Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 194 - 12. oktober 2005 FLOGFERÐSLA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Atlantic Airways er farið undir at endurnýggja sín flota. Um tríggjar vikur kemur nýggjast íkastið til flotan – eitt seks ára gamalt British Aerospace flogfar av sama slagi, sum í løtuni flýgur á føroyarutunum hjá felagnum. Ein endurnýggjan av flot- anum kann eisini fara at merkja munandi størri flog- før í Vágum. Týsmorgunin lendi Airbus A319 í Vágum. - Vit kanna í løtuni, um tað vildi verið ein møgu- leiki at keypt eitt tílíkt flogfar. Tað er ikki talan um nakra samráðing. Vit kanna í løtuni, hvørjar møguleikar vit hava, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Kimon Sotiropoulos, sal- es Director hjá Airbus, sig- ur, at eitt tílíkt flogfar sum einki kann lenda í Vágum í ringum veðri. Hann sigur eisini, at serliga bíligari viðlíkahald ger, at Airbus flogfari er bíligari í rakstri enn verandi flogfør hjá At- lantic Airways. Hann er sera áhugaður í at selja flogfør til Atlantic Airways, og tí hevði hann einki ímóti at koma til Føroya við hesum flogfar- inum, sum er selt til Kili. Ein Airbus A319 skal bíleggjast tvey ár undan. Einki problem Tað gekk sum smurt at lenda í Vágum stutt eftir kl. 10 týsmorgunin. Fyri fyrstu ferð lendi eitt Airbus flog- far í Vágum. Pláss er fyri 136 fólkum umborð, men bert nakrir fáir franskmenn vóru við flogfarinum. Roknað verður við, at við verandi flogbreytarlongd, so ber til at flúgva við 130 fólkum og einum tonsi av farmi. Í løtuni liggur talið um eini 80 fólk og eitt lítið tons av farmi. Verður breyt- in longd 150-200 metrar, so ber til at lasta tvey tons umborð. Áhugin var stórur fyri flogfarinum, sum tó ikki tóktist stórvegis øðrvísi enn verandi flogfør hjá Atlantic Airways. Fleiri setur vóru, og tú merkti, at flogfari var frá 2005 í mun til eldru flogførini hjá Atlantic. Men tað var ikki tann nógva marglætisdámur 220 milliónir Kostnaðurin fyri eitt Airbus A319 flogfar er einar 220 milliónir. Sostatt er tað ein øgiliga stór avgerð hjá Atlantic Airways, um eitt Airbus flogfar av hesum slag regluliga skal seta seg í Vágum. - Vit fara nú at kanna eftir, hvat ber til hjá okkum, og hvat annað er á markn- aðinum, sigur Magni Arge. Eitt stórt keyp vil eisini merkja broytingar fyri Atlantic Airways, men tað er ov tíðliga at siga, hvussu verður, um so er, at eitt tílikt flogfari verður keypt. - Vit royna sjálvandi at fáa útreiðslurnar niður, og hetta er ein máti at gera hetta uppá. Vit mugu so royna at finna eina loysn, sum gevur mest møguligt fíggjarligt avkast, sigur Magni Arge. Á middegi týsdagin fóru flogskiparar hjá Atlantic Airways á flog við Airbus A319. Akkurát s Tað ber væl til at lenda í Vágum við 130 fólkum. Tað kann gerast framtíðin fyri Atlantic Airways. Men tílíkar framtíðarætlarnir kosta Franski flogskiparin var væl nøgdur við flogvøllin í Vágum. – Tað hevði verið betri við staðkendum pilotum og longri flogbreyt, men tað var eingin trupulleiki, segði hann Tað er kilenska flogfelagið LAN, sum skal hava hendan Airbus. Á myndini tosa umboð fyri Airbus við Magna Arge Hans Hansen hevur áður verið í Fraklandi og roynt Airbus flogfari, og hann slap aftur at royna seg týsdagin