fríggjadagur 20. oktober 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 202 - 20. oktober 2000
Nr. 202 - 20. oktober 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyrsta serføroyska íløgufel-
agið er nú stovnað. Fyri
kortum tók Kaupthing Før-
oyar stig til at seta á stovn
Íløgufelagið
Kaupthing
Føroyar Invest, og tá reglu-
gerðir og annað er góðkent
einaferð í desember, verður
farið ígongd við at selja
íløguprógv.
Á tíðindafundi í hølunum
hjá Kaupthing Føroyar í
gjár,
greiddi
stjórin
í
Kaupthingi, Petur Holm frá
íløgufelagnum, sum verður
býtt í tvær deildir. Ein, sum
skal gera íløgur í norður-
lendsk partabrøv, meðan hin
deildin skal gera íløgur í
lánsbrøv í donskum krón-
um.
Hóast felagið er stovnað
sum eitt føroyskt felag, so
er tað kortini ikki meira før-
oyskt enn so, at felagið í
fyrsta umfari hevur heim-
stað í Danmark. Lóggávan,
sum skal verða grundarlag
undir slíkum feløgum her á
landi, er ikki lýst, og enn
vita aktørarnir á fíggjar-
marknaðinum einki um nær
henda lóggáva verður sett í
gildi. Tí er felagið stovnað
eftir danskari lóggávu og
við heimstaði í Danmark.
Altjóða felag
Í lóggávuni fyri slík feløg,
stendur, at minstaupphædd
fyri íløgum er 10 milliónir í
hvørjari deild. Hóast tað
sjáldan plagar at vera nakar
trupulleiki at røkka hesi
upphæddini, so er ikki
óvanligt, at fáa ein peninga-
stovn at seta trygt fyri, at
upphæddin verður seld.
Hesari trygd er Sparikass-
in, sum eisini er samstarvs-
felagið hjá Kaupthingi,
komin við, og tað merkir,
at verða bara átta milliónir
seldar í íløguprógvum, so
keypir Sparikassin tær sein-
astu báðar milliónirnar.
Tá hugt verður eftir,
hvussu nógv stendur á bók
í føroysku peningastovnun-
um, so skuldi ikki fari at
verið nakar sum helst trup-
ulleiki, at fingið fatur á
teimum 20 milliónunum,
sum í minsta lagi skulu í
felagið.
Fyri at rudda allan slíkan
iva burtur, er nevndin í fel-
agnum manna við fólki frá
altjóða
deildum
Kaup-
things, sum á tann hátt, eis-
ini fáa serligan áhuga fyri
føroyska íløgufelagnum. Tí
er heldur ikki óhugsandi, at
útlendingar fara at keypa
íløguprógv í »føroyska«
íløgufelagnum, sum á tann
hátt kemur at kappast við
onnur íløgufeløg.
Føroyski
virðisbrævamarknaðurin
Sum kunnugt hevur nógv
verið tosað og skrivað um
ein føroyskan virðisbræva-
marknað. Hesin er á veg,
men tað fer helst at taka
nøkur ár, áðrenn hann fer at
standa í fullum blóma. Á
tíðindafundinum var ikki
dult, at eitt av endamálum
felagsins er, at virka á før-
oyska virðisbrævamarknað-
inum fyri á tann hátt, at fáa
gongd á eina menning av
føroyskum vinnulívi.
Bæði Peter Holm, Wil-
hem Petersen og Marner
Jacobsen vístu á týdningin
fyri virðisbrævamarknaðin,
at hava eitt slíkt íløgufelag,
sum skal gera íløgur í før-
oysk feløg, sum einaferð
koma á marknaðin.
Tað verður Kaupting Før-
oyar, sum skal hava rakst-
urin av íløgunum hjá nýggja
felagnum um hendi, um enn
tað er nevnd felagsins, sum
hevur Wilhem Petersen til
formann,
sum
hevur
ábyrgdina av felagnum.
Íløguprógvini vera at fáa
til keyps í Kaupthingi og í
Sparikassanum.
Fyrsta
føroyska
íløgufelagið
stovnað
Kaupthing Føroyar hevur, saman við
Sparikassanum og øðrum, stovnað
fyrsta serføroyska íløgufelagið. Eitt av
endamálunum er at seta ferð á føroyska
virðisbrævamarknaðin, tá hann kemur,
men í fyrsta umfari verður hugt út um
landoddarnar
Petur Holm
KETLAR
Teir væl-
umtóktu ketlarnir
eru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum
og fáið eitt gott tilboð.
