mikudagur 12. oktober 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Jólaborðið
Tað er ymiskt, hvat
gjørt verður burturúr
jólaborðhaldi og
borðinum sjálvum.
Summi hava vanligu
pappírsdúkarnar og
restin er kanska eisini
pappír og plast,
meðan onnur gera
meira burturúr
HUGLEIÐING
dagfinn@sosialurin.fo
Pappír og plast. Dúkar, gløs
og annað. Alt pappír og
plast. Og so ikki meir.
Soleiðis síggja óivað
mong jólaborð út.
Men so eru tað tey, ið
gera meira burturúr. Liv-
andi ljósini eru nærum ein
treyt, men jólahugnin fæst
eisini á so mangan annan
hátt.
Og fleiri gera eisini nógv
burturúr, fyri at hugna um,
so umstøðurnar eru so
góðar sum gjørligt. Tað er
eisini bert hugflogið, ið set-
ur mark, sum í so mongum
øðrum viðurskiftum
Náttúran
Seinnu árini hevur meira og
meira verið at sæð til før-
oysku náttúrina, tá borð
verða prýdd. Litríku niss-
urnar, pappírsbondini, ella
hvat nú annars hevur fing-
ist til keyps, er við at fánað,
tí ístaðin er nátúran komin
á borðið. Ikki so at skilja, at
ein jólahúgva og eitt hjarta
verða, ella skulu verða,
skúigvað av borðinum, men
í dag tykist rákið loyva
meira av greinum, steinum
og kanska tara. Eisini til
jólaborðhald.
Og ein samanseting av
gomlum, siðbundnum og
keyptum lutum, ið eru
tvinnaðir saman við meira
náttúrugivnum tilfari, er
eisini meira inn og hetta er
prýðilgt.
T.d. er ein grein - ið er
nakin á heysti og vetri - og
sum er tikin úr einum urta-
garði nærhendis, sera vøk-
ur og prýðilig, tá hon er
klødd við jólaprýði av yms-
um slag, hvørt tað so er
keypt glitur, ella okkurt lív-
runnið.
Og livandi ljósini nýtast
ikki at standa í undirskál-
um, í silvirpappíri ella
vanligum stakum.
T.d. er sera vakurt at hava
stór og tjúkk ljós, ið sjálvi
standa á borðinum, og so
gera soleiðis til, at hvítur
sandur verður koyrdur á
borði um ljósini. Einfalt og
vakurt. Hvíti sandurin fæst
í flestu bygdum og býum,
men bert skal hann turkast í
góðari tíð.
Og farrin av einum kava-
følvi fæst á so mangan hátt,
um hetta ynskist. Lættast er
sjálvsagt at leita á handils-
hillarnar, at hesin fæst í
dós.
Vøkur borð
Tað er í dag ikki óvanligt at
biða fólk prýða stóru jóla-
borðini. Hetta er eins van-
ligt í dag, sum tað er at
biða kokkar til stóru borð-
haldini.
Tí tað er nú eina ferð so,
at vit eru so ymisk, og tað
eru tey, ið veruliga hava
evnini at fáa alt stásiligt og
prýðiligt, eisini hóast lítið
kanska er at gera burturúr.
Ofta kann minni nevniliga
gera betri, heldur enn at alt
druknar í einum greyti av
øllum møguligum lutum og
litum, ið ikki høvd ella hali
sæst á.
Vit á Sosialinum fara í
næstum, tá jólaborðhaldini
av álvara nærkast, at fylgja
einum av hesum borðprýð-
arum, tá farið verður undir
at gera til, so jólaborðhald-
ini gerast hugnalig. Tá ber
til at fáa hugskot og íblástur.
Vit hava vent okkum
til nakrar tilvildarlig-
ar fyritøkur í Føroy-
um fyri í fáum orðum
at fáa eina frágreiðing
um, hvussu tey har á
staðnum hava sítt
árliga jólaborðhald
Ltr: D. Olsen
Reyni Service,
Hoyvík
Hava tit jólaborðhald?
- Ja.
Eru tit á arbeiðspláss-
inum ella fara tit út at eta?
- Vit eta á matstovu og
halda síðani á har. Tað er
eisini komið fyri, at vit hitt-
ast hjá einum starvsfelaga
áðrenn farið verður út at eta.
Hava tit skipað undir-
hald?
- Ja, tey seinnu árini hava
vit havt tað. T.d. hevur onk-
ur verið í útvarpinum og
spælt sær við at gera undir-
hald.
Hava tit hesar vælkendu
jólapakkarnar til 10 ellla
20 krónur?
- Ja, vit hava hesar smáu
pakkarnar á 5 til 10 krónur,
ella hvat teir nú kosta.
Eru jólaborðhaldini sum
heild broytt seinnu árini?
Ja, tey eru friðaligari. Nú
er undirhald og ikki so so
óskipað, so bara onkur
undirheldur. Sum heild eru
borðhaldini meira skipað.
