mikudagur 12. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 194 - 12. oktober 2005
POSTNUMMUR
Postverk
Føroya
hevur
gjørt av, at økja um post-
nummrini frá 1. november.
Talan verður um, at post-
smogur á størstu posthús-
unum kring landið fáa egið
postnummar.
Framman-
undan hava postsmogur í
Tórshavn og á Argjum egið
postnummar. Nýggju post-
nummrini verða:
215 Sandur
(postsmogur)
355 Vestmanna
(postsmogur)
375 Miðvágur
(postsmogur)
405 Oyrarbakki
(postsmogur)
535 Fuglafjørður
(postsmogur)
610 Saltangará
(postsmogur)
710 Klaksvík
(postsmogur)
810 Tvøroyri
(postsmogur)
910 Vágur
(postsmogur)
Aftrat hesum fær Válurin í
Vestmanna
egið
post-
nummar. Hetta verður post-
nummar 358 Válur. Válurin
er partur av Kvívíkar
Kommunu. Tilskriftin á
posti til Válin skal í fram-
tíðini skrivast á fylgjandi
hátt:
Persónsnavn
Gøtunavn og húsanr.
358 Válur
– Viðskiftarfólk, sum
hava postadressu á nevndu
støðum, verða biðin um at
taka við nýggju post-
nummrunum skjótast til
ber. Her skal serliga hugs-
ast um at broyta forprentað
brævapappír og bjálvar og
broyta adressur í telduskrá-
um og ikki minst at boða
postsendarum frá broyting-
ini, t. d. almennum stovn-
um, telefelagnum, oljuveit-
aranum o.l., sigur Postverk
Føroya í tíðindaskrivi.
Almenni føroyski hittlistin í Útvarpi
Føroya hevur fingið nýggja heimasíðu,
tann svarta og neongrøna síðan hevur
verið inngongd til hittlistan í nógv ár,
men nú er útsjóndin dagførd, mildir
hvítir og ljósabláir litir prýða síðuni.
Annars eru upplýsingarnar tær somu á
síðuni, sum vóru á tí gomlu síðuni.
nud
Fingið nýggja heimasíðu
Endurlýsing
Søkt verður eftir
námsfrøðingi til frítíðarskúlan í
Trongisvági
Stovnslýsing:
Frítíðarskúlin er normeraður til 24 børn í 1. og
møguliga 2. og 3. flokki. Hildið verður til í høli hjá
Trongisvágs skúla
Starvið:
Talan er um eitt námsfrøðiligt starv 25 tímar um
vikuna. Arbeiðstíðin er 11.00 - 16.30. Starvið verður
sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Vit vænta av tær:
At tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi.
At tú tekur ábygd og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
At tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfelagum.
At tú ert nærløgd/lagdur og vísir umsorgan
At tú ert kreativ/ur
At tú vísir áhuga og ynskir at mennast í
arbeiðinum.
Lønarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um námsfrøðingur ikki fæst til starvið, verður
hjálparfólk sett tíðaravmarkað ístaðin. Meiri fæst at
vita um starvið við at venda sær til Siri Mortensen,
virkandi leiðara, á tlf. 372750.
Umsókn:
Saman við upplýsingum um útbúgving, royndum
og møguligum viðmælum skulu verða Frítíðarskúl-
anum, FO-826 Trongisvágur í hendi í seinasta lagi
mikudagin 26.oktober 2005.
Tvøroyrar býráð
Fleiri nýggj
postnummur
Blásikvintett
Reykjavíkur hevði
skúlakonsert í Tórs-
havnar Musikkskúla
KONSERT
í síðstu viku var skúla-
konsert við Blásikvintett
Reykjavíkur í Musikkskúl-
anum í Havn.
Nógvir
musikkskúla-
næmingar vóru saman-
komnir at lurta eftir blási-
tónleiki. Tað var kenda
Blásikvintett Reykjavíkur,
sum spældi fyri næmingun-
um.
Tónleikararnir í kvintett-
ini starvast í Íslendska
Symfoniorkestrinum, tó er
floytuleikarin Bernharður
Wilkinson nú búsitandi í
Føroyum. Hann starvast í
Tórshavnar Musikkskúla
og er dirigentur hjá Føroya
Symfoniorkestrið. Hinir í
blásikvintettini eru Daði
Kolbeinsson, obo Einar
Jóhannesson, klarinett Haf-
steinn Guðmundsson, fagot
og Jóseph Ognibene, horn.
Blásikvintettin spældi eina
lætta skrá, og greiddu tey
frá ymsu ljóðførunum, og
fingu næmingarnir nógv
burturúr hesi forkunnugu
vitjan.
Konsertin kom í lag í
samstarvi við Konsert-
felagið, Føroya Symfoni-
orkestur og Tórshavnar
Musikkskúla.
Konsertvitjan úr Íslandi