Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 194 - 12. oktober 2005 Mánadagin 10. oktober var ikki bert altjóða sálarheilsudagur. Hann var eisini altjóða dagur móti deyðarevsing. Ein altjóða felagskapur World Coalition against Death Penalty skipar á hvørjum ári fyri tiltøkum 10. oktober við tí endamáli at seta fokus á stríðið fyri at fáa deyðarevsing avtikna. Í ár var ljós varpað á deyðarevsing í Afrika. Fleiri afrikonsk lond hava longu avtikið deyðarevsing. Av teimum 53 londunum í Afriku hava 12 lond heilt avtikið deyðarevsing. Amnesty International og WCADP eru av tí fatan, at deyðarevsing er ein grim, ómenn- iskjalig og niðurgerandi revsing og heitir tí við hesum átaki á ríkisleiðarar og myndugleikar í Afrika um at gevast við hesi revsing. Øll rætt- hugsandi fólk mugu geva Amnesty og WCADP rætt. Deyðarevsing hoyrir ikki heima í einum humanum og siviliseraðum heimi. Tað er í grundini heilt ófatiligt, at eisini demokratisk samfeløg framvegis fremja deyðarevsing. Her er eitt øki, har ávís demokratisk lond líkjast einaræðislondum. Sum kunnugt er Kina á odda við deyðarevsingum og síðan koma USA og Iran. Hetta eru syndarlig met og er týtta nýtslan av deyðarevsing í USA ein skammblettur á fólkaræðinum og á vesturheiminum. Deyðarevsing kann ikki góðtakast, tí deyða- revsing er inhuman, ómenniskjanslig og enda- lig. Hetta, at revsingin er endalig merkir, at tað ber ikki til at rætta eitt møguligt mistak hent undir rættargongd. Av somu orsøk kemur ferð eftir ferð undan kavi, at ósek fólk eru tikin av døgum, eitt nú í USA. Øll menniskju uttan mun til politiska áskoðan ella trúgv eiga at virka fyri, at deyðarevsing verður avtikin um allan heimin. Nú er herferðin móti deyðarevsing so vend ímóti Afrika. Tað er gott, tí enn eru heili 27 lond í Afrika, sum seta deyðadómar í verk. Hetta verður eitt tógvið stríð, men glottar eru og alt fleiri lond í Afrika eins væl og í øllum heiminum taka av deyðarevsingina. Tað, sum hevur allrastørsta týdningin, er, at fáa deyða- revsingina avtikna í USA. Hetta tí USA er heimsins undangonguland á flestøllum økjum. Hevði tað eydnast at fingið USA at hildið uppat við at fremja deyðadómar, so vildi tað fingið ómetaligan moralskan týdning fyri altjóða stríðið móti hesi barbarisku, og inhumanu revsing. DAGSINS MEINING Sosialurin Grim, ómenniskjanslig og niðurgerandi revsing VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bingjuhavn á Oyrareingjum Beate L. Samuelsen Býráðslimur í Havn Á býráðsfundi Havn at- kvøddi bert ein ímóti, at Kollafjørður skal neyðtak- ast av stórum bingjuskipum í framtíðini. Og tað var undirritaða. Broytingini av byggisamtyktini fyri Oyra- reingir førir við sær, at stórt havnaøki skal byggjast har, hóast kærur komu inn viðvíkjandi málinum 21. apríl í ár tók Tórs- havnar býráð undir við til- mælinum um at broyta samtyktina fyri Kollafjørð, soleiðis at F-vinnuøki á Oyrareingjum varð broytt til B1-havnaøki. Málið hevði ein mánað frammanundan verið fyri í Kollafjarðarnevndini, sum tók undir við broytingini av byggisamtyktini. Tí var einki at siga til, at allir býráðslimir tóku undir við málinum í býráðnum á fundinum í apríl. Málið skein langan veg av semju og idyl, einki vrøvl av nøkrum slag, og varð tí samtykt uttan at- kvøðugreiðslu. Tað var so sólarklárt, at hetta var eitt fínt uppskot. Tað hildu øll, sá tað út til. Á borgarafundi í Kolla- firði, har undirritaða ikki var hjástødd, frættist, at heldur ikki har var mutað nakað serligt móti ætlanini, tá tað var umrøtt. Sostatt tyktist tað okkum øðrum, at kollfirðingar í sátt og semju tóku undir við broytingini av byggiætlanini. Larmur og gangur Aftan á samtyktina í bý- ráðnum, var