Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Einki verður spart Hárið skal bara sita til jólaborðhaldini. Og tað er bæði galdandi fyri menn og kvinnur JÒLABORÐ Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo - Um hárið ikki situr sum tað skal, so kann alt gera tað sama. Tórun Skaalum Petersen eigur og rekur Salong Bylgjan á Argjum, og hon kann gloyma alt um frí- løtur, tá tað byrjar at stunda til jólaborðhaldini. Tí út- sjónd, klæði og eitt breitt smíl gera tað ikki einsamalt fyri fólk til jólaborðini. Hárið skal sita sum tað skal. Og tað er ikki bara galdandi fyri kvinnur. Hóast tær kanska hava longri lokkar enn mannligu starvsfelagarnir. - Føroyingar eru øgiliga mótabevístir, og tað sæst eisini aftur til jólaborð- haldini. Tað hevur kanska vundið eitt sindur upp á seg, men fólk hava altíð gjørt nógv burturúr jólaborðhald- unum, sigur Tórun. Øll fara Aftaná summarið eru jólini – og kanska serliga jóla- borðini – tann tíðin av árin- um, tá frisørar hava mest at gera. Og fólk stevna kropp á kroppi til frisørarnar. - Tað er kanska ikki sama dag sum jólaborðhaldið er, men tað er við tí fyri eyga, at tey koma, sigur Tórun. Tað er heldur ikki so- leiðis, at fólk bara møta upp hjá frisørinum og ikki vita, hvat tey vilja. - Fólk eru ótrúliga bevíst um, hvat tey vilja hava. Tað verður ikki øgiliga høgt uppí, hvat er frammi í tíðini, sigur Tórun. Tað er eisini okkurt, sum bendir á, at fólk ikki eru bangin fyri at nýta fitt av pengum til at fáa hárið snøgga. Tað er ikki so nógv uppseting, sum er á skránni hjá Bylgjuni. Tí fólk hava so góð amboð sjálvi, men so er eisini pláss fyri at brúka meira til sjálva klipp- ingina og litingina. - Tað verður ikki spart upp á nakað. Tað verður bæði litað og klipt, og fólk keypa eisini tey ordiligu produktini, sum skulu til fyri at halda hárið upp á pláss, sigur Tórun. Langt er smart Situr tú nú og hugsar, hvat er smart, og hvat nú er best at møta upp við til jóla- borðhaldini í ár, so kunnu vit her geva eitt boð. Tí í ár er eitt gott boð hjá mannfólki ikki at klippa ov nógv av. - Tað má gjarna koma niðurum oyruni, sigur Tórun. So konufólki eru nógv rák, men eitt sum gongur aftur, eru langir lokkar - Í dag ber alt til. Fólk tora ótrúliga væl at eks- perimentera. Tí er tað eisini øgiliga stuttligt at vera frisør hesa tíðina, sigur Tórun. Tað eru ikki bara konufólk, sum vilja hava hárið at sita til jólaborðhaldini hjá Tórun á Salong Bylgjuni. Mynd: Álvur Haraldsen