Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 • mikudagur • 12. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Liðformaðurin held- ur, at tað hevur størri týdning fyri framtíð- ina hjá landsliðnum, at nýggju spælararnir eru væl fyri, enn tað hevur, hvør verður landsliðsvenjari LANDSLIÐSHAGTØL Jóannes Hansen Tvær tær síðstu ferðirnar hevur Óli Johannesen spælt móti sama liðnum, sum hann 5. august í 1992 fyrstu ferð spældi móti. Hann varð skiftur inn móti Ísrael á Svangaskarði í 1992. Síðani hevur liðformaðurin nógvu tey seinnu árini ver- ið fastur maður í verjuni, og í Tel-Aviv leygarkvøldið var hann á landsliðnum fyri 76. ferð. Talan er um dystarmet, sum tað er ógvuliga veru- leikafjart, at nakar annar fer at hótta. Eftir seinasta kappingarár boðaðu fyrst John Petersen og síðani Pól Thorsteinsson frá, at teir fóru at gevast á landslið- num. Nú hetta landsliðsárið er liðugt, og HM undan- kappingin er liðug, so hoyrist tað einki um, at veteranarnir ætla at gevast. Í hvussu so er hevur Óli Johannesen ikki ætlanir um sjálvur at taka seg aftur av landsliðnum. - Eg havi ikki hugsað tann tankan. Kanska kann tað vera so knappliga, at kenslan av at vera mettaður stingur seg upp, men hana havi eg ikki kent enn. Sum tað sær út í løtuni, so ætli eg at halda fram at spæla á so høgum støði í Føroyum, so leingi sum tað ber til. Og um venjarin fer at heita á meg at spæla á landslið- num, so vil eg fegin vera við, sigur Óli Johannesen. Liðformaðurin hevur einki hoyrt um ætlanirnar viðvíkjandi nýggjum venj- ara. Hann sigur seg ikki ganga so ógvuliga høgt uppí, um talan verður um føroyska ella útlendska loysn: - Higartil hevur FSF verið heppið í venjaraval- unum. Páll Guðlaugsson var góður í sínari tíð, og Allan Simonsen og Henrik Larsen hava hvør á sín hátt - og báðir sera professionelt - verið við til at borið landsliðið víðari fram. Tað, sum hevur størsta týdning- in, er, hvussu spælararnir eru fyri, tá ið teir hittast til landsliðsfótbólt, og har hava broytingarnar verið stórar. Bæði tí spælararnir nú eru betri fyri, tí tað verður vant meiri og tí dystirnir eru fleiri, og ikki minst tí teir, sum nú koma á landsliðið, allir vita, hvat tað snýr seg um, tí teir eru skúlaðir á yngru landslið- unum, heldur Óli Johanne- sen. - Eg má siga, at eg eri eitt sindur imponeraður av ungu monnunum so skila- góðir og tilvitaðir teir eru, og eg eri spentur at síggja, hvussu tað fer at tørna út í næstu EM kappingini. Óli Johannesen hevur umboðað Føroyar 76 ferðir. Tað hevur verið lagt til merkis, tá ið hann umboð- aði Føroyar fyri 25. ferð, 50. ferð og aftur 75. ferð. Spurningurin er nú, um hann hugsar um næsta stóra julibeið, sum verður dystur nummar 100? - Eg eri ikki farin at telja niður til hundrað. Tað rokni eg ikki við fer at koma upp á tal fyrrenn eg havi rokkið 90 talinum, um tað nakran- tíð fer at koma har til. Eg havi alla tíðina fokusera á næstu uppgávuna, og tað fari eg framvegis at gera. Næstu áhugaverdu spurn- ingarnir, sum nú standa fyri framman, eru, hvør fer at verða venjari, og hvørjum vit fara at spæla ímóti í EM undankappingini, staðfestir liðformaðurin, sum heldur seg hava fingið nógv burtur úr á landliðnum. - Allir dystirnir hava kenst sum stórar avbjóð- ingar. Harafturat hevur landsliðið givið góðan vin- skap við liðfelagarnar, og so hevur tað verið sera hugaligt at vitja ymsa staðni í Europa. Um eg skal taka