Vit hava serkøn fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu.
- Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum
MARIA POULSEN & CO
Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000
Fáa tit ikki blaðið
leygardagar?
Vinarliga ring tel. 214118, um t sum
haldari ikki f¾rt leygardagssosialin.
BoÝar t ikki fr innan kl. 15.00
leygardag, hava vit ikki m¿guleika
fyri at bera leygardagsblaÝiÝ t.
Vit útvega eisini:
Plastbakkar
Pakkibond, tape
Merkir, etikettir
Knívar
Kitlar, húgvur,
handskar, svintur o.l.
Ymisk tól til ídnaðin
Reingerðisevnir
Tilsetningsevnir
Plattar
Ráðgeving í tilevning
av pakkitilfari
...sjálvandi til besta prísin!!
Staravegur 5, P.O. Box 3099
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 35 30 00
Fax +298 35 30 10
E-mail: farpack@farpack.com
Føroya størsta
úrval av
PAKKITILFARI
úr karton,
bylgjupapp og plast
innan øll vinnuøkir
*
*
*
*
*
*
*
*
*
*
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008
-maskinurnar
sum halda!
• Gravmaskinur –nógv model
• Lessarar við óteljandi møguleikum!
Vælegnaðar til byggi-
virkir, entrepenørar,
bøndir, jarðarbrúk o.a.
Keyp góðsku
– keyp Bob Cat!
Sosialurin - 311820
Fáast í tínum klædnahandli
Tel. 319591
Tann breiði elastikkanturin
forðar fyri merkjum á beinunum
og ger at sokkurin passar perfekt
Knæsokkar fra DIM
Skúlagerði - 430 Hvalvík
tel +298 422456
far+ 298 286458
fax + 298 422458
andrass@post.olivant.fo
heima.olivant.fo/-andrass
Skorsteins-
sóparin
er við til at halda
umhvørvið reint
Jimex Brenniovnar
Isokern Skorsteinsbjálving
Isokern Skorsteinselementir
Lúkur - Fuglaristir
Ventilar - Roykhattar
Andrass á Krossbrekku
Fáast í tínum klædnahandli
Tel. 319591
EYÐUN KLAKSTEIN
Ógvusliga stríðið millum
ísraelar og palestinar hevur
tveitt ein myrkan skugga
yvir ferðina hjá Ann-Britt
Schiller Israeli og hennara
familju til heimlandið hjá
manninum.
Við sær hava Ann-Britt
og maðurin Ronen allar
tríggjar døturnar hjá sær, og
óttin fyri ófriði og stríði
hevur fingið familjuna at
broyta ætlan fyri ferðina.
– Vit ætlaðu okkum at
ferðast runt í Ísrael til skyld-
fólk, sum maðurin hevur
ymsastaðni, men vit stúra so
nógv fyri ófriðinum, at vit í
løtuni halda okkum í Tel
Aviv, her tað er friðarligt,
sigur Ann-Britt.
- Men sjálvt um tað er
friðarligt her, sum vit eru,
so er ófriður á fólki, og tey
stúra fyri, at veruligt kríggj
skal bresta á. Fólk eru alla
tíðina stand-by, og tey
fylgja væl við tíðindunum í
fjølmiðlunum.
Á markinum til kríggj
Umfatandi ófriður hevur
seinastu vikurnar verið í
sjálvstýrandi økjunum hjá
palestinum, og hetta hevur
eisini havt við sær eina sera
spenta støðu í Ísrael.
Nógv fólk hava latið lív
seinastu vikurnar, og enn
fleiri hava fingið skaða í
samanbrestunum millum
herfólk hjá ísraelum og pal-
estinar.
Ófriðurin hevur verið á
markinum
til
veruligt
kríggj, og í løtuni fer fram
eitt umfatandi diplomatiskt
virksemi fyri at fáa frið í
lag og gongd á aftur friðar-
tilgongdina í økinum, men
hetta vísir seg at vera trup-
ult.
Herdeildir og stríðsvogn-
ar hjá Ísrael standa til reiðar
við sjálvstýrandi palest-
insku økini, og hóast ein lítil
skái tykist hava verið í
stríðnum farnu dagarnar,
kann blóðuga stríðið bresta
á aftur nær tað skal vera.
