Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 12. oktober 2005 3 Dr. Jakobsensgøta verður gongugøta Tórshavnar Komm- una hevur samtykt at gera serliga byggi- samtykti fyri økið kring Dr. Jakobsens- gøtu og Sverrisgøtu til tess at økja um tættleikan kring gøt- una. Endamálið er at víðka gongugøtuna út móti gamla kirkju- garði á Svínaryggi ÍBÚÐIR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Dr. Jakobsensgøta og Sverrisgøta í Havn í skulu í framtíðini verða handils- og gongugøtu. Tórshavnar Býráð sam- tykti hóskvøldið at gera eina serstaka byggisamtykt fyri Sverrisgøtu/Dr. Jakob- sensensgøtu í Havn. Byggi- samtyktin skal fevna um tey matrikulnummur, sum marka upp at gøtuni, og er endamálið at økja um tætt- leikin kring gøtuna. Í samtyktini hjá Tórs- havnar Býráð stendur, at økið, sum ætlanin fevnir um, skal síggjast sum ein týðandi partur av miðbýar- ætlanini, har ein nýggj handilsgøta/gongugøta skal virka sum bindingslið mill- um verandi og komandi býarfunktiónir. – Ein slík gøta fer at verða eitt nátúrligt bind- ingslið millum tvær pont- entiellar miðbýarlundir við gamla kirkjugarð og verk- æltanina um eina miðbýar- lund við tinghúsvegin mill- um Bøkjarabrekku og Áar- vegin, stendur í samtyktini. Býráðið hevur fyrr ar- beitt við eini líknandi ætl- an, men tann ætlanin varð ikki førd út í verkið, m. a. tí at loysn ikki varð fingin á parkeringsviðurskiftini. – Í dag hevur Tórshavnar kommuna lagt eitt ávíst arbeiði í at útvega fleiri parkeringspláss kring mið- býin, og er tað tískil upp á sítt pláss at henda ætlanin verður tikin framaftur, nú vísast kann á fleiri park- eringspláss í nærøkinum, heldur býráðið. Heildarætlanin leggur tó upp til, at beinleiðis krav til bilstøðlar á sjálvum matr- iklinum hjá teimum, har meirbygging verður loyvd, ikki skal setast _ hetta fyri at ætlanin um eina slíka handilsgøtu/gongugøtu skal kunna fremjast. Heildarætlanin ásetir, at handlar skulu vera í hæddini við atgongd til gøtuna. Hinar hæddirnar kunnu verða til skrivstovur, smærri virki, sum nátúrliga hoyra heima í sambandi við eina handilsgøtu/gongu- gøtu, stovnar og íbúðir. Býráðið samtykti uttan atkvøðugreiðslu málið á fundi hósdagin, og loyvir heildarætlanin matriklun- um, ið marka upp til Dr. Jakobsensgøtu og Sverris- gøtu eitt byggistig upp á 0,8 og eitt nettonýtslustig upp á 2,0. Fyrsta stigið til at gera Sverrisgøtu og Dr. Jakob- sensgøtu til gongugøtu er tikið. Seinastu vikuna hev- ur Tórsgøta verið stongd fyri allari ferðslu, tí veg- mótið Tórsgøta/Sverrisgøta verður steinsett - bæði fyri at markera, at fólk gongur tvørtur um vegi, og fyri at minka um ferðina hjá bil- unum. Hetta arbeiðið verð- ur liðugt hesa vikuna. ÍBÚÐIR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Almanna- og Heilsumála- ráðið skal í minsta lagi gera 105 parkeringspláss við teir tríggjar íbúðarbygning- arnar á sjúkrahúsøkinum, áðrenn teir kunnu seljast. Tórshavnar Býráð sam- tykti í hóskvøldið endaliga treytirnar fyri, at teir tríggir íbúðarbygningarnir á sjúkrahúsøkinum í Havn kunnu seljast. - Av tí at trýstið er so stórt á økið, so vilja vit treyta okkum, at neyðug parkeringspláss eru til íbúðirnar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Býráðið hevur tí gjørt av, at serstak byggisamtykt skal gerast fyri økið skal gerast fyri økið, og at tað verður tinglýst, at treytin viðvíkjandi parkerings- plássum verður fylgd.p Almanna- og Heilsumálaráðið: Skal gera 105 parkeringspláss Almanna- og heilsumálaráðið má gera parkeringspláss til 105 bilar, áðrenn hesir tríggir íbúðarbygningarnir verða seldi Mynd: Jonhard Hammer Fyrsta stigið er tikið til tess at sambanda gongugøtuna í Niels Finsensgøtu og nýggju handils- og gongugøtuna Sverrisgøtu/Dr. Jakobsens- gøtu. Býráðið í Havn hevur eisini samtykt at broyta byggisamtyktina fyri økið, so byggjast kann tættari og hægri fram við gøtuni Mynd: Jonhard Hammer