Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 12. oktober 2005 11 VIÐMERKINGAR Av Trafalgar á Tvøroyri Hergeir Nielsen Fríggjadagin í komandi viku eru 200 ár liðin síðani stóra sjóslagið við Trafalgar Trafalgar liggur vestan- fyri Cadiz á leiðini, har nýggi Smyril er smíðaður, og har stóð tað avgerandi sjóslagið undir Napoleons- krígnum. Meðan fransmenn og spaniólar mistu tjúgu skip, mistu bretar bara eitt, men so mistu teir eisini sjálvan herflotaovastan, lord Horatio Nelson. Ein kúla rakti epaulettini á vinstru øksl hansara, fór síðani inn í bringuna, og tók lívið av honum. Her um okkara leiðir høvdu Nólsoyar Páll og hansara menn flotað Roynd- ina Fríðu árið fyri. Teir vildu tryggja fólkinum mann- sømulig kor og royndu at vinna á hungri og halli. "Tó skal eg mín naglaf- ara, stýra eftir grunni, heldur enn fólki doyggja skal við tarablaði í munni." - segði Bóndin um Nólsoyar Páll, Royndina Fríðu og tær framburðs- kreftir, ið tá stríddust móti afturhaldi og yvirvaldi. Nú tvær øldir seinni seinni er ein nýggjur Smyril ávegis, og hann kemur sum frammanfyri nevnt av leiðini við Trafalgar. Øll gleðast vit um, at hann endiliga kemur. Hann var eitt høvuðspunktið í Suð- uroyarætlan okkara, og hann leggur at í nýggju sam- ferðsluhavnini á Trongis- vágsfirði, sum so aftur er annað av fleiri punktum, sum nakað spurdist burturúr. Smyril ætlaðu vit at brúka til at bøta um sambandið um Suðuroyarfjørð. Hesin fjørður er og verður okkara landsvegur, og hendan fjørðin noyðast vit at rógva enn eitt áramál framyvir. Vit settu okkum fyri at dagføra sambandið við Suð- uroynna, og fóru undir at byggja eitt størri skip, ið kundi sigla skjótari og oftari. Dagsins samgongumenn halda nakað annað, tíverri, og nú teir fáa eitt nýtt skip borið upp í hendi tykjast hugskotini um at brúka landsveg okkara til onnur endamál ongan enda fáa. Ein vil brúka hann til millumlandasigling, meðan annar vil binda hann í kajina fyri at læra seg at sigla við honum. Nelson, sum varð nevnd- ur frammanfyri, gjørdist heimskendur, tá hann fýra ár undan slagnum við Tra- falgar setti kikaran fyri blinda eygað og vann slagið á Reduni uttanfyri Keyp- mannahavn. Hetta var 2. apríl í 1801. Bretar stóðu seg ikki væl í hesum bardaganum, og tá tann eldri herflotaovastin, sir Hyde Parker, vant flagg nr. 39 í húnar hátt, var tað eitt tekin til bretska skipa- flotan um at gevast við stríðnum. Blindur á øðrum eygan- um og veipandi í loft við einum stumpi av høgra armi gekk Nelson aftur og fram eftir dekkinum á sín- um skipi. Honum lá ikki til sins at gevast, og deyða- revsing var honum vís, aktaði hann ikki boðini frá ovasta sínum. Tá var tað, hann skrivaði søgu. Hann setti kikaran fyri blinda eygað og gav boð um at stríðast víðari við Union Jack og stríðs- flaggi nr. 16 uppi. Tá hann eingi boð sá sjálvur um at gevast á hondum, og tá hann nakað seinni hótti við at drukna allar teir donsku fangarnar, vóru tað danir, ið góvust. Nakrir dagar eru nú farnir, síðan hendan bar- daga og oyggjalandið Før- oyar er við at skipa seg í einum meginlandi, har 9 av 10 føroyingum koyra inn í túni hjá hvørjum øðrum á nátt sum degi. Uttanfyri henda meldurin liggja vit suðringar á einum meginøki, og tað er ein tíð enn, áðrenn vit røkka øðr- um leiðum enn Suðuroyar- firði, vilja vit av oynni. Sambandið við útlandið er betri enn sambandið við Suðuroynna. Meðan fólk flest sleppa niður og upp sama dag, telja vit fram- vegis dagar, tá vit skulu til og frá flogfarinum, so enn er langt á mál. Dagsins samfelag hevur sínar avbjóðingar, og ein avgerandi fortreytin fyri trivnaði og menning er, at støðugt og títt samband er aftur og fram allan dagin, hvønn dag í viku. Tað sama halda teir á Skálafjørðinum, sum fyrst høvdu Oyggjarvegin, síðani Kaldbakstunnilin, og sum nú fara undir ta triðju farleiðina undir fjørðin fyri at røkka miðstaðarøkinum so skjótt og so