mikudagur 12. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 194 - 12. oktober 2005
– Tað hevur tí eisini
stóran týdning at
samstarva um at loysa
basaltknútin
OLJUTING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir Jan Müller
Mikukvøldið skipaði Olju-
tingið fyri limafundi á Sjó-
mansskúlanum í Tórshavn.
Evnið á limafundinum vóru
ymsu verkætlaninar hjá
felagsskapinum
Sindri.
Lars Beksgaard, formaður í
Sindri, umrøddi tær verk-
ætlanir, sum eru gjørdar
ella eru ígongd. Eisini um-
røddi hann framtíðar ætl-
anir hjá felagnum. Lars
Beksgaard hevur í nógv ár
verið økisleiðari hjá danska
oljufelagnum DONG við
ábyrgd fyri oljuleiting í
føroyska,
grønlendska,
norska og bretska økinum.
Hann hevur eisini umboðað
DONG í felagskapinum
Føroya Oljuídnaðarbólkur
(FOÍB) í fleiri ár.
Umleið 70 fólk møttu til
hetta afturvendandi heyst-
tiltakið hjá Oljutinginum.
Evnið hesaferð var eittans.
Tað snúði seg um, hvussu
vit loysa basaltgátuna. Ar-
beiðið hjá Sindri skal skilj-
ast sum eitt íkast, supple-
ment til tað oljufeløgini
gera hvør sær fyri eitt nú at
loysa basaltgátuna tvs. at
kunna menna tøkni og
arbeiðshættir til tess betur
at kunna síggja niður gjøg-
num basalt, sum finst á
einum stórum pari av før-
oysku undirgrundini.
Hóast nógvar kanningar
er støðan framvegis tann, at
vit vita enn lítið um egin-
leikarnar í basaltinum. Til
tess at fáa ment vitanina
verður arbeitt saman við
lærdum háskúlum um alt
Europa. Talan er um einar
23 ymsar verkætlanir, sum
verða fíggjaðar av teimum
15 oljufeløgunum og Jarð-
frøðissavninum. Eitt av
endamálunum við hesum
kanningararbeiðinum er at
útvega og savna saman
sokallað basis data, sum
oljufeløgini so kunnu brúka
í sínum víðari arbeiði. Í
hesum sambandi hava bor-
ingar í bæði Lopra, Vest-
manna og á Glyvursnesi
havt stóran týdning fyri at
fáa eina betri fatan av hes-
um torgreidda spurningi.
Longu í 2006, tá feløgini
fara at bora gjøgnum
basalt, fara tey eisini at
hava ágóðan av arbeiðinum
hjá Sindri. Men miðjað
verður móti at fáa til vega
vitan, sum uppá longri sikt
kann stuðla oljufeløgunum
í teirra arbeiði at finna olju
og gass í undirgrundini.
Hava góðar vónir
Eftir at Lars Beksgaard
hevði greitt frá arbeiðinum
hjá Sindri spurdu vit hann,
hvørjar vónir hann hevur,
nú oljufeløg fara undir at
bora tveir brunnar á økjum
á landgrunninum, sum eru
fjald av basalti. Hann sigur,
at neyvan høvdu oljufeløg-
ini farið undir hesar stóru
íløgur, um har ikki varð
nakað at fara eftir. – Eg
loyva mær í hvussu er gita,
at oljufeløgini vóru ikki
farin at bora gjøgnum
basaltið, um tey ikki mettu
seg hava góðar møguleikar
at finna olju.
Hann er tó eisini samdur
við umboð fyri Chevron,
sum segði við Sosialin nú
um dagarnar, at tað fara at
ganga nógv ár, áðrenn
basaltknúturin veruliga er
loystur. Kanska upp til 10
til 20 ár. Tað veldst tó eis-
ini
um,
hvussu
tjúkt
basaltið er. Har eru so eisini
nøkur støð á landgrunnin-
um, har tað er lættari at
síggja gjøgnum basaltið.
Lars Beksgaard, sum
hevur brúkt nógva orku til
tess at loysa basaltknútin,
Lars Beksgaard, formaður í Sindri:
Møguleikar eru at finna ol
Sindri varð stovnsett í 2001 av landsstýrismanninum í
oljumálum sum partur av leitiarbeiðinum á føroyska
landgrunninum. Høvuðsendamálið við Sindri er at
standa fyri felags kanningum av føroyska landgrunnin-
um. Aðalmálini fyri hesar kanningar eru at granska í
tøkni at síggja ígjøgnum basaltfláir við og kanna
jarðfrøðina og kolvetnisskipanina við Føroyar.
Øll
oljufeløgini, ið eru virkin í Føroyum, eru limir og luttaka í
verkætlanunum. Jarðfrøðissavnið er eisini umboðað.
Ein av mest avbjóðandi trupulleikunum oljufeløgini eru
komin fram á í Føroyum er, hvussu man skal síggja
ígjøgnum basaltfláirnar,sum fevna um ein stóran part av
føroyska landgrunninum. Eisini er tað torført at bora
ígjøgnum basalt, tí tað er so hart. Tí er eitt av enda-
málunum at finna háttir betri at skilja basaltið. Millum
áhugaverdar verkætlanir, sum eru ígongd, eru SeiFaBa
verkætlanin, sum savnar upplýsingar til at gera ein
modell til at lesa jarðarløgini undir basaltinum. Fleiri
upplýsingar um hetta fáast á heimasíðuni:www.sindri.fo
Oljutingið er ein tvørfakligur áhugafelagskapur fyri ein-
staklingar og feløg, sum eru áhugað í orku og kanska
serliga oljumálum. Felagskapurin hevur umleið 200 limir
og hevur 4 tiltøk um árið. Í nevndini eru Regin Hammer,
formaður,Tummas Pauli Mýri, skrivari, Louisa A Fjallsbak,
kassameistari, Pauli Einarsson og Súsanna Sørensen.
Fakta um Sindri og Oljutingið
Lars Beksgaard hevur góðar vónir um at oljufeløg fara at finna
olju undir basaltinum
Nógv fólk høvdu leitað sær á Oljutingið
Áhugavert var at hoyra um arbeiðið hjá Sindri
Teir tosa um møguleikan at finna olju næsta ár