Steina eftir bilum og
bussum
Ann-Britt og Ronen hava
búð í Silkeborg farnu fimm
árini, men tey hava tikið
farloyvi í tríggjar mánaðir
fyri at fara til Ísrael at vitja
familjuna hjá manninum.
– Vit komu higar fyri fýra
vikum síðani og rendu okk-
um so at siga beint í ófriðin,
tí tað gingu bara nakrir fáir
dagar til stríðið brast á. Tað
er serliga í tí palestinska
økinum, at stríð er, men tað
er eisini ófriðarligt í arab-
iskum býarpørtum í Ísrael,
og tað merkir gerandisdagin
her, sigur Ann-Britt.
– Vit eru í grundini komin
til Ísraels fyri at lata gent-
urnar uppliva landið og at
lata familjuna hjá mannin-
um síggja børnini. Tí er tað
sera óheppið, at vit enda
beint í einum ógvusligum
ófriði.
Tær tríggjar genturnar eru
fýra, sjey og níggju ára
gamlar.
– Ein dagin, tá vit skuldu
á ein marknað í Tel Aviv,
koyrdi
bussurin
stóran
umveg fyri at sleppa undan
at koyra ígjøgnum ein arab-
iskan býarpart, har vandin
allatíðina er fyri, at fólk
steina eftir bilum og buss-
um. Við hvørt avlýsa bussar
eisini túrar, so fólk merkja,
at tað er ófriður í landinum,
greiðir Ann-Britt frá.
Avlýstu ferð norður í
landi
Ann-Britt og maðurin ætl-
aðu sær at vitja familju
ymsastaðni í Ísrael, men í
løtuni letur hetta seg ikki
gera.
– Vit skuldu millum
annað vitja eitt systkinabarn
hjá Ronen, sum býr millum
Jerusalem og Jeriko, men
hann ringdi til okkum og
mælti okkum frá at koma
har, tí steinar, sum arabar
høvdu tveitt eftir fólki og
bilum, sløddust allastaðni.
– Skulu vit norður í land-
ið, skulu vit koyra ígjøgnum
arabiskar býarpartar, og tað
kenna vit okkum ikki trygg
við at gera. Vit royna at
halda okkum burtur frá øll-
um ófriði.
– Vit hava tí valt at steðga
á í Tel Aviv, her vit kenna
okkum trygg, og vit royna
at fáa sum mest burtur úr
her, hóast ófriðurin higartil
hevur oyðilagt nakað av
ferðini hjá okkum. Vit vóna,
at tað verður friðarligt aftur,
so vit kunnu fara longur
norður í landi at vitja fólk,
sigur Ann-Britt.
Vóna friður kemur í
lag
Familjan hjá Ann-Britt
verður í Ísrael til síðst í
november mánaði, og tey
hava onga ætlan um at leita
heimaftur til Danmarkar
áðrenn ta tíð.
– Tað er sera keðiligt við
hesum stríðinum, tí tað
ávirkar fólk allastaðni. Fjøl-
miðlarnir gera nógv burtur
úr, og tað eru nógvar eyka
tíðindasendingar í sjónvarp-
inum, tí fólk mugu alla tíð-
ina fáa boð um, hvat tað er
sum hendir. Støðan er jú so
hættislig, at nógv óttast, at
veruligt kríggj skal bresta
á, sigur Ann-Britt.
– Vit hava ikki merkt
ófriðin beinleiðis, og vit
hava tað gott her í Tel Aviv,
men tað merkist allastaðni,
at fólk kenna seg ótrygg við
støðuna.
– Nú vóna vit bara, at
friður kann koma í lag, so
gerandisdagurin kann halda
fram sum vanligt, og vit eis-
ini sleppa at vitja familjuna
har norðuri í landinum, sig-
ur Ann-Britt Schiller Israeli.
Ófriðurin merkist kring alt Ísrael
- Vit royna at halda okkum burtur frá øllum ófriði, sigur føroyska Ann-Britt Schiller
Israeli, sum saman við familju síni vitjar í Ísrael, har fólk kring alt landið stúra fyri,
at blóðuga stríðið endar við veruligum kríggi
Ann-Britt Schiller saman
við børnunum, avmyndað í
Sandágerði