Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 194 - 12. oktober 2005 Obote deyður Fyrrverandi ugandiski forsetin Milton Obote doyði fyrradagin á einum sjúkrahúsi í Suðurafrika. Tey seinastu 19 árini búði Obote í Zambia, men fyri nøkrum døgum síðani varð hann í skundi fluttur á eitt sjúkrahús í Johannesburg, og har doyði hann. Milton Obote var so- sialistur. Hann fór upp í politikk í fimmtiárunum. Árini frá 1962 til 1966 var hann forsætisráð- harri. Í 1966 stillaði hann upp á forsetavalinum og vann, men varð koyrdur frá fimm ár seinni, tá herovastin Idi Amin skip- aði fyri einum hernað- arkvetti ímóti honum. Í 1980 varð Obote aft- ur valdur til forseta í Uganda, og hann røkti embætið tey næstu fimm árini. Mount Everest minkar Mount Everest er fram- vegis heimsins hægsta fjall, men tað er kortini ikki so høgt, sum tað hevur verið. Eitt lið, sum júst hevur verið uppi á fjallinum, hevur við kanningum víst á, at Mount Everest er 8.844 metrar og 43 centimetrar høgt. Talið skal takast við einum ávísum fyrivarni, sigur liðið, tí tólini kunnu hava ein skeivleika upp á 21 centimetrar. Upprunaliga varð hild- ið, at Mount Everest var 8.848 metrar høgt, men fyri nøkrum árum síðani vístu kanningar, at fjallið var 8.850 metrar. Nú vísir tað seg at vera lægri enn hildið. Stovna heimsins størsta banka Japanska tjóðartingið samtykti gjáramorgunin at einskilja tað almenna postverkið og at skipa tað, sum verður heimsins størsti banki. Hørð mótstøða ímóti at einskilja postverkið noyddi herfyri Junichiro Koizumi, forsætisráð- harra at skriva út nýval, men hann vann valið og kundi tí ekkaleysur leggja uppskotið aftur fyri tingið. Á valinum fingu liberaldemokrat- iski flokkurin og sam- gonguflokkur hansara tveir triðingar av teimum 480 tingsessunum, og uppskotið um at einskilja postverkið fekk eisini stóran meiriluta í gjár. Uppskotið skal eisini samtykkjast í yvirhúsin- um, áðrenn tað fær gildi, men tað verður ikki mett at vera nakar trupulleiki, skrivar AP. Skal jarðast í Russlandi Danmark og Russland hava skrivað undir eitt skjal, sum staðfestir, at fyrrverandi russiska keisarainnan Dagmar, sum liggur jarðað í Danmark, skal jarðast í St. Pætursborg næsta ár. Dagmar var dóttir Christian kong 8. Í 1866 giftist hon russiska krún- prinsinum, sum seinni gjørdist russiskur keisari undir navninum Alex- ander 3. Eitt av børnum teirra var Nikolaj 2. keisari, sum bleiv myrdur undir kollveltingini í Russlandi. Síni seinastu ár búði Dagmar í Danmark. Hon Sjálv vildi hon verða jarðað í russiskari jørð, men tað lat seg ikki gera, soleiðis sum umstøður- nar vóru tá. Nú er øðr- vísi, og tann 26. sep- tember næsta ár kemur líkið av gomlu keisarinn- uni við einum donskum herskipi til St. Pæturs- borg. Dagin eftir verður kistan flutt í eina kirkju á slottinum í St. Pæturs- borg, har russiski al- menningurin fær høvi at heiðra gomlu keisarinn- una, áðrenn hon verður jarðað. Í hesum sambandi verður ein serlig minn- ingarguðstænasta í dóm- kirkjuni í Roskilde tann 23. september, har danska kongshúsið verð- ur hjástatt. Komandi týski kansl- arin fer væntandi at fríggja til Blair og Bush, meðan Chirac