Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Fók, sum hava jóla- frokost eru farin út at hugna sær, og summi hava fingið eitt sind- ur upp í høvdið. Tí skal ofta lítið til fyri at fáa tey at flenna, sigur Jákup Veyhe, annar av monnunum í Pipari & Salti Tað er lætt at fáa respons, tá ið tú undirheldur til eitt jólaborðhald. Tað heldur Jákup Veyhe, sum er annar av monnunum í Pipari & Salti. Hann hevur mangan roynt at undir- hildið fyri fólki, sum hava jólaborðhald, og tað er van- liga ein góð og løtt upp- gáva. – Fólk, sum hava jóla- frokost eru farin út at hugna sær, og summi hava fingið eitt sindur upp í høvdið. Tí skal ofta lítið til fyri at fáa tey at flenna, sigur Jákup Veyhe. – Men tú skalt syrgja fyri at síggjast og hoyrast, tí annars lurta fólk ikki eftir. Um tað eru nógv fólk til ein jólafrokost, so ræður um at hava eina mikrofon og standa undir ljósi – tað nyttar ikki at fara í eitt myrkt horn at spæla stutt- ligur, sigur hann. Lagaliga løtan eftir matin Tað er ikki líkamikið, nær undirhaldið til eitt jóla- borðhald er. Jákup Veyhe heldur, at tann rætta løtan er beint eftir matin. – Vit hava roynt at undirhildið, áðrenn fólk fekk mat, tí tað var so nógv á skránni til eitt jólaborð- hald, men tað riggaði ikki væl. Tað nyttar ikki at undirhalda fyri fólki, áðr- enn tey hava fingið at eta. Tí riggar undirhaldið best beint eftir, at fólk hava fingið at eta, sigur hann. Undirhaldið til eitt jóla- borðhald kann vera mangt og hvat, men fólki dámar væl at flenna eftir sær sjálvum. – Fólk vilja altíð hava okkurt, sum snýr seg um tey sjálvi, og tað plagar at rigga væl at hava við í skemtinum, sigur Jákup Veyhe. Einki pipar og salt til jólaborðhaldið Seinastu vikurnar hava teir í Pipari & Salti rættiliga verið í miðdeplinum. Før- oyingar elska skemtið hjá teimum, og fólk flokkast til framførslurnar hjá teimum kring landið. Líkamikið um teir spæla í mentanarhá- borgin í Havn, fyri vinnu- lívsfólki á vinnudegnum, í Suðuroynni ella Norð- oyggjum, so koma fólk í stórum tali til teirra fram- førslur, og teir flenna í kíki eftir teimum. Pipar & Salt vóru eisini út til nógv jólaborðhald í fjør, men í ár ætla teir sær ikki at undirhalda í jóla mánaðinum. – Vit hava havt so nógvar framførslur seinastu tíðina, at vit hava gjørt av ikki at undirhalda til jólaborðhald í ár. Vit hava eina fram- førslu í Suðuroy í november mánaði, men tað er tað einasta, sum verður á skránni, sigur Jákup Veyhe. 24 Lætt at undirhalda til eitt jóla- borðhald Tað verður einki Pipar & Salt til jólaborðhaldið í ár. Eftir eina strævna skrá seinastu vikurnar, hava Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale gjørt av, at teir fara ikki at undir- halda til jólaborðhald í ár