðum hjálp til eina og
hvørja tíð um játtanir, og
hvussu langt játtanirnar
røkka. Skal tað staðfestast
við lóg, at landið ella
møguliga kommunurnar
hava skyldu til at útvega
bústað til øll brekað eins
væl og sálarliga sjúk, røkt-
arsjúklingar,
dementar
borgarar og onnur, so er
neyðugt at hækka játtan-
irnar til bæði íløgur og
rakstur munandi. Hetta ber
ikki til at gera í einum, sig-
ur Helena Dam á Neysta-
bø.
Tørvurin lýsast
Helena Dam á Neystabø
upplýsur í svarinum, at hon
hevur heitt á Serforsorgina
um at lýsa tørvin sum
heild, og hvussu Serfor-
sorgin metir um langtíðar-
tørvin. Serforsorgin hevur
upplýst, at um bústaðar-
tørvurin hjá menningar-
tarnaðum og fólki við breki
annars skal nøktast tey
næstu árini, er neyðugt at
útvega í minsta lagi 62 bú-
pláss tey næstu 5 árini. Í
uppgerðini eru bert fá av
teimum sálarsjúku við, og
av og á koma nýggir brúk-
arar á listan við bráðfeingis
tørvi.
– Yvirlitið hjá Serforsorg-
ini vísir eina ætlan, har 43
nýggj búpláss tey næstu
fimm árini kunnu fáast til-
vega, um neyðug játtan
verður sett av til tess. Har-
av eru tey 20 skrásett sum
»bráðfeingis« og 23 við aðr-
ari raðfesting.
Viðvíkjandi serstovnurin
í Klaksvík, verður upplýst,
at hann verður liðugur síðst
í árinum, og at hann kann
hýsa 10 brúkarum, og al-
manna-og heilsumálaráð-
harrin roknar við, at búfólk-
ið skal kunna flyta inn um
ársskiftið 2002.
– Somuleiðis havi eg sett
mær fyri, at verandi bú-
stovnar fáast at virka optim-
alt. Nakrir av stovnunum,
sum virka í dag, eru ikki fult
settir, og kunnu fimm fólk
flyta inn á hesar. Mett verð-
ur, at játtanin, sum er avsett
á fíggjarlógini fyri ár 2001,
røkkur til hesi endamál. Vil
væl til, verða vit møguliga
før fyri at fremja aðrar
smærri ábøtur næsta ár inn-
an tann játtanarkarm, sum
er avsettur.
4,6 mió. kr
Í fíggjarlógini fyri 2001 er
skotið upp at játta eina
millión til endamálið at bøta
um viðurskiftini hjá teimum
sálarliga sjúku. Við hesari
upphædd metir Helena
Dam á Neystabø ikki at
loysa málið, men skjøtul
verður settur á ein alt ov
gamlan og stóran trupul-
leika, og møguligt verður at
fáa tilvega haldgott grund-
arlag hjá Løgtinginum at
taka støðu til, hvussu vit í
einari langtíðarætlan bøta
um bústaðarviðurskiftini
hjá sálarsjúkum, sigur al-
manna- og heilsumálaráð-
harrin.
Mett verður at stovnurin
í Klaksvík fer at kosta 4,6
mió. kr., og peningur er sett-
ur av á fíggjarlógini til hetta.
liðugt.
Og viðvíkjandi raðfylgj-
uni, sigur Bjarni Djurholm,
at í 2001 verður loftið á tunl-
inum reinsað og betong-
sprænt fyri at tryggja loftið í
framtíðini. Í 2002 verður
vegabreytin fresað og asfalt-
erað, vegaøkslirnar drenaðar
og ljós, ventilatión og
trygdarútgerð
sett
upp,
soleiðis at tunnilin verður
ljósur, turrur og slættur at
koyra ígjøgnum og trygdin
enn betri.
Góða hálva millión árliga
ÓLAVUR Í BEITI
Finnbogi Ísakson, løgtings-
formaður, leggur í dag fram
Løgtingsformaðurin leggur nú uppskot
fram viðvíkjandi Løgtingsins umboðs-
manni, og verður lønin grundað á árligu
lønina í 40. lønarflokki í tænastumanna-
lógini, sum er uml. 526.000,- kr.
uppskot um Løgtingsins
umboðsmann, sum verður
samsýntur samvarandi 40.
lønarflokki í tænastumanna-
lógini, íroknað vanliga við-
bót. Formansskapur Løg-
tingsins kann harumframt
eftir umstøðunum veita um-
boðsmanninum eitt persón-
ligt ískoyti, verður sagt í
uppskotinum.
Sambært viðmerkingun-
um hjá løgtingsformannin-
um, verður kostnaðurin av
lógaruppskotinum umleið
526.000,- kr., haraftrat
koma 15% í avsetingum til
eftirløn og møguligt persón-
ligt ískoyti, íalt millum 600
og 650.000,- kr. árliga. Aft-
urat hesum koma so ávísar
óregluligar útreiðslur, sigur
løgtingsformaðurin í við-
merkingunum.
Ógegni
Viðvíkjandi spurninginum
um ógegni, sigur løgtings-
formaðurin, at tað hevur ikki
borið til at funnið ein ráði-
ligan hátt at gera ítøkiligar
lógarreglur fyri ta sam-
sýning, ið skal verða veitt
til tann, ið settur verður, tá
umboðsmaður gerst ógegn-
igur. Mannagongdin í okk-
ara grannalondum er tann,
at slíkt arbeiði verður gjørt
upp á rokning, og hevur
hetta í flestu førum ikki
havt trupulleikar við sær.
Og viðvíkjandi farloyv-
inum sigur Finnbogi Ísak-
son í uppskotinum, at um-
boðsmaður hevur krav um
farloyvi úr borgarliga starvi
sínum, meðan hann er um-
boðsmaður og í starvi hjá tí
almenna. Slíkt farloyvi
eigur at verða viðgjørt eins
og onnur farloyvi t.e., at
umboðsmaðurin hevur rætt
at koma aftur í starv, men
hevur hann ikki krav um at
fáa júst tað sama starvið aft-
ur, sum hann hevði framm-
anundan.