mikudagur 12. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 12. oktober 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Elsebeth Arge av Argj-
um,
vanliga
nevnd
Ebba, andaðist mána-
dagin, 94 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Argja kirkju hósdagin
klokkan 13.
Jógvan Julius Joen-
sen, ættaður úr Fugla-
firði, búsitandi í Gille-
leje, andaðist sunnu-
dagin, 95 ára gamal.
Jarðarferðin
verður
fríggjadagin klokkan 13
úr kirkjuni Bygade 26,
Søborg, 3250 Gilleleje.
Rita Gúnther fer til
gravar úr Marstal kirkju
á Ærø mikudagin 12.
oktober klokkan 12.
Tey, ið vilja minnast
Ritu kunnu lata Zarepta
eina gávu. Konto í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu , tá
okkara góða mamma, omma og langomma
Marianna Hjalt
(Manna)
Sandi
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum á Gerðisgarði fyri hjálp og umsorgan.
Tøkk til prest, gravarar, sangarar og berarar.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur og heilsanir
Tøkk til tykkum sum hava latið peningávu
til Sands kirkju.
Vegna tey avvarðandi
Betty, Randi, Steen, Jonas, Rasmus,
Rúni, Lea og Josephine
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
tá okkara høgt elskaða mamma, vermamma og systir
og okkara allarbesta omma og langomma
Charlotta Christiansen
Porkeri
doyði og varð jarðað.
Takk fyri blómur og kransar og peningagávur
til Missiónshúsið.
Takk øll tit, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Takk fyri góða hjálp til ervið, takk til heimahjálpirnar
og heimasjúkrasystrarnar, sum vóru so góðar við hana.
Takk øll somul.
Familjunnar vegna
Sverri, Kristina, Kári og Eyðbjørg
Dagurin
12. oktober. Maximilianus, deyður umleið ár 285.
Pávin Sixtus II sendi hann sum trúboðara til tað, sum nú
verður rópt Eysturríki. Hann varð seinni biskupur, men
bleiv tikin av døgum. Er verndarhalgimenni hjá
Eysturríki, og fleiri av keisarunum har hava borið
navnið Maximilian.
Navnið merkir hin fjølmenti.
Góða omma og langomma,
hetta er bert ein lítil heilsan
til tín á tínum 80 ára degi.
Takk fyri at tú altíð ert so
góð við okkum.
Gestablíð ert tú altíð. Tað
er mangan komið fyri at
heil hondbóltslið og kapp-
róðrarfólk hava verið og
etið
døgurða,
drukki
drekkamunn ella ligið nátt í
tínum heimi. Takk fyri at
vit altíð eru vælkomin í títt
heim.
Vit hava nógv góð minnir
frá barnaárum í Klaksvík.
Tað vóru ikki nógvar feriur,
sum fóru framvið, uttan at
vit
vóru
hjá
tykkum.
Túrarnir norður eftir oyggj
við bili ella bussi og síðani
við báti, sita fastir í
minninum. Vit vita, at tú
altíð situr og bíðar, klár við
døgurða
ella
nátturða, tá ið tú
veit at vit koma.
Hetta fer alt at
broytast nú undir-
sjóartunnilin kem-
ur, og tá fara vit at
koma óvæntað og
vónandi oftari á
vitjan.
Sand- og mar-
morkøkur er tað
eingin, sum dugur
betri at baka enn
tú, og smákøk-
urnar eta vit sum
bomm.
Til hondabreiði dugur tú
sera væl. Allar tær mongu
troyggjur,
hosur,
ullint
undirklæðir
og
mangt
annað, sum tú hevur bundið
uppá okkum, ja vit høvdu
nokk mangan gingið køld,
um tú ikki bant.
Eingin eigur eina so fitta
ommu og langommu sum
vit. Aldurin ber tú sera væl.
Góða elskaða omma og
langomma. Hjartaliga til-
lukku við 80 ára degnum
tann 12. oktober og mong
góð ár í framtíðini, má
Jesus pápi fylgja tær.
Ynskja Hanna, Jacklin
og Bjarni við familjum
Til Petrinu Hansen á 80 ára degnum
60 ár
Hósdagin 13. oktober fyllir Hildebjartur Antoniussen
60 ár. Vælkomin inn á gólvið tann 14. oktober.
75 ár
Leygardagin 15. oktober fyllir Páll Jacobsen, á Nesi,
Vágur 75 ár. Tey, ið vilja heilsa uppá hann, eru væl-
komin millum kl. 10.00 og 14.00.