mikudagur 12. oktober 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 194 - 12. oktober 2005
Símin stóra móttøku heima
Tá Símun Samuelsen kom heim mánadagin, eftir dystin
móti Ísrael, fekk hann megnar móttøku.
Símun stóð fyri einasta føroyska málinum í dystinum,
eitt sera flott mál. Og tá hann kom í túnið heima í Vági,
var skreytblað við mynd og heilsum hongt uttanfyri
hurðina og eisini føroysk fløgg. Tað var ikki bara tað, at
systirin júst var fermd, ið hevði skuld í fløggum og
skreyti. Tá Símun kom, flaggaðu øll børnini har leið við
fløggum fyri at heiðra føroyska málskjúttanum.
-do
Bermuda og Isle of Wight
kappast
Freistin at taka vertsskapin til Oyl í 2011 er runnin, og nú
stendur kappingin millum Isle of Wight og Bermuda
Hesum hevur altjóða oyggjaleikanevndin boðað frá í
tíðindaskrivi.
Tær báðar oyggjarnar hav nú tríggjar mánaðir at gera
eina frágreiðing um, hvussu tey vilja halda leikirnar, og
síðani fer altjóða oyggjaleikanevndin at taka støðu til,
hvørji tilmæli verða givin.
Endaliga avgerðin verðru tó ikki tikin fyrr enn 8. juli í
2007, meðan leikirnir á Rhodos verða hildnir.
-mørk
Gekk illa hjá Tromsø
Føroysku flogbóltsútisetarnir í Noreg, Bárður B. Mikkel-
sen og Rúni Weihe, spældu leygardagin útidyst móti
Randaberg IL í Stavanger.
Á heimasíðuni hjá Tromsø verður skrivað, at talan var
um eitt tað lakasat avrikið hjá liðnum í longri tíð. Tað
eydnaðist kortini liðnum at vinna fyrsta settið í dystinum,
men síðani gekk bara skeiva vegin. Ein glotti var tó at
hóma í triðja settinum, men tá teir hóast 24-22 leiðslu
taptu hetta, fóru menn heilt niður við høvdinum, og so
gjørdist 3-1 tapið veruleiki.
Komandi vikuskiftið verður talan um dupultumfar hjá
Tromsø, tá teir fara á vitjan í Oslo. Har skal nýggi
venjarin hjá felagnum - føroyski landsliðsvenjarin,
Magnus Aðalsteinsson - fyri fyrstu ferð standa á odda fyri
liðnum. Fyrri dysturin í Oslo verður móti Lier, og
sunnudagin skulu teir so spæla móti Oslo Volley.
-mørk
Badminton á Kambsdali
Leygardagin varð árliga Mazda-open kappingin í
badminton hildin á Kambsdali. Tað er badminton-deildin
hjá ÍF, sum skipar fyri hesi kapping, og fevndi hon um
allar yngri deildirnar.
Úrslitini av kappingini vórðu hesi:
Í EM undankapp-
ingini, sum tað verð-
ur farið undir næsta
ár, skulu Føroyar
spæla 12 ella kanska
14 undankappingar-
dystir
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Í kvøld verður lok lagt á
HM undankappingina í
Europa. Næstu vikurnar
verða tvey finaluumfør um
síðstu europeisku atgongu-
merkini til HM, sum í juni
næsta ár verður í Týsklandi,
og so fara dugnaligu og
hepnu landsliðini at fyri-
reika seg til endaspælið.
Men longu nú verður
fokus so smátt sett á næstu
EM kappingina, sum ætlast
at enda í juni 2008, tá ið
endaspælið verður í Sveis
og Eysturríki. Fyri stuttum
staðfesti UEFA, at tað nú
vóru 1000 dagar til fyrsta
dystin, og samstundis varð
staðfest, at teir í fyrireik-
ingunum
vóru
eitt
ár
frammanfyri, um sammett
varð við fyrireikingarnar til
EM endaspælið, sum á
sumri í 2004 var í Portugal.