tvær vitjanir fram um hinar, so eru tað ferðirnar í Moskva og so ferðin, sum vit nú vóru á í Ísrael. Hetta eru ferðamál, sum eg neyvan hevði havt møgu- leika at vitja, um tað ikki hevði verið við landslið- num. Á læraraskúlanum vóru høvuðslærugreinarnar hjá mær ítróttur og landa- læra, so vitjanirnar hava passað væl í fakliga høpi. Í altjóða høpi Óli Johannesen er 33 ára gamalur, og dystarmetið hjá honum er eisini í altjóða høpi eyðsýnt. Europeiski fótbóltsspæl- arin, sum oftast hevur verið á landsliðnum, er týski Lothar Matheus. Hann var 150 ferðir á landsliðnum. Hægsta dystartalið í Ong- landi eigur málverjin Peter Shilton, sum spældi 125 ferðir, og í Norðurírlandi eigur málverjin Pat Jenn- ings metið við 119 dystum. Í norðurlendskum høpi eru tað eisini tveir mál- verjar, sum eiga metini. Thomas Ravelli vardi 143 ferðir málið á svenska landsliðnum, og Peter Schmeichel vardi danska málið 129 ferðir. Í Íslandi eigur miðvallarin Runi Kristinsson metið við 104 landsdystum, og í Noregi eigur Torbjørn Svensson metið við 104 landsdystum. Hetta er sama dystartalið, sum Michael Laudrup, ið eigur næstflestar dystir fyri Danmark, rakk. Morten Olsen spældi 102 lands- dystir. Í Noregi eigur verju- spælarin Henning Berg næsthægsta talið. Hann hevur spælt 100 landsdyst- ir. Næstflestar dystir fyri Ís- land hevur Guðni Bergsson spælt (80). Málverjin Birkir Kristinsson hevur spælt 74 dystir ella tveir færri enn Óli Johannesen. Felags fyri allar teir omanfyri nevndu er, at teir ikki longur spæla á hægsta støði. Tíggju danskir landsliðs- spælarar hava verið oftari á teirra landsliði, enn Óli Johannesen hevur verið á føroyska landsliðnum. Tað setur avrikið hjá Óla Jo- hannesen í serligt høpi, tá ið tikið verður við, at Dan- mark síðani 1984 mest sum hvørja ferð hevur luttikið í endaspølum. Føroyar hava ongantíð tikið lut í enda- spølum. U 17 liðið farið á flog Síðsta uttanlands- ferðin hjá lands- liði í ár er til Portugal, har Føroyar næstu dagarnar skulu spæla móti stór- um europeiskum tjóðum og móti einum av teimum smáu U-17 LANDSLIÐ Jóannes Hansen Í gjár fór U 17 fót- bóltslandsliðið av landinum. Ørindini eru at taka lut í EM und- ankappingarbólki. Kappingin verður í Portugal. Umframt vertunum skulu Før- oyar spæla móti Týsk- landi og San Marino. Fyrsti dysturin verð- ur móti Týsklandi fríggjadagin. Næsta avbjóðingin verður móti Portugal sunnu- dagin, og tá ið Føroyar og San Marino fara at spæla týsdagin verður tað ivaleyst stríð um at sleppa undan aftasta plássinum. Spælararnir, sum eru boðsendir, eru Rógvi Holm og Rógvi Poul- sen, AB, Jóan P. Jakob- sen, Johan Ellings- gaard, Rúnar L. Jacob- sen og Rasmus Niel- sen, B36, John Hamm- er, Álvur Christiansen, Ari Samson, Eli Sim- onsen, Hans Jørgensen og Páll Klettskarð, KÍ, Erling Jacobsen, GÍ, Heri Nesá, Filip Ja- cobsen og Klæmint A. Olsen, NSÍ, Henning Joensen, VB, og Torkil Kollsker, OB, Dan- mark. Venjarar eru Pætur Clementsen og Finn Johannesen. U 17 landsliðið lut- tók fyrstu vikuna í august í NM kapping- ini. Tá endaði liðið á sætta plássinum mill- um átta luttakarar. Føroyar greiddu javn- leik 1-1 móti bæði Svøríki og Finnlandi, meðan dysturin móti Onglandi endaði við 7- 0 tapi. Í stríðnum um fimta plássið vann Noreg 1-0 á Føroyum. Óli hugsar ikki um at gevast Metmaðurin á føroyska landsliðnum sigur seg enn ikki hava hugsað nakað um at røkka trísiffraðum landsliðstali