Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 202 - 20. oktober 2000 Nr. 202 - 20. oktober 2000 Fríggjadagur 20. oktober Edvard í Svínoy í Lindini Leygardagin kl. 17.00 verður sending- in Vitin á skránni á nýggjastu útvarps- rásini í Føroyum, Lindini. Hetta er ein fjølbroytt sending, har áhugaverdar samrøður verða at hoyra. Leygardagin verður lisið úr bókini Minniligar Hendingar, sum Zachariasi Zachariassen hevur skrivað, har Ed- vard í Svínoy, sáli, greiðir frá. Lisið verður um teir báðar fyrstu ísfiskatúrarnar hjá Edvardi. Hetta var undir seinna heimsbardaga, tá min- urnar lógu tættar í havinum kring Før- oyar, kavbátar vóru í sjónum og flúgv- arar í luftini. Edvard ivaðist í, um hann skuldi fara við Polo til Íslands, tí hann hugsaði um vandan við at sigla millum londini. Hann spurdi konu sína til ráðs, men hon lat hann um at taka avgerð- ina sjálvur. Hann leitaði til Gud, sum øllum valdar. Hann fekk svar úr Skrift- ini, og tað gav honum frið í sálina at fara avstað. Manningin taldi sjey mans, og skip- ari var Símun Poulsen. Siglingarboð máttu fáast úr Havn, áðrenn farið varð avstað hvørja ferð. Minurnar vórðu lagdar út ymsastaðni kring oyggjarnar, so boðini, um hvussu siglast skuldi, máttu fylgjast. Tá komið varð til Ís- lands, máttu teir leggja inn á Seyðis- fjørð fyri at fáa nýggj boð um, hvussu leiðin skuldi leggjast víðari. Næsti túrurin hjá Edvardi í Svínoy var í januar mánaði í 1941. Tá góvust íslendingar við at sigla við fiski til Bretlands, tí missurin av fólki og skip- um var ov stórur. Føroysk skip vórðu eisini søkt, men føroyingar hildu fram við at sigla til Bretlands, og prísurin fór longur upp. Edvard greiðir frá, at fyri tveir salt- fiskatúrar hevði hann frammanundan fingið 3.300 krónur, men eftir kríggið brast á, fekk hann 3.700 krónur fyri ísfiskin teir keyptu í Íslandi og seldu í Bretlandi um mánaðin. Vitin hevur eisini annað at bjóða uppá í sendingini. Fólk var til staðar, tá Fiskirannsóknarstovan kastaði lut um teir merktu fiskarnar, sum eru sendir inn í ár. Fiskirannsóknarstovan hevur í nøk- ur ár merkt tosk undir Føroyum. Tey, sum senda merktan fisk inn, eru við í lutakastinum um 10.000 krónur. Vitin hevur samrøðu við Petur Steingrund, fiskifrøðing, sum samskipar merking- ina av toski. Eisini hevur verturin verið umborð á Magnusi Heinasyni fyri at kanna, hvussu sjálv merkingin gongur fyri seg. Prátað verður við Suna Drangá, sum í mong ár hevur siglt við Magnusi Heinasyni, og honum dámar sera væl umborð á skipinum. Hann greiðir í smálutum frá gongdini, frá tí at fiskurin kemur úr posan, til hann verður slept- ur aftur í havið. Mest áhugaverda sendingin hjá SvF hesa vikuna verður sunnukvøldið kl. 20.00. Tá verður høvi at síggja Salku Valku sigla kring knøttin. Skipari á Salku Valku var Durita Holm av Sandoynni. Send- Kring knøttin við Duritu Holm ingin hevur undirheitið Ævintýrferð í Kyrrahavinum, og hetta er ein rættulig ævintýrferð, sum verður víst í seks sendingum. Mikukvøldið kl. 19.00 ber aftur til at seta seg frammanfyri skíggjan og síggja Símin Hansen er vertur í sendingini Vitin, sum verður at hoyra leygardagin kl. 17.00 í Lindini. manningina umborð á Salku Valku. Tá hevur sendingin undirheitið Tjóðskap- arkensla. Sendingin vísir, hvussu tað er at vera avskorin frá umheiminum í langa tíð og lítið og einki av tíðindum hoyra. Sunnukvøldið kl. 20.30 – beint eftir sendingina Salka Valka - verður skip- arin, Durita Holm, gestur í sendingini Innskot, har hon fer at greiða frá, hvussu tað er at ferðast á slíkan hátt kring heimin. Aðrar føroyskar sendingar, sum SvF hevur at bjóða uppá, eru barnasend- ingin Likkulikkuleia, Bestubitar og Okk- ara Kokkar. Tá tú í tínum opna brævi til mín brúkar eina yvirskrift við spurninginum: „Eru før- oyingar ein vittigheit ella ein serstøk tjóð?