ofta sum gjørligt. Meðan nakað er vunnið við Smyrli, liggur annað og bíðar í rættarnevndini, sum nú ger sær sínar metingar av, um vit suðringar skulu hava ein triðja túr um dagin ella ikki. Vit vóna tað besta, og sjálvandi fara vit at bjóða Smyrli hjartaliga vælkom- num heim av leiðini við Trafalgar. Tað er eitt vælaverk og eitt av teimum heilt stóru frambrotunum í okkara tíð, sum nú hevur sett kós heim til Suðuroyar. Hvat túratalinum viðvík- ur, so gevast vit ikki á hondum, men seta kikaran fyri blindað eygað, vinda flagg nr.16 í húnar hátt, og stríðast til vit einaferð vinna á mál. Súni Selfoss Koyrandi millum Sørvág og Havnina hvønn dag Líka síðan henda samgonga var skipað, hava mong við mær verið bangin fyri, hvat hesir borgarligu flokkarnir við Javnaðarflokkinum á odda nú fóru at finna uppá Ongantíð havi eg hildið, at nakar av hesum flokkum, ið situr við landsins leiðslu, hevur viljað borgarum landsins nakað gott, og so slettis ikki tað besta. Og nú hoyra vit enn eina- ferð, hvat teir vilja, BIL- VEKTGJALDIð SKAL HÆKKAST. Aftur eru tað vit, sum skulu gjalda fyri teirra ódugnaskap og fantasiloysi, tí lættast er at fara eftir tí, ið ikki rakar teir sjálvar. Tað eru ikki øll, ið kunnu selja sín bil og brúka buss- arnir á sama hátt sum borg- ararnir í Havn, tí haldi eg, at rættast hevði verið hjá sjónvarpsliðnum at spurt fólk á bygd, ið noyðast at koyra til Havnar til arbeið- is, sama spurning, sum fólk á Havnargøtum fingu í Degi og Viku herfyri. Eg eri vísur í, at svarið hevði verið annarleiðis. Tað eru tey fægstu, ið hava somu lønarinntøku sum løgting- og landsstýr- ismenn. Vit hava ikki sama møguleika at gjalda øll hesi eykagjøld/brúkaragjøld, ella vit skuldu kanska heldur kalla tað, eyka skatt, sum verða lagdur á okkum. Øll vit brúka eina stóra upphædd til m.a. brenni- evni, tunnilsgjald, vektgjald, tryggingar og viðlíkahald, hvørt eitt tað einasta ár, og tað fær landskassin rættiliga fitt burturúr. Ikki vildu landsins kosnu menn við Javnaðarflokkin- um á odda væl stýrdir og stuðlaðir av Fólkaflokkin- um, lækkað olju- og bensin- avgjaldið, nei, vit skuldu revsast fyri at gera okkara samfelagsskyldu og royna at halda landinum koyrandi. Hvat verður tað næsta? Ætla tit, ið løgtingsvald eru, framvegis at sita kúrr og lata hesar menn, sum eg her kalli fantasileysar og ódugnaligar, drena okkum enn meira? Mær lystir at vita, hvussu nógv tær seinastu vikurnar hava kosta landskassanum í ferðaútreiðslum. Eg vil bert nevna tríggjar, tann fyrsta var til USA, har eitt stórt ferðalið hevur hugt eftir ein- um sjúkrahúsverki, ið eing- in annar í øllum heiminum vil vita av. So er tað ferðin til Írlands, har ikki minni enn tvey aðalráð saman við tveimum løgtingsnevndum hava hugnað sær, og so Spaniuferðin hjá løgmanni við stórum fylgi, tá Smyril fekk navn, alt hetta goldi við skattgjaldarans peningi. Eg skal ikki gera meg klókan upp á, hvussu pen- ingurin skal koma í lands- kassan í staðin, tað eru onnur við viðkomandi út- búgvingum betur før fyri at siga enn eg, men eg vil her loyva mær at koma við einum uppskoti um, hvar tit kunnu byrja hjá tykkum sjálvum, kanska fær tað fantasiin og harvið eisini dugnaskapin at vakna. Hetta uppskot er bert galdandi fyri løgtings og landsstýrislønir. • Grundlønin, ið er minni enn 30.000 kr, verður skatt- að sum hjá øllum øðrum • Grundlønin, ið er meira 30.000 kr., verður skattað 70% • Eftirløn og tryggingar verða skattaðar 50% • Fundarpeningur og nevndarsamsýningar verða skattaðar 65% • Allar aðrar samsýningar og "frynsegoder" verða skattaðar 90% • Ferðaískoyti og koyri- pengar verður strikað, og busskort til Bygdaleiðir verður latið í staðin. Løgt- ings- og landsstýrislimir, ið búgva í Tórshavn, kunnu ganga. (Tað er sunt, sigur Hans Pauli) • Ferðaliðini til útlandið verður skorið niður í helvt • Koyring til og frá flogvølli her heima og í út- landi