Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kvinnilig og etniskt- kend klædnapløgg fara at prýða kvinnu- ligur jólaborðhalds- gestirnar, meðan menninir bæði lukta væl og fylgja við í mótanum Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ein stórur partur av fyri- reikingini til eitt jólaborð- hald, fer við at snolla og pynta seg. Vit hava tosað við Barbaru í Gongini klædnasniðgeva, og spurt hana, hvat fólk fara í til jólaborðhaldini í ár. Bar- bara sigur, at luksus er eitt av lyklaorðunum. Fólk krevur góðsku Fólk ganga nógv meira upp í góðsku enn fyrr, og bæði menn og kvinnur leggja stóran dent á, at tey eru í klæðum av høgari góðsku. Hetta skal tó ikki vera ov prangandi. Talan kann vera um eina tasku ella pung í røttum slagi og av røttum leðri, einar sólbrillur av rætta merkinum, eitt fínt ur, einir prada skógvar, undir- klæði av reinari silki ella okkurt sovorðið. Etniskur hippie stílur Hippie stílurin úr fyrru helvt av sjeytiárunum liggur við sínum endurnýtslu look- ið sum grund fyri samlaða stílinum, nógvir litir verða blandaðir í eitt satt multi- colourmix. Hesin stílur liggur sum grund fyri bæði ung og eldri. Men fyri tey eldru verður stílurin eitt sindur meira reinsaður, og fær eitt slett av etnisiteti. Hetta kann vera alt frá norðulenskum til tibetanskt. Svarti kjólin riggar altíð Kvinnurnar sleppa at vera væl meira kvinnuligar enn seinastu nógvu árini, tað er í lagið at vísa, at kynini ikki eru eins. Linjurnar eru eitt sindur styttri og styvlar og skógvar eru meira fram- traðkandi, halarnir eru høg- ir, og teir spísku snútarnir eru skiftir út við rundar. Umframt hetta lookið er ein klassikari, ið altíð rigg- ar og sum ivaleyst eisini verður at síggja á nógvum jólaborðhaldum. Tað er stutti svarti kjólin. Menn eru líka tespiligir Barbara heldur tað vera sera stuttligt at síggja, hvussu væl mannfólk eru farin at fylgja við. Aftan á at metroseksualitetur kom á dagskránna, eru menn vorðnir nógv meira vælso- igneraðir. Teir ganga høgt upp í klæði og at lukta heilt rætt. Teir eru vorðnir minst líka tespiligir, sum kvinn- urnar eru, sigur Barbara at endans. Mennirnir eru um at yvir- hála kvinnurnar, tá tað snýr seg um at pynta seg, í ár er lookið rafirneraður hippie við einum sletti av etnisiteti (Mynd Scanpix) 20 Hvat fert tú í til jólaborðhaldið