“, so má eg erliga viðganga, at eg havi sera trupult við at taka teg í fullum álvara. Ta eina løt- una helt eg eisini, at opna bræv títt veruliga var ein vittigheit. Eg helt satt at siga ikki, at ein maður í tínum starvi hevði stundir til slíkar barnalótir. Hetta opna bræv títt er týðiligt dømi um mann, sum ber seg desperat at. Væl kann tað vera, at tú sært, at títt fullveldisprojetk ikki ber á mál, men hóast so, so mást tú taka tað sum ein maður í staðin fyri nú at skjóta til høgru og vinstru. Enn einaferð hevur lands- stýrið leitað sær ráðgeving uttanlands. Hetta er eyðvit- að neyðugt í ávísum førum, nú tit eru farnir undir so truplar samráðingar sum at loysa frá Danmark. Men tá tit leita eftir okkara egna identiteti, so tykist tað fyri vanliga føroyingin sera løgið, at tað altíð eru aðrir, sum skulu siga okkum, hvørjir vit eru. Tað, sum hvørt mansbarn í Føroyum veit - tað, sum stendur í fyrstu grein í sjálvari Heimastýrislógini, tað boðar tú nú so ovurfegin frá, at tit nú fingið at vita frá einum íslendskum serfrøð- ingi. Sjálvandi eru vit føroy- ingar ein tjóð, tað hava vit føroyingar altíð vitað. Men tá hesin spurningur eftir øll- um at døma er ein trupul- leiki fyri teg og fyri Tjóð- veldisflokkin, so kunnu tit sjálvsagt spyrja útlendingar, men vælsignaðir menn gjaldið tað so sjálvir. Tað skuldi verið óneyð- ugt at mint landsstýris- mannin í sjálvstýrismálum og enntá eisini lógarmálum á, at enn er Heimastýris- lógin í gildi. Vit kunna skjótt semjast um, at hon eigur at verða tikin av, men bæði tú og vit allir aðrir føroyingar mugu viður- kenna hana, so leingi hon ikki er sett úr gildi. Ikki tær at siga, so fyriskrivar henda, hvussu fram skal farast í eitt nú málum, sum hava við uttanlandsmál at gera. Eis- ini sigur henda sama lóg, hvønn status føroyskt mál hevur. Vit kunnu skjótt semjast um, at orðingarnar eru óhepnar, men í hálvt- triðja ár hava tit so ikki megnað at broytt ein tann einasta bókstav í hesi lóg. Somuleiðis átti tað eisini at verið óneyðugt hjá mær at mint teg á, at okkara egna stýrisskipanarlóg sigur nak- að um, hvussu farast skal fram í uttanlandsmálum av størri týdningi. Nær hevur Føroya Løgting ella Uttan- landsnevndin eitt nú við- gjørt spurningin um Nato? Tit tosa í fullum álvara um at lima okkum inn í Part- nership for Peace ella kanska Nato, uttan at eitt orð verður grett um hetta á Føroya Løgtingi. Hetta er lítið hugaligur atburður og als ikki eyðkennini fyri framkomin demokratisk samfeløg. Tú endurgevur íslendska serfrøðingin fyri at siga, at føroyingar hava fullan rætt at samráðast um fullveldi. Góðan morgun, Høgni - ja sjálvandi hava vit henda rættin og hava havt hann síðan 1948. Men tín trupul- leiki Høgni Hoydal er, at tú torir ikki at taka av tí sam- ráðingarloysn, sum liggur á borðinum. Vit fáa fullveld- ið, um vit ynskja tað, eingin ivi um tað, men tín trupul- leiki er, at tú ikki fært danir at eftirlíka ynski tínum um, at teir skulu fíggja títt full- veldi í eini 15 til 20 ár. Ein umbering er neyðug, um tú hevur borið teg skeivt at móti øðrum, og tað fer OPIÐ BRÆV til Høgna Hoydal, landsstýrismann í sjálvstýrismálum og formann Tjóðveldisfloksins Høgni Hoydal dyrkar ósemjuna Tað hevði sømt seg