mikudagur 12. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 12. oktober 2005
9
Lærara ikki til reiðar
– Veruleikin er, at lær-
arar hvørki eru til
reiðar ella hava orku
til at gera nakað
munagott við áhald-
andi happing í flokk-
inum, staðfestu Anna
Dalsgaard og Rigmor
Dam, lærarar, á fund-
inum um happing í
Miðlahúsinum mána-
kvøldið
HAPPING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sum er, at tað upp til tann
einstaka læraran at ger nakað
við happing í flokkinum. Ger
hann tað av sínum ein-
tingum, eru børnini heppin.
Ger hann tað ikki, mugu tey
bara vóna tað besta.
At duga at handfara
happing er nevniliga hvørki
ein liður í læraraútbúgving-
ini ella eitt krav til starvið
sum lærari. At summir lær-
arar gera tað kortini, er
sjálvandi at frøast um, men
ikki nakað, vit eiga at taka
sum eina sjálvfylgju.
Sambært Onnu Dals-
gaard og Rigmor Dam, lær-
arum, verða teir lærarar,
sum av sínum eintingum
royna at seta happing á
skránna, noyddir at trilva
seg fram í blindum. Ongar
fastlagdar mannagongdir
eru stungnar út í kortið frá
Mentamálaráðnum, eins og
tímatalið heldur ikki leggur
upp fyri tíðini, ið er neyðug
at brúka. Undir slíkum um-
støðum verður orkan hjá
sjálvt tí mest eldhugaða
læraranum skjótt uppi, og
so mugu børn og foreldur
bara vóna tað besta.
Ikki upp til lærarar
Fyri at fáa eina mynd av,
hvat verður gjørt við happ-
ing á teimum einstøku
skúlunum, ringdi Anna
Dalsgaard herfyri til lær-
arastovur kring landið.
Tankin var, at tann lærarar-
in, sum av tilvild tók horn-
ið, varð eisini tann, sum
bleiv spurdur. Eftir at hava
spurt á eini átta størri og
minni skúlum, var myndin
á leið tann sama: lærarar
royna hvør í sínum lagi at
taka hond um happingar-
trupulleikar, men ána í
grundini ikki, hvussu teir
skulu gera. Niðurstøðan
var, at sum er, er tað upp til
tann einstaka læararan, um
nakað verður gjørt við
happingartrupulleikan ella
ikki - nakað, ið sambært
Onnu Dalsgaard als ikki
kann góðtakast.
Anna og Rigmor undrast
á, hví ongin beinleiðis
happingartilbúgving
er,
eins og flestu skúlar til
dømis fingu í samband við
átakið »Børn og sorg«.
Sum er, hava stigini til at
gera nakað borið brá av at
vera hissini royndir, sum
ikki verða fylgdar upp, tí
ongin veit hvussu. Ongin
politikkur er á økinum, til-
vildin ræður, og hvørki
børn ella foreldur hava
nakra trygd fyri, at happing
ikki kemur at oyðileggja
skúlaárini hjá tí einstaka
barninum.
Ì hesum viðfangi greiddi
ein mamma, sum var mill-
um áhoyrarnar frá, hvussu
trist tað var at kenna makta-
loysi hjá lærararnum, tá
hon royndi at fáa happaðu
dóttrini hjálp. Eftir fleiri
royndir var tað heilt av
tilvild, at hon til endan fekk
orðið á eina heilsusystur,
sum bæði dugdi og hevði
orku at gera nakað. Hesin
næmingurin gjørdist ein av
teimum hepnu, meðan tey
minni hepnu framvegis
verða við sviðið soð.
Myturnar um happ-
ing stórtrívast. Ser-
liga treiskar eru myt-
urnar, sum vilja lítils-
gera happing og har-
við eru við til at halda
happingina við líka
og skúgva ábyrgdina
til viks, segði Rigmor
Dam, lærari, millum
annað í fyrilestri um
happing mánakvøldið
HAPPING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Sum flestu av hinum røðar-
num í Miðlahúsinum mána-
kvøldið ásannaði Rigmor
Dam, at happing er eitt vítt
hugtak. Ofta er ringt at vita,
hvar markið millum arging
og happing gongur, ella í
hvønn mun happing er at
meta sum ein verulig kon-
flikt ella ikki. Í hesum
marknalandinum hava myt-
urnar lyndi til at stórtrívast,
og okkurt bendir á, at myt-
urnar um happing eru
serliga seiglívaðar.
Avlívaði myturnar
Ì fyrilestrinum vísti Rigmor
til ástøðið hjá Dan Ulveus,
har tær mest vanligu mytur-
nar um happing verða settar
upp móti fakta á ein hátt, so
sjálvt teir mest seiglívaðu
"sannleikarnir" um happing
verða avlívaðir. Sambært
Ulveus er tað til dømis onki
sum bendir á, at ein happari
er ein, sum hevur so lágt
sjálvsvirði, at hann mest
sum er noyddur at happa
onnur. Oftast vísir tað seg,
at happarin hevur stórt
sjálvsálit, als ikki megnar at
liva seg inn í kenslurnar hjá
øðrum og beinleiðis trívist
væl við harðskapi.