Lutakastið, um hvussu
europeisku
fótbóltstjóð-
irnar skulu bólkast í undan-
kappingini, verður í januar
næsta ár. Tað er tó longu
greitt, at bólkasamanset-
ingin verður øðrvísi, enn
hon hevur verið í seinastu
EM og HM undankapping-
unum, og tað er eisini
greitt, at Føroyar skulu
spæla fleiri EM undan-
kappingardystir tvey tey
næstu árini, enn Føroyar
nakrantíð áður hava gjørt.
Í Europa eru 52 fótbólts-
tjóðir. UEFA hevur gjørt av,
at tær 50 – vertirnir eru
sjálvskrivaðir luttakarar-
skulu flokkast í sjey undan-
kappingarbólkar. Í seks
bólkum verða sjey luttak-
arar, og í einum bólki verða
átta luttakarar. Tað vil við
øðrum orðum siga, at lut-
takararnir í seks bólkum
skulu spæla tólv dystir, og
at luttakararnir í einum
bólki skulu spæla fjúrtan
dystir – sjey á útivølli og
sjey á heimavølli.
Í endaspælinum, sum
verður í Sveis og Eystur-
ríki, fara báðir vertirnir at
taka lut, og saman við
teimum fara tvey tey bestu í
hvørjum
bólkinum
at
stríðast. Tað vil siga, at tað
í næstu EM undankapping-
ini ikki verður talan um
endaumfar
millum
tey
næstbestu, soleiðis sum tað
hevur verið í seinastu HM
og EM undankappingun-
um.
Leygardagin varð árliga
FS-stevnan hildin í skúlan-
um í Fuglafirði.
Kappast varð í bólkunum
1 og 2, og eru hetta svimj-
arar í aldrinum, 6-10 ár.
Sum skilst, so gekk kapp-
ingin sera væl, og eftir at
hava kappast allan dagin á
tamb, stóð greitt, at tað
vóru Ægir og Reki, sum
høvdu vunnið flestu heið-
ursmkerkini. Av einstakl-
ingunum
vann
Óluvá
Jacobsen úr Reeka fýra
kappingar. Jákup Eysturdal
úr Ægir og Turdi Christian-
sen úr Reka vunnu tríggjar
kappingar, meðan Alvi
Hjelm, Ægir, Poula Ø.
Mohr, Fuglafirði, og Pætur
Leo úr Vági vunnu tvær
kappingar hvør.
U9, gentur
1 Svanna Poulsen
VÍF
2 Heidi Kristoffersen VÍF
3 Sólfríð Olsen
VÍF
U9, dreingir
1 Áki Egilsnes
VÍF
2 Sámal Joensen
ÍF
3 Andreas Poulsen
ÍF
U11, gentur
1 Rannvá D. Carlsen HBF
2 Helena Lamhauge HBF
3 Lilja Luid
HBF
U11, dreingir
1 Arnhold Kristiansen
ÍF
2 Pól Magnus Petersen
ÍF
3 Julian Olsen
VÍF
U13, gentur
1 Birita Poulsen
VÍF
2 Súsanna Poulsen
VÍF
3 Vár Rógvadóttir
VÍF
U13, dreingir
1 Ari Ó. EllingsgaardÍF
2 Leivur Joensen
ÍF
3 Rúni Hentze
ÍF
U15, gentur
1 Sigrid Dalsgaard HBF
2 Fjóla Luid
HBF
3 Gurði Poulsen
VÍF
U15, dreingir
1 Ari J. Ellingsgaard HBF
2 Andrias Eriksen VÍF
3 Holgar Durhuus VÍF
U18, gentur
1 Brynhild D. Carlsen
HBF
2 Óluvá Bærentsen ÍF
3 Nicola Graham MBF
U18, dreingir
1 Flóvin S. Mikkelsen
HBF
2 Hilmar Kass
HBF
3 Reidar Luid
HBF
120 svimjarar í Fuglafirði
Landsliðið skal fleiri
ferðir í eldin
Samlaða heiðursmerkjabýtið í kappingini varð hetta:
Felag
Gull
Silvur
Bronsa
1
Ægir
8
4
3
1
Reki
8
4
3
3
FS
3
7
2
4
VS
3
5
3
5
TS
0
2
4
6
Flot
0
0
4
7
HS
0
0
1
120 svimjarar tóku lut, tá yngstu svimjararnir um vikuskiftið kappaðust í Fuglafirði