munandi betur fyri Høgna Hoydal, varaløgmann, at hann royndi at slóðað fyri, at partarnir kundu funnið hvønn annan, heldur enn bert at dyrka ósemjuna, uppfinna og uppsøkja trupulleikar og øsa partarnir upp móti hvørjum øðrum fyri síðan at geva øllum øðrum enn sær sjálvum skyldina. Viðmerkingar: einki av nøkrum okkara at biðja um eina umbering, tá tørvur er á henni. Men hvørki tú Høgni Hoydal ella Føroya fólk, sum tú í reinari fáfongd hevur hug at seta líkheitstekin ímillum, fáa eina umbering frá mær, um tað, sum eg havi sagt í ST- málinum ella øðrum málum av líknandi slag. Tey orð, sum eg havi sagt, tey standi eg við og vil fegin kennast við. Og síðan til tín spurning, um eg vil spyrja donsku stjórnina, um vit føroyingar eru ein tjóð, so er svar mítt, at tað fari eg sjálvandi ikki at gera. Eg kundi tað sama spurt teir, hvat klokkan var. Hví skulu aðrir og helst út- lendingar siga okkum tað, sum vit frammanundan vita? Er hetta eitt tjóðveldis- kompleks, ella er hetta enn eitt dømi um politiska ómegd? Skulu vit tosa um eina umbering, so kundi tú hósk- andi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri, at tú saman við samgonguni hev- ur lagt alt vanligt politiskt arbeiði lamið í nú skjótt hálvttriðja ár. Tú kundi hóskandi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri at hava bilt teimum inn, at títt fullveldi ongar avleiðingar fær av nøkrum sum helst slag. Gevst nú við at spæla politikk? vinarliga Jóannes Eidesgaard Hví velja menn til býráðslimi ella løgtingsmenn? Ella hví velja gomul ella ung, kundu vit eisini spurt, men tað snýr seg mest um menn, so tað spyrja vit eisini. Hvat vita kvinnur um: partabrøv, renta cyber +, veðhald og tílíkt ? ja tað er ein góður spurningur. Nú eru tøl komin fram, ið vísa at bert 10% av um- boðunum í bý- og bygda- ráðunum eru kvinnur. Hvussu er so støðan í kommununum? Jú, nógv- ar hava eina skuld á 3 álíkningar. Hetta merkir, at ein kommuna ið fær 80 milliónir inn í skatti um árið, skyldar 3 ferðir hetta, tað vil siga 240 milliónir. Hvussu ber tað til ? Aðrar kommunur fáa einki gjørt tí tær stríðast við at gjalda hesa skuld aftur. Gott at tað ikki eru fleiri enn 10% kvinnur í býráðunum,sigi eg bara, tí hvussi hevði standurin so verið um tær vóru fleiri? Hyggja vit so at einum vanligum húsarhaldi, so kunnu vit spyrja, hvat vita menn um: hvat eitt rug- breyð ella eitt mánaðar- kort í svimjihøllini kostar til børn ? ja tað er eisini ein góður spurningur. Hvussu er so støðan heima við hús ? tey skylda so ikki 3 álíkning- ar, tað sleppa tey ikki. Gott at tað ikki eru fleiri menn ið halda hús. Hvat um vit løgdu hesa vitan saman og lærdu av hvørjum øðrum ? hvat hevði so hent ? Spennandi hevði verið at vita, um skuldin var javnt býtt millum húsar- hald og kommunur og um vit so høvdu havt eina javnvág í, hvat pening- urin ið vit fáa inn í skatti var nýttur til. Høvdu vit so eisini latið tey ungu komi uppí part, so kundu tey tilkomnu, (bæði kvinnur og menn), lagt teimum lag á, og hugsi tykkum alt tað nýggja og spennandi tey kundu lært okkum !! Eyðgunn Samuelsen Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar Býráð Get.to/eydgunn Sambært áheitan frá lands- stýrismanninum, hevur ting- og landsstýrismanning Tjóðveldisfloksins viðgjørt málið um, at Tórbjørn Jacobsen hevur tikið við eini bót í sambandi við skip- brotið hjá Halgafelli í januar 2000. Landsstýrismaðurin hev- urgreitt frá málinum og hevur sagt seg vera tilreiðar at taka neyðugar politiskar avleiðingar, um flokkurin metir hetta