fær krakk TÝSKLAND Árni Joensen: fartekst@mail.dk Teir hava verið sum lív og ein sál, Gerhard Schröder og Jacques Chirac, men franski forsetin skal ikki vænta sær tað sama vinar- lagið, nú Angela Merkel tekur við kanslaraembætin- um í Berlin. - Merkel fer uttan iva at avmarka sambandið við París. Men tað er gott fyri Evropa, tí tað góða sam- bandið ímillum Frakland og Týskland hevur í veru- leikanum verið ein stórur evropeiskur trupulleiki, sigur Katinka Barysch, búskaparfrøðingur hjá Centre for European Re- form, við Politiken. Hon og aðrir serfrøðingar vænta, at Angela Merkel fer at velja Bretland og Tony Blair fram um Frak- land og Chirac, og tey vænta eisini, at hon fer at royna at bøta um viður- skiftini við George W. Bush, forseta. Schröder og Bush drógu minni enn so altíð eina línu. Harafturímóti vænta serfrøðingarnir ikki, at Angela Merkel verður ein nýggjur ES-leiðari. Teir vísa á, at við Schröderi sum kanslara hevur Týskland havt ein heldur vinglutan ES-politikk, og at hetta helst fer at halda fram, nú Týskland fær eina stór- samgongu við teimum kristiligu demokratunum og sosialdemokratunum. - Talan er jú um eina neyðsemjustjórn, sigur Marlene Wind, lektari á lærda háskúlanum í Keyp- mannahavn, við Politiken. Í pakistanska býnum Balakot vórðu tveir skúlar javnaðir við jørðina JARÐSKJÁLVTI Árni Joensen: fartekst@mail.dk - Vit hava mist eitt heilt ættarlið, sigur talsmaðurin hjá pakistanska herinum. Hann sipar til býin Bala- kot, har ein dreingjaskúli og ein gentuskúli vórðu javnaðir við jørðina í tí harða jarðskjálvtanum. Mánadagin eydnaðist tað bjargingarliðunum at bjarga fýra børnum á lívi undan toftunum, men tá høvdu bjargingarliðini grivið hundrað lík undan toftunum av dreingjaskúl- anum og 30 í gentuskúlan- um. Eitt umboð hjá einum norskum hjálparfelagsskapi greiddi í gjár frá, at støðan í Balakot var ræðulig. At kalla allur býurin var javn- aður við jørðina, og uttan fyri teir báðar skúlarnar stóðu grátandi foreldur. Fleiri høvdu verið eftir spaka og øðrum amboðum, men tað var vónleyst at gera nakað, tí skúlarnir vóru úr betong, og tí var neyðugt at fáa maskinur til at grava. Men hjá teimum flestu var tað longu ov seint. Í gjár søgdu pakistonsku myndugleikarnir, at minst 20.000 fólk doyðu í jarð- skjálvtanum. Pakistanskir embætismenn vildu vera við, at talið man vera um 40.000, men fleiri fjøl- miðlar siga, at tað veruliga talið helst er umleið 90.000. Hildið verður, at umleið fýra milliónir fólk eru vorðin heimleys, og at umleið 120.000 teirra eru so illa fyri, at tey mugu fáa okkurt at búgva í beinan- vegin. Túsundtals fólk sova undir opnum himli um næturnar, og í teimum pakistonsku fjøllunum kemur hitin niður í umleið tvey stig hesa tíðina á árinum. Pakistonsku myndugleik- arnir bóðu í gjár altjóða samfelagið um meiri hjálp. Ein talsmaður hjá myndug- leikunum segði, at van- lukkan er ovurstór, og at tað tí er tørvur á ovurstórari hjálp. UTTAN ÚR HEIMI Skjálvtin tók eitt ættarlið Merkel fer at fríggja til Blair og Bush Hesin pakistanski smádrongurin var heppin. Nógvir av hansara javnaldrum doyðu, tá skúlarnir rapaðu oman yvir tey Mynd: Reuters