mikudagur 12. oktober 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 194 - 12. oktober 2005
Fríggjakvøldið 21.
oktober verður
dansur við kekkisku
Country Sisters á
Hotel Føroyum
DANSUR
Tær hava verið í Føroyum
tvær ferðir áður, og hava
tær hugtikið nógvar før-
oyskar áhoyrarar við sínari
sermerktu framførðslu við
sangi, spæli og dansi.
Country Sisters hava eisini
spælt til dans á Hotel
Føroyum fyrr, hetta var í
2003, og var hetta eitt sera
væleydnað kvøld.
Tær gleða seg til hesa
Føroyaferðina og vita eis-
ini, at nú eru nógvir fjepp-
arar, sum tær gleða seg at
síggja aftur.
Sum sagt koma Country
Sisters úr tí vakra landin-
um, sum liggur mitt í hjart-
anum av Europa - Kekkia.
Fyri 20 árum síðani byrj-
aði ein bólkur av entusiast-
iskum gentum tann fyrsta
gentubólkin í Europa, sum
bert spældi country tónleik.
Í 1989 komu tær veruliga á
tann europeiska pallin.
Síðani tá eru nøkur ár
gingin, og bólkurin hevur
ment seg til, at vera ein av
teimum bestu country bólk-
unum í Europa. Tær vitja
nógv lond um allan heimin
og hava eisini fanklubbar í
nógvum londum. Á okkara
leiðum eru tær oftast í
Danmark,
men
eisini
Ísland, Grønland og Norra
hava verið karmur um
teirra framførslur.
Bólkurin er samansettur
av seks vøkrum og sera
dugnaligum tónleikarum.
Tær eita Susan, Sonia,
Lenka, Linda, Lucy og
Wendy. Tær hava allar
útbúgving innan tónleik og
dans, tær spæla upp á fleiri
ymisk ljóðføri, syngja og
dansa
einastandandi.
Country
Sisters
spæla
ymiskan
klassiskan
countrytónleik,
gospel,
rock’n roll og modernaðan
country stíl- cajun, blue-
grass. Tær framføra teirra
egna tónleik og mong onn-
ur kend country løg, sum
t.d. løg hjá Shanaiu Twain,
Bob Tyler, Ricky Skaggs,
H.Williams, Bill Haley,etc.
Við tí tráðleysu mikrofon-
útgerðini og hvítt lakeraðu
ljóðførunum, leggja tær
upp til eina ógloymandi
framførslu.
Bólkurin var kosin at
vera besti Country bólkur
við live framførslu 2003 í
Europa.
Í 2004 kom teirra nýggja
fløga, og er tað fløga nr. 8 í
røðini. Hon hevur heitið –
The Best Of. Saman við
fløguni fylgir ein dvd, har
teirra
fjepparar
kunnu
síggja, hvussu bólkurin
hevur ment seg frá byrjan-
ini. Genturnar sum nú eru
við í bólkinum, hava trý ára
á baki. Og ein teirra hevur
so spælt við líka frá byrjan-
ini. Nógv fólk spyrja, um
tær veruliga eru systrar?
Men tað eru tær ikki. Tað er
bara eitt kunstnaranavn.
Fløgan The Best of og
aðrar eldri fløgur verða til
keyps á dansistaðnum.
Í samband við dansin
bjóðar Glasstovan serliga
matskrá hetta kvøldið við
Country búffi. Tilber at lesa
meira
um
hetta
á
www.hotelforoyar.fo Eisini
ber til at bíleggja sær borð á
heimasíðuni ella á tel.
317500.
Dansurin fríggjakvøldið
21. oktober á Hotel Føroy-
um byrjar kl. 23.30. At-
gongumerkini til dansin
kosta kr. 180,00 og fáast til
keyps á Kunningarstovuni í
Havn, Kunningarstovuni í
Runavík og á Hotel Føroy-
um.
Country Sisters á Hotel Føroyum
Starvsfólk til Agenda 21 Stovuna
Starv hjá Føroya Kommunufelag er leyst at søkja til setan skjótast
gjørligt. Starvið verður sett í samband við eina játtan frá
Innlendismálaráðinum til umhvørvis- og náttúruverndartiltøk.
Uppgávur
Starvið bjóðar uppá spennandi avbjóðingar har tú fært høvi til at skapa
tínar egnu karmar á nýggjum øki og soleiðis vera við til at ávirka
arbeiðsgongdina í Agenda 21 í Føroyum.
Førleikakrøv
Fyri at røkja starvið er neyðugt at tú ert ágrýtin, kanst arbeiða
sjálvstøðugt men eisini hevur góð samstarvsevni og kann vera íbirtari
fyri onnur. Neyðugt er at duga føroyskt, skandinaviskt og enskt og
hava hollan kunnleika til Office forritini.
