mikudagur 12. oktober 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
heldur at vit í dag kunnu
ikki útiloka, at stórar olju-
goymslur finnast undir
basaltinum og entá langt
undir basaltinum.
Møguleikarnir eru har
– Við tí vitan tú hevur um
basalt, hvussu stórir heldur
tú møguleikarnir eru fyri at
raka við olju í teimum báð-
um komandi boringunum
inni á basaltinum?
– Tað er ringt at siga, men
møguleikarnir
eru
har.
Trupulleikin er so tann, og
tað veit man av royndum, at
fyrstu boringarnar í einum
nýggjum og ókendum øki
geva sjáldan fund alt fyri
eitt, men tað nýtist so
heldur ikki at merkja, at har
er einki. Upplýsingarnar tú
fær við eini boring kunnu
lættliga bera boð um, at
olja er nærhendis sigur
Beksgaard, sum sjálvur er
realtivt bjartskygdur, tá tað
snýr seg um at gera
oljufund á føroyskum øki.
Tí flestu staðni har borað
hevur verið hevur man
funnið kolvetnisspor. Tvs.
at kring Føroyar finnast
keldugrótsløg,
sum
generera olju. Hetta er
altavgerandi fyri at kunna
finna olju og gas í einum
nýggjum øki. Lars Beks-
gaard heldur tað eisini vera
sera áhugavert, at olja er
funnin
beint
hinmegin
markið og sipar her til stóra
Rosebankfundið.
Hann telist annars mill-
um teirra, sum halda, at vit
mugu gera okkum út við
toli, tí hetta kann fara at
taka longri tíð, enn man
hevði roknað við. Men
leggur tó dent á, at enn er
einki, sum bendir á, at her
bara er talan um negativ
viðurskifti, hóast einki
veruligt lønandi fund er
gjørt enn.
Vitan uppá longri sikt
Hvat heldur Lars Beks-
gaard so um arbeiðið hjá
Sindri. Hevur tað veruliga
verið við til at stuðla
oljufeløgunum í leitingini
eftir olju? Til tað sigur
hann, at hóast Sindri hevur
13 ár á baki, so hevur
arbeiðið hjá Sindri sum so
ikki verið beinleiðis við til
at hjálpa stórvegis í sjálvari
leitingini eftir olju her og
nú. Tað er Sindri heldur
ikki ætlað til. Tað er meira
ætlað til at kunna fara inn
og loysa nakrar trupulleikar
eitt nú viðvíkjandi basalt-
inum uppá longri sikt. Tvs.
at skilja hví undirgrundin
sær soleiðis út og hvat hon
goymir. Tað hevur sjálvandi
eisini týdning fyri oljufe-
løgini og myndugleikarnar
at fáa hesa vitan
Sindri byrjaði í 91 og
Lars Bæksgaard hevur ver-
ið formaður síðani 1992.
Royndirnar við Sindri eru,
at tað er gott at standa sam-
an og brúka orku uppá fe-
lags áhugamál. Hann held-
ur tað var eitt sera skilagott
stig, sum varð tikið við
stovnanini av Sindri.
– Lyklaorðið er samstarv
og inovatión og at arbeiða
uppá longri sikt. Tú setir
ikki sum krav, at tú skal
røkka úrslitinum eftir stutt-
ari tíð men at tað heldur
verður arbeitt miðvíst fram
ímóti at loysa mál uppá
longri sikt.
At 15 oljufeløg standa
saman um Sindri er rætti-
liga sjáldsamt, tá hugsað
verður um, at tað eru
myndugleikarnir, sum hava
tikið stigið til tað sigur Lars
Bæksgaard, sum fegnast
um, at so mong fólk høvdu
leitað sær at hoyra um
arbeiðið hjá Sindri.
Nr. 194 - 12. oktober 2005
27
lju undir basaltinum
Lars Bæksgaard, formaður í Sindri her saman við formanninum í Oljutinginum, Regin
Hammer
Bjarni Djurholm oljumálaráðharri og Poul Mohr, nevndarlimur í Atlants Kolvetni á oljutingi
Mong kend andlit vóru at síggja á oljutinginum herfyri