Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 12. oktober 2005 5 Enn er ikki greitt, hvat skal henda við íslendska skipinum Vali, sum Brimil sleipaði inn á Skála sunnudagin SKIPAMÁL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum tey flest óivað vita, so varð íslendska skipið áveg- is til Danmarkar til upp- høggingar, tá ið ketan mill- um sleipiskipið og Val slitnaði í ringum veðri í farnu viku. Sleipiskipið helt leiðina fram til Dan- markar, meðan Valur rak mannleysur runt vestan fyri Føroyar. Ikki vanligt at fara frá skipinum Hjá Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at tað er ikki vanligt í altjóða høpi, at eitt sleipiskip fer frá skipinum, sum tað sleipar, um ketan slitnar. – Hetta er óvanligt í altjóða høpi. Tað vanliga er, at man boðar frá hesum beinan vegin, og síðani verður hjá skipinum, til onkur annar kemur til og tekur yvir, sigur Jóhan Simonsen hjá Fiski- veiðieftirlitinum. Hann sigur, at Fiskiveiði- eftirlitið noyddist at fara eftir skipinum, tí tað lá og rak í einum øki í føroyskum sjógvi, har nógv skip royna, og sum er vanlig siglingar- leið, og tí varð hildið, at tað ikki var ráðiligt at lata skip- ið verða verandi í økinum. Nú liggur skipið á Skála, og Fiskiveiðieftirlitið hevur latið løgfrøðingum málið, so at greiða kann fáast á, hvørjar reglur eru galdandi íeinum slíkum føri. – Fiskiveiðieftirlitið skal so ikki hava útreiðslur fyri til dømis brennievni og havnagjald, sigur Jóhan Simonsen. Fleiri og fleiri mál verða løgd út til kommunurnar at umsita, og bara fyri 2006 merkir hetta eina meirútreiðslu upp á góðar 72 milli- ónir hjá kommunum. Um landsstýrið ikki heilt skjótt kemur við einum uppskoti til skattalætta, sum gevur kommunum endurgjald fyri øktu útreiðslurnar, kann avleiðingin verða, at kommunuskatturin hækkar við hálvum- øðrum prosenti KOMMUNUMÁL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er eingin loyna, at land- ið í fleiri ár hevur flutt størri og størri ábyrgd út til kommunurnar. Hetta hevur merkt øktar útreiðslur fyri kommunurnar, sum tær siga seg ikki hava fingið nakað endurgjald afturfyri. Í komandi fíggjarári er væntandi, at tey mál, sum kommunurnar nú fáa álagt frá landinum, fara at kosta kommunum góðar 72 milli- ónir eyka. Hesa upphædd noyðast kommunurnar at fáa inn aðrastaðnis frá, og spurningurin er so, hvussu hetta verður gjørt. Á tíð- indafundi týsdagin greiddu Kommunsamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag frá trupulleikanum við øktu útreiðslunum. Landsstýrið má halda orð Í sambandi við fíggjar- lógaruppskoti hevur lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um, Bárður Nielsen, sagt, at skattalættin hjá lands- stýrinum fer at hava við sær, at kommunurnar fáa hægri skattainntøkur. – Hetta ljóðar gott, men vit hava enn ikki sæð nakað á skrift um, hvussu hetta skal gerast, og tað sakni vit. Vit hava alt ov ofta verið úti fyri, at landspolitikkarar hava lovað okkum inntøkur, sum í síðsta enda ikki ger- ast veruleiki, tá ið vit nærk- ast nýggjárinum, og so standa vit sum svartiper, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu og formaður í Ko m m u n u s a m s k i p a n Føroya. Hann vísir á, at kommunurnar noyðast at fáa vissu frá landsmyndug- leikunum um, at teir fáa sínar øktu útreiðslur endur- goldnar frá landinum, og at tað er ógvuliga umráðandi, at landspolitikararnir halda orð. Sambært útrokningunum hjá teimum báðum komm- unalu felagsskapunum merkja øktu útreiðlsurnar eina meirútreiðslu upp á 1.490 krónur fyri hvønn borgara. Um henda upp- hædd skal fáast inn aftur umvegis kommunuskattin, merkir hetta, at hann skal hækka við umleið hálvum- øðrum prosenti. Heðin Mortensen, borg- arstjóri í Havn, sigur, at Havnar Kommuna fer einki at gera, fyrr enn hon hevur fingið garanti fyri, at lands- skatturin lækkar, tí komm- unan er so mangan áður svikin av landspolitikkar- unum, sigur hann. Noyðast at gera okkurt Rodmund Nielsen sigur, at kommunurnar í Føroyum í alt ov langa tíð hava verið ov lítillátnar, tá ið tað kem- ur til mál, sum landsstýrið hevur álagt teimum at taka sær av. Hann nevnir í hesum sambandi, at landspolitikk- ararnir í fleiri ár støðugt hava hækkað botnfrádráttin í kommunuskattinum. Sambært ábendingum, ið Kommunusamskipan Før- oya hevur fingið úr Fíggj- armálaráðnum, fer botn- frádrátturin at hækka við 2.000 krónum til komandi ár, og um so er, er hann hækkaður tilsamans 9.000 krónur seinastu seks árini. Hetta hevur merkt eina sera stóra skerjing í skattainn- tøkunum hjá kommunum, uttan at nakað er gjørt fyri at útjavna hetta, sambært Rodmundi Nielsen. – Vit hava valt at fara út alment at gera vart við okkara misnøgd, tí nú noyðast bæði kommunal- og landspolitikkarar at gera okkurt, sigur Rodmund Nielsen. Hann sigur seg vóna, at landsstýrið nú kann koma við onkrum ítøkiligum, sum kommun- urnar kunnu fyrihalda seg til, nú tær leggja síðstu hond á fíggjarlógina fyri komandi ár. – Ein afturvendandi trup- ulleiki er tann, at fíggjar- lógin hjá landsstýrinum er til viðgerðar heilt fram til jóla mangan, og tí vita kommunurnar mangan ikki, hvørjar fíggjarligar ábyrgdir verða lagdar á tær, tá ið tær leggja sína egnu fíggjarlóg, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin í Havn sigur, at hann ætlar ikki at leggja 1,4 prosent afturat kommunuskattin- um, men tað kann verða, at landsstýrið ger tað neyðugt, sigur Heðin Mortensen. Hálvtannað prosent afturat í kommuskatti Rodmund Nielsen og Heðin Mortensen, ávíkavíst formaður og næstformaður í Kommunusamskipan Føroya, siga, at tað kann gerast neyðugt at hækka kommunuskattin við 1,4 prosenti, um ikki landsstýrið ger okkurt. Mynd: Terji Nielsen Bíða eftir løgfrøðingum www.sosialurin.fo