mikudagur 12. oktober 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
við
indisku
strondini.
Føroyingar útfluttu longu tá
bátarnar til Spania og Vest-
urafriskansku
strondina.
Dr. M. Sakthivel anbefall-
aði indisku stjórnini at
brúka føroyska sniðið og
setti seg í samband við
Guttorm Djurhuus, sum
eigur Marine Plast í Før-
oyum«.
»Fiskivinnudeildin vildi
royna bátarnar og bað um
nakrar royndar bátar. Trý
snið av Kaldbaksbátunum
vóru send til India, hvar
fiskimenninir royndu teir.
Teir fyritrektu bátin við
motori«.
»Eitt virki varð sett á
stovn, og ein maður fór til
Føroya til tekniska upplær-
ing«.
»Ein leiðari var settur,
men tað vísti seg, at hann
hevði ov nógvar aðrar inte-
ressur og var ikki rættuliga
kommittaður. Hetta vistu
vit ikki beinanvegin, men
tað bleiv meir og meir klárt
við tíðini. Serliga tá trupul-
leikarnir byrjaðu at stinga
seg upp.
Guttorm Djurhus kravdi
ymiskar facilitetir til ar-
beiðsfólkið, wc og líknandi
- tú veit skandinavar hava
hesi næstan sosialistisku
idealir.
Hann kravdi eisini ein
ávísan kvalitetsstandard.
Skjótt kom tilfar inn, sum
ikki lúkaði krøvini. Leið-
arin gjørdi einki. Men
Guttorm gav ordrar um, at
eingin bátur mátti byggjast,
um standardurin ikki var í
ordan. Hann segði, at um
bátar vóru bygdir við vána-
ligum tilfari, og ein ólukka
hendi, so fóru fólk at siga,
ah, tað er hatta virki langt
væk úr Føroyum, sum hev-
ur skylduna«.
Hetta var alt saman við til
at økja um prísin«.
Tað vóru nógvir smá-
trupulleikar. Stjórnin bí-
legði 10 bátar. Vit bygdu
teir innan 3 mánaðir. Men
vit máttu bíða leingi eftir
tilfarinum. Og tá tilfarið
endiliga kom, var kvalitet-
urin út av lagi. Vit máttu
senda tað aftur. Vit høvdu
nógvar smátrupulleikar av
hasum slagnum.
Og so vóru tað eisini
figgjartrupulleikar. Bankin
vildi bert veita lán, um
kapitalur longu var í virk-
inum. So vit bóðu stjórnina
um lán, men teir søgdu nei.
So vit fingu onga fígging.«
Eg royndi at spyrja nærri
um, hvat gekk galið. Men
tað var ringt at fáa nakað
beinleiðis svar. Eingin var
serliga glaður fyri at práta
um nakað negativt. Upp á
ein máta minti hetta um at
vera heima í Føroyum: Øll
eru bangin fyri at siga ov
nógv, og eingin vil elva til
nakrar trupulleikar. Tað
kann eg seta meg inn í.
Men hinvegin, so var hend-
an verkætlanin so lítil, og
tað snúði seg ikki um tann
stóra kapitalin. Vit tosa um
eina verkætlan, sum í
indiskum høpi svaraði til
ein mýggjabita á einum
elefanti.
Aftan á hálvan annan
tíma avgjørdi eg at skifta
evni og ikki at tosa um
nakað, sum kundi vera
potentielt politiskt ella upp
á nakran máta kontroversi-
elt og spurdi, hvønn fyri-
mun teir føroysku bátarnir
høvdu. Vóru tað nakrir
tekniskir fyrimunir?
Men her fekk eg heldur
einki svar. Ístaðin byrjaðu
teir
algoystir
at
tosa
tamilskt millum sín.
Eg legði upp í og segði:
– Ímynda tær, at eg eri
ein indiskur fiskimaður og
kann velja ímillum ein
traditionellan katamaranbát
ella ein føroyskan glas-
trevju bát. Hvønn vildi eg
valt?
Isaac segði: Tað kemur
ann upp á status.
So lupu Kaliyamurthy og
Muthuswamy inn í kjakið
og brutu Isaac av. Og í ein-
um blandingi av tamilskum
og enskum og partvíst við
meg, partvíst sínamillum,
fór kjakið heilt út av spor-
inum.
So segið Isaac.
»Sjálvt um fiskimenninir
fáa ein nýggjan bát, so vilja
teir ofta halda á fram við at
fiska, har teir eru vanir at
fiska og brúka somu net,
sum teir altíð hava brúkt.
Tað einasta sum hevur
broytt seg er, at teir hava
fingið ein nýggjan og
annarleiðis bát. Teir fiska
ikki neyvendugvís meira og
tjena tí tað sama. Um teir
mugu taka eitt bankalán
fyri at keypa føroyska bát-
in, so vilja teir heldur brúka
katamaranin. Men um tað
almenna gevur teimum
stuðul, so føroyski báturin
kostar tað sama sum kata-
maranurin, so vildu teir
heldur
brúkt
føryska
bátin.«
– Hví vildu teir heldur
valt ein føroyskan bát?
spurdi eg.
Kaliyamurthy svaraði:
"Føroyski báturin var
høgligari at arbeiða við.
Fiskimennirnir kundu vera
turrir í bátinum. »Á kata-
maraninum
blivu
teir
vátir«.
»Tað var eisini lættari at
fáa hann út av strondini.
Katamaranurin
kravdi
minst eini 4-5 fólk til at
skumpa hann út.«
Muthuswamy legði aftur-
at:
Við
katamaraninum
máttu teir byrja klokkan
hálvgum fimm. Við før-
oyska bátinum kundu teir
byrja klokkan sjey. Og tá
dagurin var komin at enda,
høvdu teir fiskað líka so
leingi sum hinir við kata-
maraninum.
Tað var farið at skíma, og
tíð var at fara heim til
hotellið aftur.
Tað var løgið at koma
allan vegin til India, ganga
inn í ein bakgarð og so
detta fram á fleiri føroyskar
Kalbaksbátar undir einum
træ. Føldi meg sum ein
ærkæolog, ið hevði funnið
eitt víkingaskip, sum enn
var í góðum standi. Spurn-
ingarnir boblaðu upp. Men
tað var ringt at fáa nakað
beinleiðis svar upp á, hvat
var gingið galið.
Vantandi fígging og ein
vánaligur leiðari, sum ikki
rættuliga var kommittaður
til verkætlanina var allar-
helst orsøkin til, at alt
steðgaði upp. Tað eru uttan
iva fleiri søgur at siga um
Kaldbaksbátarnar í India.
Hvussu er og ikki, so liggja
teir føroysku bátarnir enn
við Suðurindisku strondina.
Væl vardir av einum stór-
um træ og tveimum te-
drekkandi vaktarmonnum.
Nr. 194 - 12. oktober 2005
29
India
Her í garðinum á verksmiðjuni uttan fyri Madras liggja fleiri føroyskir bátar – sum í einum bátakirkjugarði
Uttan fyri fyrrverandi glastrevjaverksmiðjuna
Hóast goymdir og gloymdir eru føroysku glastrevjabátarnir í
góðum standi