dagurin 5. august 05 settur, um onkur ætlaði at mótmæla ætlanini. Tá freistin var úti, vóru tvey mótmæli komin inn. Serliga hugsi eg um ann- að av hesum, ið átta kollf- irðingar hava undirskrivað. Hetta eru fólk, sum nýta sín fólkarætt og gera vart við seg, tí tey búgva har á staðnum. Tey kenna økið sum sín egna buksulumma. Tey vita, hvussu veður og vindur á ymsu ættunum arta seg har, og tey hava við berum eygum sæð, hvussu harðar hvirlur sum ein lort kunnu lyfta bingjur av havnaøkinum og út á sjógv. Sjálvandi vilja tey, sum búgva har, ikki hava hetta náttúruvakra og friðarliga umhvørvi oyðilagt av risa- stórum bingjuskipum, við øllum tí larmi og gangi, sum slíkt virksemi nú eina- ferð hevur við sær. Tí tað er ikki, sum bæði Leivur Hansen úr Tjóðveld- isflokkinum, og Jan Christiansen úr Fólkaflokk- inum vilja vera við, bara talan um at fáa gjørt ein lítlan keikant á Oyrareingj- um fyri, sambært teirra egnu útsagnum á býráðs- fundinum hóskvøldið, at fjala yvir óruddið, sum liggur har! Talan er um at byggja eitt havnaøkið, har bingjuskip skulu kunna leggja at fyri at lossa og lasta bingjur. Annað stað ávíst Tá ein partur av bygdafólk- inum ikki vil vita av ætl- anini hjá Tórshavnar Býráð um at broyta byggisamtyk- ina fyri økið, sum liggur inni á Oyrareingjum, kunnu vit sum býráð ikki lata hetta ynski teirra fara fram við og bara lata sum einki. Í broytingini av byggi- samtyktini liggur, at ein bingjuhavn til størri skip skal byggjast á Oyrareingj- um, og kunnu vit sum bý- ráð ikki bara sita og kroysta eina broyting av eini byggi- samtyktini niður yvir tey fyri at sleppa eina kei har. Fólkini, sum skrivað hava hetta eina mótmæli móti broyttu byggisamtykt- ini á Oyrareingjum, vilja við hesum vísa sína ónøgd. Tað mugu vit respekter- era. Tey eru tó so positiv sinn- að, at tey koma við uppskoti um í staðin at leggja havnavirksemi úti á Sperm, har sum hvalastøðin var, tí har býr ikki ein sál. Álvaratos, kunnu vit vera tað bekent at oyðileggja Kollafjørð við eini ætlan sum hesari við eini bingju- havn á Oyrareingjum? Tá atkvøtt var um upp- skotið á býráðsfundi hós- kvøldið 6. okt. 05, varð tað samtykt við níggju atkvøð- um fyri. Tveir býráðslimir greiddu ikki atkvøðu, og eittans atkvøða var ímóti. Tað var mín. Sminkað kunning Thomas Arabo Hoyrdi viðtal við Leivur Hansen í útvarpinum í kvøld, sunnukvøld. Ikki eiti á romantisk versión, hann kom við um havnaútbygg- ingina á Oyrareingjum. Ein fekk nærmast ta fatan, at har skuldi gerast ein "blomsturkassi" við einum pinkulítlum keikanti, og so hendi ikki meira í hesum valskeiðinum. Harafturat so vóru tað bara 8 Kollfirð- ingar, sum høvdu mótmælt. Hattar síðsta er sannheit, tí tað vóru helst ikki stórt meira enn hesi 8, sum høvdu sæð alt málið! Eg var ein av teimum 8, sum aftan á at hava hoyrt eitt graml um, at her var nakað kollveltandi á tapetinum, bað um alment innlit. Og ikki eiti á mál! Veruleikin Fyrst verður upplýst, at tað, sum nú verður gjørt, er ein liður í eini heildarætlan. Hendan ætlan gongur út uppá at byggja ein mola nakrar fáar metrar út frá Signabøslandinum heilt út til núverandi bátahyl. Gangi út frá, at hettar verður gjørt fyri at sleppa undan at fáa góðkenning frá friðingar- myndugleikunum. Fjørðan er, so vítt eg veit, friðað. Harafturat skal økið víðkast niðaneftir, so lands- vegurin, ið er einasta bein- leiðis samband til bygdina hinumegin, har allir felags- aktivitetir í Kollafirði eru, skal kvettast av, og ferðslan leggjast niðan í tunnils- vegin, inn í rundkoyringina og síðan út til Sjógv. Hettar váttar borgarstjórin í Vikuskiftissosialinum. Ullint góðkenningar- mannagongd Tað sum er so forundarligt Lusk? Framhald á síðu 11