Ein onnur vanlig myta er,
at "Offrið sjálvt hevur
skyldina". Og Rigmor sjálv
ásannaði, at í summum
førum hava børn ein slíkan
atburð, at tú tekur teg í at
skilja, hví tey verða happað
og hildin uttanfyri. Í hesum
førum er tað mest sannlíkt,
at tað er happingin sjálv,
sum er orsøkin til, at barnið
er vorðið ótolandi fyri hini
børnini. Um eitt barn
áhaldandi fær at at vita, at
tað er býtt og drøjt, er tað
ikki so løgið, um tað fer at
uppføra seg í tráð við
negativu væntaninar.
Ábyrgdin skúgvað til
viks
Rigmor vísti á, at við hes-
um eins og við mytum sum,
at "Soleiðis eru børn" ella
"Hatta man fara at ganga
yvir", er tað mest sum und-
irforstaðið, at slíkt skulu
tey vaksnu ikki blanda seg
uppí. Gamaní eru tað støð-
ur, har børn klandrast ella
arga hvønn annan, uttan at
talan nýtist at vera um
happing. Men um barnið
áhaldandi er fyri ágangi og
útihýsan er ikki talan um
arging ella klandur longur,
men um sálarliga niður-
brótandi happing.
Álvarsliga avleiðingin av,
at myturnar fáa loyvi at
standa ósvaraðar, er, at ong-
in vil kennist við ábyrgdina
fyri at gera nakað við
trupulleikan. Og júst hetta
kann verða freistandi hjá
einum lærara, sum framm-
anundan kennir tað svárt at
viðurkenna,
at
happing
veruliga er ein trupulleiki í
flokkinum, hjá einum vón-
brotnum foreldri ella einum
skúlamyndugleika,
sum
velur at raðfesta øðrvísi.
Tora vit hinvegin at taka
neyðuga stigið og hyggja
afturum myturnar, er tað
ikki longur ein spurningur,
um vit skulu blanda okkum
ella ikki. Tá er tað okkara
skylda sum vaksin at gera
tað. Og ikki minst hjá evsta
skúlamynduleikanum
at
krevja at happing á ongan
hátt verður góðtikin, segði
Rigmor Dam.
Miðlahúsið var
stúgvandi fult av
fólki, tá Sinnisbati
hevði sett happing á
skránna mánakvøld-
ið. Soffi Egholm, for-
kvinna í Sinnisbata,
fegnaðist um stóra
áhugan og fer nú at
taka stig til, at tiltak-
ið verur fylgt upp, so
ítøkilig úrslit kunnu
spyrjast burturúr
HAPPING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fólk úr øllum fakbólkum
umframt hópin av øðrum
áhugaðum vóru møtt í
Miðlahúsinum
mána-
kvøldið, tá Sinnisbati
hevði valt at varpa ljós á
happing í sambandi við at
10. oktober var Alheims-
dagur fyri Sálarheilsu.
Fyrilestrar og kjak
Eftir eina røð av áhuga-
verdum fyrilestrum, sum
viðgjørdu happing út frá
ymsum
sjónarhornum,
vóru spurningar og kjak á
skránni. Breið semja tókt-
iskt vera um, at happing
átti at verið bannað við
lóg eins, og tað til dømis
er í Svøríki.
Víst varð á, at tað er
ikki nokk at lata lærarar
fara á skeið og fáa eftirút-
búgving, so teir betri eru
førir fyri at handfara
happing. Tryggjast má
eisini, at neyðuga tímatal-
ið verður sett av, so lærar-
ar fáa gjørt nakað muna-
gott í flokkunum fyri at
forða happing.
Soffi Egholm fegnast
um stóra áhugan fyri til-
takinum, sum bara hevur
styrkt fatanaina hjá Sinn-
isbata av, hvussu umfat-
andi
trupulleikin
við
happing í grundini er í
Føroyum. Næsta stigið
hjá felagnum verður at
seta ein arbeiðsbólk, ið
fer at arbeiða fram ímóti,
at ítøkiligar mannagongd-
ir verða settar í verk á
skúlum kring alt landið.
Tað kann ikki verða rætt, at tað er upp til tann einstaka
læraran, um nakað verður gjørt við ein happingartrupulleika í
flokkinum. Men tíverri er tað veruleikin í dag, staðfesti Anna
Dalsgaard, lærari
Stórur áhugi
fyri happing
Myturnar halda happing við líka
Rigmor Dam, lærari, av-
lívaði nakrar av teimum
mest seiglívaðu mytunum
um happing í sínum
fyrilestri
Eini 120 fólk vóru savnað í Miðlahúsinum mánakvøldið, tá Sinnisbati hevði sett happing á
skránna
Stóri áhugin fyri tiltakinum
um happing styrkti bara
fatanina hjá Sinnisbata av,
hvussu umfatandi trupul-
leikin við happing er í Før-
oyum, sigur Soffi Egholm,
forkvinna í Sinnisbata