gjalda limirnir sjálvir • Eingin viðbót verður latin í sambandi við út- landsferð, heldur ikki til embætisfólk Eg tori ikki at rokna upp á hetta, so eg veit ikki, hvussu nógv hesar sparing- ar geva, og hvussu nógvar eykainntøkur í skatti tað gevur, men eg giti nakrar milliónir. Eg skal lova tykkum, at tit nokk skulu yvirliva, um tit byrja hjá tykkum sjálv- um fyrst, tit hava inntøk- urnar til tað. Vit onnur anda enn, sjálvt um høvdið bert kemur und- an vatnskorpuni viðhvørt. Fantasiloysi og ódugnaskapur við hesari heildarætlan er, at teir myndugleikar, ið skulu góðkenna slíkar útbygg- ingar, einki vita um hesa ætlan. Friðingarnevndin hevur bara fingið "blomst- urkassan" hjá Leivuri til góðkenning, Heilsufrøðis- liga Starvsstovan, ið hevur eftirlit við larmandi arbeiðs- plássum, veit einki, og lim- irnir í Kollfjarðarnevndini høvdu ikki heildarætlanina. Ætlanin kemur uppá sikt at niðurleggja sunnaru síðu av Kollafirði sum búpláss. Her hevur verið búpláss í øldir, og vónandi krevur Innlendismálaráðið, ið nú fær málið til viðgerðar, alla ætlanina á borðið, og ikki eitt sminkað eintak, ið er avvigað eftir valskeiðnum hjá einum býráðslimi. Lærið av klaksvíkingum! Mær tykist annars, at hettar málið er handfarið so "luskut", at landsmyndug- leikarnir áttu at kravt alt málið viðgjørt av nýggjum, og álagt Tórshavnar Havn at lagt sína kontainarahavn uttan fyri bústaðarøki, á sama hátt sum Klaksvíkar Havn hevur gjørt. Gaman í, treytin er bert, at allar hinar kommunurnar gera sum býráðið á Tvøroyri dikterar Finnleif Guttesen Tvøroyri Sjey býráðslimir á Tvøroyri vilja seta dagsskránna fyri "samstarvi" í Suðuroy og hevði tað verði við dialogi og ikki hóttanum, kundu suðuroyingar skilt tað. Men sum støðan er í dag, er tað bert onkur á Tvøroyri, sum ikki sær út um sín egna lítla dunnuhyl, ið skilur fram- ferðarháttin hjá hesum sjey býráðsliminum. Inntøkan økist ikki, men býráðið vil økja um út- reiðslurnar við at seta sína egnu sosialu deild á stovn, ístaðin fyri at samstarva við hinar kommunurnar. Pork- eris kommuna hevur bjóða seg fram til at húsa einari barnaverndar skrivstovu og skuldi tað verið ein sjálv- fylgja, at ein sosial deild fyri alla oynna eisini var har. Viðvíkjandi ellisheimi í Vági mugu býráðslimir á Tvøroyri síggja veruleikan í eyguni, um teir vilja teim- um veiku væl, og taka av tilboðnum frá landsstýrin- um um lagaliga fígging. Tí 50 prosent lógin um fígg- ing av íløgum blívur ikki broytt til tað betra, heldur verður tað soleiðis, at kommunurnar í framtíðini skulu gjalda alla íløgurnar. At Tvøroyri, ið ikki er fíggjarliga væl fyri, skal byggja sítt egna ellisheim er hol í høvdi. Men nøkur fólk hava tað soleiðis, at tá ið tey liva við reyvini í vatn- skorpuni, skulu tey spæla rík og vera fín uppá tað. Suðuroyingar vita kanska ikki, at ein orsøk til vant- andi samstarv er, at býráðs- limir á Tvøroyri og í Vági eru ógvuliga bangnir fyri, at skatturin frá starvsfólki í kommununum, skal fara tað "skeiva" staði. Veruleikin er tann, at skatturin frá "einum" starvs- fólkið, kann stoppa øllum samstarvi millum hesi bæði býráðini, tí tað blívur ein bardagi um, hvat fyri ein kommunukassa skatturin skal í, ella um hann skal deilast o.s.v Eitt tað feskasta dømi um vantandi samstarv, er hesar smáu lýsingarnar frá kvøldskúlunum í Suður- oynni. Her skuldi tað sjálv- sagt verði ein felags lýsing frá øllum kvøldskúlunum, tí so kundu allir suðuroy- ingar fari til tað tilboði ið teir høvdu hug til, um tað var í Sumba ella Sandvík var líkamikið. Mín vón er, at landsstýr- ismaðurin í kommunumál- um bert góðtekur eina barnavernd í Suðuroy, tí marki uppá 1500 fólk í ein- ari kommunu, er bert komi fram tí Tvøroyri, Vágur og Fuglafjørð sum eru limir í kommunusamskipan Før- oya, høvdu umleið hetta fólkatali og tí passaði hetta tali teirra áhugamálum. Samstarv við Tvøroyrar býráð? Framhald av síðu 10