mikudagur 12. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Tað eru teir meira raf-
ineraðu drykkirnir,
sum fólk vilja hava til
jólaborðhaldini og
serliga til sjálvan jóla-
døgurðan
JÒLABORÐ
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Bestu mánaðirnir hjá Rús-
drekkasølu landsins eru
desember og juli. Allar
stevnurnar og lýggja veðrið
klára ikki at leggja sjógv
millum seg og jólini – og
ikki minst jólaborðhaldini.
Rúni Olsen, innkeypsleið-
ari
hjá
Rúsdrekkasølu
landsins, sigur, at tey
merkja týðuliga, tá jóla-
borðhaldini
byrjað,
og
kundarnir skulu finna fram
til, hvat best sløkkir tostan
til eitt tílíkt jólaborðhald.
- Tað er líkavið, at nov-
ember og desember yvir-
hálað summarmánaðirnar,
sigur Rúni Olsen.
Vín heldur enn
spiritus
Til jólaborðhaldini og jólini
verður munandi meira vín
drukkið enn um summarið.
Teir vanligu spiritus drykk-
irnir detta afturum víni um
jólini.
Føroyingum er serliga
farið at dáma at drekka vín
úr
Kili
og
Avstralia.
Franska vínið missir støð-
ugt marknaðarpart.
- Fólk fáa meira vín fyri
pengarnar í mun til franskt
vín. Tú rindar fyri, at vínið
er úr Fraklandi, sigur Rúni
Olsen.
Øl verður eisini drukkið í
ríkiligan mát á jólum og til
jólaborðhaldini. Tað verður
selt umleið helvt um helvt
útlendskt og føroyskt øl.
Og tað eru serliga tær
serligu jólaølirnar, sum
selja væl í desember og
november.
- Flest øll merkini koma
við jólaølum, og tað taka
fólk til sín, sigur Rúni
Olsen.
Fyrst í november verður
jólaølið hátíðarhildið við
serligum J-døgum.
Kvanti- ella kvalitetur
Rúni Olsen sigur, at tað er
ymiskt, hvussu nógv fólk
ynskja at forkela seg sjálv-
an til jólafrokostin. Men
tað er tó ein týðulig
ábending, at tað er kvantit-
eturin meira enn kvalitet-
urin, farið verður eftir.
- Til sjálvan jóladøgurðan
vilja fólk oftani forkela seg
sjálvan. Tey keypa oftani
gott vín, sum kostar eitt
sindur, og so keypa tey eis-
ini oftani whiskey, cognac
ella líknandi, sigur Rúni
Olsen.
Til jólafrokostin nýtist
víni ikki at kosta so nógv
hjá teimum flestu. Tað ræð-
ur oftani meira um kvantit-
et enn kvalitet. Men tað
skal eisini merkjast, at tað
er munur á jólunum og
jólafrokostinum.
Vín heldur
enn spiritus
Vín skal á borðið – og vodkaið av borðinum – til jólaborðhaldini