Setanarviðurskifti
Starvið er um fulltíðarsett starv. Roknast má við, at til tíðir verður
neyðugt at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Løn samb. avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skrivstovu FKF
á tel.: 590 764. Sí eisini www.fkf.fo.
Umsóknarfreist er 24. oktober 2005. Umsóknir verða at senda til:
Føroya Kommunufelag
P.o.Box 73
600 Saltangará
Agenda 21 kann í stuttum lýsast sum
heildarætlan um burðardygga menning í 21.
øldini. Ætlanin er ikki einans um umhvørvismál
í vanligum týdningi, men er eisini ætlað at taka
atlit til fíggjar- og felagsligar tættir.
TÍÐINDASKRIV
Mikukvøldið verður høvi á
Toftum at frætta meiri um
Christmas Child tiltakið,
sum snýr seg um at senda
jólagávur úr Føroyum og til
børn kring heimin. Kunn-
ingin verður í Nebo á Toft-
um klokkan sjey miku-
kvøldið.
Christmas Child er tiltak
í sambandi við Samaritan`s
Purse, sum seinastu 25
árini hevur glett meiri enn
38 milliónir børn við at
geva teimum eina skógva-
eskju við gávum.
Tað er Franklin Graham,
sum stjórnar vælgerandi
felagsskapinum. Hann er
sonur navnframa Billy Gra-
ham.
Í fjør vórðu meiri enn 7,4
milliónir
skógvaeskjur
sendar neyðstøddum børn-
um í 95 londum. Í sam-
starvi við kirkjur, samkom-
ur og vælgerandi felags-
skapir á staðnum verða
skógvaeskjurnar
bornar
børnum á sjúkrahúsum,
barnaheimum, í flóttaleg-
um, býlum fyri heimleys og
í fátækrabýlingum.
Í fjør vóru 1760 skógva-
eskjur fyltar við gávum
sendar úr Føroyum og til
børn í Rumenia. Fyrireikar-
arnir vóna, at tað skal bera
til undan jólum í ár at senda
3000 skógvaeskjur við
jólagávum úr Føroyum.
Hvussu tað ber til at gerast
partur av tiltakinum, og
hvat tað ber til at geva, fæst
nærri at vita um í Nebo á
Toftum klokkan sjey miku-
kvøldið.
Jólagávur til illa stødd børn
2000 seld eintøk av
Lívsins Land innan
fyri ein mánað ger
fløguna til skjótast
seljandi útgávuna hjá
Evangelisku Røddini,
og nú næsta upplag er
komið til landið,
liggur fløgan aftur
ovast á sølulistanum,
sum 3’arin kunn-
gjørdi mánadagin
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fløgan Lívsins land við
Ólavi á Váli hevur endur-
tikið toppin á sølulistanum
hjá 3’aranum. Fløgan lá í
tríggjar vikur ovast á sølu-
listanum, áðrenn hon varð
útseld. Hetta merkti, at
Now 13 og savnsfløgan hjá
Kularrótum sluppu at lána
fyrsta plássið í tvær vikur.
Men nú er eitt nýtt upplag
komið.
Útgevarin Evangeliska
Røddin sigur, at fyrstu
2000 eintøkini vórðu seld
innan fyri ein mánaða, og tí
gjørdist eitt stutt tíðarskeið,
har ongar fløgur vóru, men
nú skuldu allir handlar havt
fløguna aftur. Petur Søren-
sen úr Evangelisku røddini
sigur, at hetta er best eydn-
aða útgávan hjá forlagnum,
og tað gleðist hann um.
Now 13 er dottin niður á
triðja pláss, og Kularrøtur á
fjórða, nýggj inni á øðrum
plássi er Highest Hopes
fløgan og dvd’in hjá Night-
wish.
Umframt Lívsins Land
og Kularrøtur er einasta
føroyska fløgan á listanum
Førist hjá Páll Finnur Páll.
Hon er hesa vikuna dottin
heilt niður á 10. pláss.
Alt hjá Kim Hansen, sum
hevur verið trúgv í top 5,
síðan hon kom út í summar,
er dottin av listanum hesa
vikuna. Sambært 3'aranum
er hetta ikki tí, at sølan av
fløgum hjá Kim er mun-
andi minkað seinastu vik-
una, men heldur eitt úrslit
av, at fleiri nýggjar fløgur
eru komnar á marknaðin,
og nógva sølan av teimum,
hevur skumpað Kim av list-
anum. Fløgan við Kim sel-
ur øgiliga støðugt.
Lívsins Land aftur mest selda fløga