Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 194 - 12. oktober 2005 Miskeiðis í áttati árunum var ein óvan- liga sjálvsom og for- vitnislig føroysk vinnulívsverkætlan sett í verk í India. Í Chennai (fyrr Madras), sum liggur við Eysturstrondina í suðurindia, byrjaði framleiðslan av før- oyskum glastrevju- bátum, nevniliga Kaldbaks bátunum hjá Guttormi Djur- huus. Nú 20 ár seinni liggja rovini av kald- baksbátunum goymd og gloymd Jens Christian Justinussen jc@megaviking.com Eitt tað mest óvanliga var, at hetta ikki bert vóru tóm- ar luftkastellir, sum tað so ofta er við góðum hugskot- um. Nei, framleiðslan byrj- aði faktisk. Indarar komu til Føroya at læra hand- verkið, føroyingar fóru til India at byggja verksmiðj- una upp, og indisku fiski- menninnir byrjaðu at »rógva út« við føroyskum Kaldbaksbátum. Og sum prikkurin yvir I’ið fór tá- verandi føroyski løgmað- urin, Atli P. Dam sáli, á almenna vitjan í India og vígdi bygningin, har fram- leiðslan av føroysku bátun- um fór fram. Men so gekk okkurt galið onkrastani. Framleiðlan steðgaði og verkætlanin fór í vaskið. Hvat hendi? Hví steðgaði alt upp? Eru bátarnir til enn? Á síni ferð í India, møtti Jens Christian Svabo Justinussen nøkrum av monnum, sum vóru invol- veraðir í Kaldbaks-verk- ætlanini í Chennai og vitjaði staðið, hvar bátarnir í síni tíð vóru frammleiddir. ------- Ein kamelur yvirhálaði okkum. Vit vóru á veg við taxa til niðurløgdu verk- smiðjuna, hvar teir í áttati árunum framleiddu før- oyskar Kaldbaksbátar. Kamelurin togaði ein vogn, sum var fullur av múrstein- um. Maðurin, sum helt teymarnar, hevði bert eitt klædnastykki um miðjuna og eina turban um høvdið. Hann sæt á einum sekki og føturnar vóru uppi á einum træpinni. Aftanfyri sat ein annar maður og lenaði seg aftur á og hvíldi seg. Teir vóru á veg við múrsteinum til ein toppmodernaðan bygning sum skuldi brúkast av einari framkomnari teldufyritøku. Onkur skal hava sagt, at líka mikið hvat tú sigur um India, so er tað øvugta eisini galdandi. India er so komplekst, so samansett og umfatar so nógvar mótset- ningar, at tað er næstan ómøguligt at seta í bás. Tað er topmodernað, men sam- stundis er tað tilafturs- komið. Tað er fátækt, ja. Men tað hevur eisini ein miðalklassa uppá eini 250 mio. India er eisini heimsins fólkaríkasta demokrati, har hinduar, muslimar, kristin, jødar og nógvar aðrar reli- gionir liva lið um lið. Ikki altíð uttan samanbrestur, men samanborið við onnur lond við líknandi mót- setningum (Miðeystur t. d.), má tað sigast at vera friðarligt. Tað er ikki altíð lætt at ferðast í India, og at fáa eina vinnlívsverkætlan upp at standa kann bert vera enn truplari. Her er ein tann størsta forðingin, tað ind- iska kontórveldið, ið fær ES kontorveldið við sínum agurku direktivum at líkjast einum sunnudagsskúlalær- ara. Ein vinnulívsmaður í Tamilnadu segði við meg: »Antin keypur tú eitt eksi- sterandi virki, sum longu hevur øll loyvini, ið eru neyðug, ella tú finnur tær ein indiskan partnara. At koma uttanífrá og byrja frá botni, er vónleyst«. »Bert at byggja eini set- hús krevur minnst 27 al- menn loyvir«, segði hann. Ein maður, sum eg kom at kenna væl meðan eg var í Chennai, brast út í, tá eg fortaldi, at eg kom úr Før- oyum: »A ha, ein víkingur! Veitst tú av, at tamilar vóru bestu sjómenn í heimin- um?« Nei, svaraði eg. »Visti tú at tamilar lærdu víkingarnar at navigera?« »Álvara«, svaraði eg. »Nei tað visti eg ikki«. Eg visti, at víkingar komu víða um, og at teir í síni tíð komu heilt suður til Istanbul í Turkalandi. Men at teir skuldu vera komnir til India, tað hevði eg ikki hoyrt fyrr. Um víkingarnir veruliga høvdu siglt allan vegin til India, so máttu teir onkursvegna hava dugað væl at navigera, áðrenn teir komu til Tamilnadu. Men her var øvugtur logikur galdandi: Vikingarnir komu til Tamilnadu, og tí kundi hann konkludera, at tamilar høvdu lært víkingarnar at sigla. Stoltleikin var ikki at taka feil av. »Tamilnadu var heimsins nalvi, og teir gomlu tamilarnir vóru heimsins bestu sjómenn«. Onkursvegna ljóðaði hetta kent, og eg hugsaði við meg sjálvan, at hesa »plátuna« hevði eg hoyrt fyrr: »Føroyar eru heimsins nalvi, og føroyingar eru heimsins bestu sjómenn«. Um tamilar lærdu víking- ar at navigera, veit eg ikki. Men eitt er vist, føroyingar lærdu tamilar at byggja glastrevjabátar. Langt um leingi komu vit út til fyrrverandi verk- smiðjuna, har teir bygdu Kaldbaksbátar. Við mær vóru Isaac Ra- jendran (fyrrverandi leiðari av fiskivinnuráðnum), Kaliyamurthy (fyrrverandi varaleiðari í fiskivinnu- ráðnum) og Muthuswamy, núverandi leiðari av Ta- milnadu Fisheries Deve- lopment Corporation, limi- ted, í Chennai. Uttan fyri verksmiðu- bygningin sótu tveir menn og drukku te. Tað vísti seg, at teir hildu vakt. Inni í garðinum lógu fleiri før- oyskir bátar og nakrir form- ar at gera føroyskar bátar úr glastrevjum. Teir lógu hult- ur til bultur undir einum træ. Formarnir sóu út til at vera í rættuliga góðum standi. Á tí eina húsinum, sum í sínari tíð var eitt slag av administrationsbygningi, var takið dottið niður. Tað sá ikki serliga innbjóðandi út, og eg helt ikki, at har kundi vera nakað áhugavert at hyggja at og gav tí ikki nógvan gætur. Men so rópti Isaac á meg og peikaði á veggin. Har var ein svørt granitpláta bygd inn í húsið. Okkurt var skrivað á plátunua, og eg fór yvir fyri at hyggja, hvat tað var. Til mítt stóra yvirraskilsi var navnið á fyrrverandi løg- manni, Atla P. Dam sála, høgt inn í granitplátuna. Føroyski løgmaðurin hevði verið her í samband við hátiðarhaldið, tá verkætlan- in varð vígt. – Mr. Isaac, Hvussu kom tað í lag at framleiða før- oyskar bátar her í India? »Tað byrjaði, tá Dr. M. Sakthivel sum var fiski- vinnu-umboðsmaður fyri India í EU, Brússel, sá tann føroyska bátin á einari ráð- stevnu í Noregi. Hann helt, at báturin hevði egnað seg væl til fiskimenninar fram Rovini av kaldbaksbátunum í I Isaac vísir á granitplátuna við navninum á Atla Dam, sála, fyrrverandi løgmanni, sum var við til vígsluna Góð 20 ár eftir vígsluna stendur verksmiðjan tóm og gloymd