vera tyngjandi fyri álitið á flokkin, lands- stýrismannin, landsstýrið og álitið á politisku skipan- ina. Á fundinum var semja um, at viðgerðin av tílikum málum hevur stóran prin- sipiellan týdning, tí tey skapa fordømir frameftir fyri tey politisku mørkini og krøvini, sum verða sett landsstýrismonnum. Tað er álvarsmál, um landsstýrismenn verða skuldsettir, ákærdir ella koma í rættin fyri brot á lóggávuna. Men neyðugt er at skilja ímillum, hvat málið snýr seg um. • Er talan, um mál, ið hevur við embætisførsluna hjá landstýrismanni at gera? • Er talan um brot á revsi- lógina, sum altíð vil verða tyngjandi? • Er talan um brot á aðra lóggávu? Er talan um vilj- að, óviljað ella hendilig brot? • Er talan um mál, sum eru avgreidd og kend? • Er talan um annað, sum kann verða tyngjandi út frá eini politiskari met- ing? Tí má ein politisk meting gerast í hvørjum einstøkum føri, um hvørt hetta er tyngj- andi fyri ein persón, ein politikara og ein flokk. Í hesum føri er talan um eina hending, sum var al- ment kend og væl lýst, áðrenn persónurin gjørdist landsstýrismaður, og sum onki samband hevur við embætisførslu. Málið kem- ur upp, tí talan eftirfylgjandi verður um skuldseting fyri óviljað brot á sjólógina í sambandi skipbrotið fyri, sum skiparin hevur tikið fulla ábyrgd av. Sambært upplýsingum frá Sjóvinnu- fyrisitingini er tað vanlig mannagongd, at skiparar fáa uppskot um bót í sambandi við skipbrot. Talan er um hendiligt og óviljað brot, sum ikki fær nakrar víðari avleiðingar fyri skiparan. Onki nýtt er komið fram í málinum, sum ikki var al- ment kent og kom fram undir sjóforhoyrinum. Á fundi millum ting- og landsstýrismanning í gjár var niðurstøðan, at Lands- stýrismaðurin eigur ikki at taka aðrar politiskar avleið- ingar av hesum máli, enn at avgreiða bótina og fram- haldandi at greiða almenn- inginum frá øllum lutum í málinum. Høgni Hoydal floksformaður Viðvíkjandi málinum um skipbrotið hjá Torbirni Jacobsen, landsstýrismanni Eitt og hvørt samfelag bygg- ir á tey virði, fedrarnir hava lagt eftir seg, og soleiðis er tað sjálvandi eisini við okk- ara samfelag. Hyggja vit rundan um okkum, síggja vit stór virði, bæði menniskjalig og pen- ingalig, ið okkara eldru hava latið okkum upp í hendi at umsita og njóta. Tí eiga vit eisini at bera teimum eina stóra tøkk við at geva teimum góðar um- støður á gamalsaldri, tí tað hava tey uppiborið! Mong eldri sita í stórum húsum, ið krevja nógv við- líkahald og røkt, tey kanska ikki longur eru før fyri sjálvi at geva. Tí kundu fleiri kanska hugsa sær okkurt annað at búð í. Møguleikar eru eisini skaptir fyri hesum í Tórs- havnar kommunu, tí vit hava sett í gongd stóra bygging av ikki færri enn 60 eldra- íbúðum í Berjabrekku, um- framt at aðrir møguleikar niðri í sjálvum býnum eisini verða royndir. Eisini er ein góður tanki, at vit fara undir slíka bygg- ing á Løgmannabreyt, har eldraíbúðir kunnu gerast náttúrligur partur av einum umhvørvi, har øll ættarlið møtast, liva saman og koma hvørjum øðrum við. Somuleiðis liggja møgu- leikar bæði á Argjum, í Kollafirði og aðrastaðni í kommununi, har góðar um- støður kunnu gevast, so okkara eldru fáa eitt gott og virðiligt lívskvøld. Tað er hetta, vit skylda teimum, sum hava lagt rygg til at byggja hetta land, vit liva í, og eg vil arbeiða fyri, at heldur ikki okkara eldru verða gloymd, tá vit skapa liviligar og góðar karmar hjá borgarunum at liva í. Heðin Mortensen býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð Vit gloyma ikki okkara eldru!