mikudagur 12. oktober 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er við at venda,
men maturin til
føroysku jólaborð-
haldini er stórt sæð
danskur, sigur Uni
Gullfoss, kokkur á
Hafnia
JÓLABORÐ
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Maturin til jólaborðhaldini
í Føroyum er í alstóran mun
danskur.
Tað er tað kundarnir vilja
hava, ljóðar tað frá Una
Gullfoss, kokki, sum fer at
gera jólaborðhaldsmat til
eini 1.000 fólk í november
og desember.
Hann
stendur
einari
strævnari tíð á møti, men
tað kundi væl verið meira
avbjóðandi fyri hann sum
kokk.
- Tað er øgiliga nógv tað
sama – og øgiliga nógv
danskt við ymsum før-
oyskum blandaðum uppí,
sigur Uni Gullfoss.
Vit hava biðið hann um at
gera eitt alternativan rætt til
jólaborðhaldini. Væl vit-
andi at dunna skal vera við
á borðinum, so valdi Uni at
gera
sprongda
dunnu-
bringu, sum hevur ligið í
salti í eitt samdøgur og er
glaserað við hunangi og
sukuri.
- Tað smakkar nógv betri.
Tað verður eisini saftugt og
spennandi, sigur Uni Gull-
foss.
Dunnan skal við
Maturin til eitt jólaborð-
hald skal fyrst og fremst
fylla nógv. Jólafrokosturin
skal helst ikki gerast alt ov
dýrur.
- Tað vísir seg ikki at
rigga at servera eitt nú
tríggjar rættir. Tað skal
fylla nógv, og tí verður tað
oftani til eitt sjálvtøkuborð,
sigur Uni Gullfoss.
Hann hevur eisini lagt til
merkis, at tað hevur vundið
upp á seg við jólaborð-
haldum. Men so at siga øll
velja at lata grýturnar
standa í skápinum heima í
køkinum.
- Tað er vorðið bíligt at
fara út at eta, og tí velja so
at siga øll entin at keypa
mat útifrá ella at fara út at
eta matin, sigur Uni Gull-
foss.
Hóast ung og eldri ikki
eru samd um, hvat eigur at
vera við á borðinum, so eru
øll samd um eitt:
- Tekur tú dunnuna av
jólaborðinum, so selir tú
einki, sigur Uni Gullfoss.
Vildi havt føroyskt
Hevði tað staðið til Una
Gullfoss sjálvan, so vildi
sjálvstøkuborðið til ein
frálíkan jólafrokost verið á
tremur við føroyskum mati.
- Eg hevði viljað havt
seyðarhøvd og blóðpylsu
við. Tað er sesong fyri tí, og
tað er gamal siður í Føroy-
um at eta tílíkar rættir, sigur
Uni Gullfoss.
Ymiskir føroyskir rættir
eru á flestu borðum til
jólafrokostarnar, men tað
eru fáir føroyskir burturav.
- Haldi gongdin í Føroy-
um er við at venda, men vit
eru eini 3-5 ár aftanfyri
Danmark tí viðvíkjandi at
ganga nýggjar leiðir.
Tískil eru vit oftani meira
donsk enn danskarar sjálv-
ir, tá tað snýr seg um at eta
jólafrokost.
So danskt so gott
Sprongd dunnubringa er eitt spennandi
alternativ til frokostar um jólini
Mynd: Álvur Haraldsen