Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 194 - 12. oktober 2005 Í sambýlinum koma at búgva 4 sinnisveik fólk, íð hava tørv á eginumsorgan, tryggleika og einum struktureraðum gerandisdegi. Tað verða fleiri aktivitetir bæði inni og uttan fyri húsið, har starvsfólkini fara at luttaka aktivt saman við búfólkunum. Arbeiðið hjá starvafólkunum fevnir um: • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá búfólkunum. • At stimbra ígongdsetan av virksemi, íð búfólkini ynskja ella hava tørv á. • At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, so sum matgerð, reingerð, klædnavaski, handilsørindum og øðrum, samstundis sum atlit verður tikið til, hvat búfólkini megna. • At skipa so fyri,at búfólkini fáa møguleika at leggja gerandislív sítt soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar við egnan tørv og normar. Førleikakrøv: Vit vænta, at tú: • er tolin og hevur eina positiva menniskjafatan. • kann handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, íð onki kann sigast um frammanundan. • ert sterkur bæði til likams og sálar. • hevur royndir innan psykiatriska økið. • hevur áræði. • hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt. Lønar- og setunartreytir: Talan er um 5 fulltíðarstørv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, at arbeiðstíðirnar eru skiftandi. Tað eru dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir. Løn sambært Føroya Psykiatrifelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið føroyskir sjúkrarøktarafrøðingar, Heilsuhjálparafelag Føroya, Almanna og heilsurøktara- felagið og Fíggjarmálaráðið. Tann, íð settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Fleiri upplýsningar um størvini eru at fáa hjá Signu Andreasen, leiðara, tlf. 333213. Umsóknarfreistin er sett til tann 25. oktober 2005., og umsóknir skulu sendast til: Deildin fyri sinnisveik Att: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir Heimarøktin og Serforsorgin Deildin fyri Sinnisveik Løkjutún 1 FO-160 Argir · Tlf.354020 · Telefax 354021 Deildin fyri sinnisveik søkir eftir 5 starvsfólkum til nýggja sambýlið á Traðarvegi í Sandavági Traðarstykkið á Sandi til sølu Eitt 12.310 kvm. stórt innhegnað traðarstykkið inni í Brekkum á Sandi á Bakafløtu og 4 áseyðir í Klivaløgshaga, norðari partur til sølu. Meiri á www.bkv.fo Bókhaldsvirkið Terji Dalsgaard Tlf. 361 376 · Telefax 361 309 Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur frá SAHVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 8.og 9.november 2005 og á Landssjúkrahúsinum 10. november 2005. Tíð fæst við at ringja á tlf.45 54 63,mánadag og týsdag kl. 10-12, í seinasta lagi týsdagin 1. november 2005. Lesið internet Sosialin !