mikudagur 12. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 • mikudagur • 12. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
HANDILSLÍV
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Myndir Jan Müller
Fríggjadagin kom nýtt lív í
aftur ein part av Havnini,
har tað hevur verið øsku-
kalt leingi. Tó ikki soleiðis
at skilja, at hiti er komin í
aftur stóra bakaraovnin á
bakarínum
hjá
Conrad
Skaale og Palle Bager. Tíðir
skifta. Nú er tað ein heilt
nýggja vinna, sum hevur
latið upp dyrnar í hesum
gamla bakarahandlinum.
Ergo og Hjálpartól hava nú-
tímansgjørt hølini í J.C.
Svabosgøtu 6.
Hølini hava staðið so gott
sum óbrúkt í meira enn 30
ár. Tá Conrad Skaale doyði
1974 endaði eisini eitt
kapittul í føroyskari bakarí-
søgu. Nú er so aftur lív í á
hesum sera eyðsýnliga og
kenda gøtuhorninum. Ergo
og Hjálpartól, sum keyptu
ognina og hava umvælt
hana til endamálið, hevði
móttøku í nýggju og rúm-
ligu hølunum fríggjadagin.
Í tíðindakrivi siga nýggju
eigararnir, sum hava varð-
veitt gamla ovnin, at ístaðin
fyri at elta breyð har verða
nú vøddar mýktir í tí fram-
komna "Relax rúminum ",
har fýra av heimsins mest
framkomnu massagustól-
um finnast. Umframt hand-
il húsast har viðgerðarstova
við ergoterapi, sansarúm og
relaxrúmi. Á 1. hædd er
fundar- og undirvísingar-
høli. Fimm fólk fara at
starvast
hjá
Ergo
og
Hjálpartól. Stjóri er Beinta
Lassen, ergoterapeutur.
Nýggj býarmynd í Havn:
Frá at elta breyð til at mýkja vøddar
Hesi fimm fara at ganga
viðskiftafólki til handa
Tilsamans fýra av hesum
framkomnu stólum eru til taks
Tey hava dugað at
varðveitt tað gamla