Poul Hansen,
heilsøla, Tórshavn
Hava tit jólaborðhald?
Ja
Eru tit á arbeiðspláss-
inum ella fara tit út at eta?
Vit eru her á arbeiðs-
plássinum.
Gera tit so nógv burturúr
at prýða borðið?
Ja, vit gera heilt nógv
burturúr. Vit byrja á morgni
og tað er alt hetta við liv-
andi ljósum, serviettum og
hesum sum glitrar og so
framvegis.
Hava
tit
skipað
undirhald?
Ja, tað hava vit onkutíð.
Tað er bæði lokalt og so
kann onkur undirhaldari
koma upp á tal eisini.
Hava tit hesar vælkendu
jólapakkarnar til 10 ellla
20 krónur?
- Ja, og jólamann. Vit
hava eisini gjørt tað, at vit
burturluta millum starvs-
fólkini, um fyritøkan hevur
vunnið okkurt, t.d. eina
ferð, á lutaseðli.
Eru jólaborðhaldini sum
heild broytt seinnu árini?
- Meira verður gjørt
burtuur. Maturin er betri.
Fólk møta upp og eru væl
ílatin, eisini tey ungu. Tað
er stuttligt, at so gott sum
øll eru við hvørjaferð.
Norðoya Spari-
kassi, Klaksvík
Hava tit jólaborðhald?
- Ja.
Eru tit á arbeiðspláss-
inum ella fara tit út at eta?
- Vit eru á arbeiðspláss-
inum.
Gera tit so nógv burturúr
at prýða borðið?
- Ja, her eru ymisk fólk,
bæði til aldurs, kyn og ann-
að, og vit royna at fáa øll at
kenna seg væl og fáa eina
hugnaliga løtu.
Hava tit skipað undir-
hald?
- Ja, nógv av undirhaldin-
um verður gjørt her á
staðnum. Her eru nógv kre-
ativ fólk, bæði tá tað kemur
til sang, tónleik og annað.
Hava tit hesar vælkendu
jólapakkarnar til 10 ellla
20 krónur?
- Ja, tað hava vit havt í
nógv ár.
Eru jólaborðhaldini sum
heild broytt seinnu árini?
- Ja, meira verður gjørt
burturúr hvørt ár. Tá ein
heldur, at ein toppar eitt ár,
so verður tó roynt at gera
tað betri árið eftir. Júst sum
við so mongum øðrum við-
urskiftum. Og uppmøtingin
er góð. Kemur onkur ikki
til jólaborðhaldið, so er tað
tí tað av onkrari orsøk ikki
liggur fyri hjá teimum, tí
okkurt annað hevur stungið
seg upp.
Havnarskrivstovan,
Tórshavn
Hava tit jólaborðhald?
- Ja.
Eru tit á arbeiðspláss-
inum ella fara tit út at eta?
- Tað er sera ymiskt, so
tað er bæði.
Gera tit so nógv burturúr
at prýða borðið?
- Vit gera meria og annað,
men ja, vit dekka vakurt
borð. Vit eru jú her á ar-
beiðsplássinum, so vakthav-
andi kann vera við eisini.
Hava tit skipað undir-
hald?
- Ikki tað vit eru á ar-
beiðsplássinum og vit eru
eisini bara 14 fólk. Men
onkutíð fara vit aðrastaðni
áðrenn. Vit hava eisini gjørt
tað, at vit fara t.d. útferð. Í
fjør fóru vit t.d. vestur í
Vágarnar og vitjaðu ellis-
akførini, sum eru á Vatns-
oyrum, bit vitjaðu í Gása-
dali og á flogvøllinum og
Hotel Vágum.
Hava tit hesar vælkendu
jólapakkarnar til 10 ellla
20 krónur?
- Nei
Eru jólaborðhaldini sum
heild broytt seinnu árini?
- Nú er meira komið
afturat. Fyrr vat tað mest
tað, at vit hittust til ein gott
borðhald á arbeiðspláss-
inum.
Tangavirkið,
Vágur
Hava tit jólaborðhald?
- Ja.
Eru tit á arbeiðspláss-
inum ella fara tit út at eta?
Vit fara út at eta og
smiðjan bjóðar ein góðan
døgurða. So halda vit fram
hjá einum starvsfelaga ella
hjá stjóranum.
Hava tit skipað undir-
hald?
Nei, vit tosa um tað, ið er
farið, og onkur stuttlig søga
er altíð á skránni.
Hava tit hesar vælkendu
jólapakkarnar til 10 ella 20
krónur?
- Nei, men smiðjan letur
eitthvørt til starvsfólki.
Eru jólaborðhaldini sum
heild broytt seinnu árini?
- Nei, ikki tað stóra. Vit
eru nokkso siðbundnir.
Soleiðis er okkara jólaborðhald