mikudagur 12. oktober 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Yvirlitstrolingar:
Alt peikar niður eftir á Føro
Minni er til av toski,
minni av hýsu, og
upsin er eisini mun-
andi minkaður. Har-
aftrat er fiskurin
meira rak nú enn fyri
einum ári síðan.
Hetta er høvuðs-
niðurstøðan, nú
Magnus Heinason
herfyri var á Føroya-
banka og gjørdi yvir-
litstrolingar
FØROYABANKI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Magnus Heinason hevur
verið á sínum triðja og
seinasta túri í heyst og gjørt
yvirlitstrolingar.
Høvuðsendamálið
við
hesum túrum er at fáa til
vega tilfar, sum skal nýtast
í stovnsmetingunum av
toski, hýsu og upsa.
Veiðan á hesum túrum
verður skrásett í vekt og
tali, longdarbýti, vektbýti,
aldursbýti, kynsbýti og
sløgum. Eisini verða maga-
kanningar gjørdar av toski,
hýsu og upsa.
Hesin triði og seinasti
túrurin hjá Magnusi Heina-
son í heyst byrjaði, 7. sep-
tember og endaði, 12. sep-
tember, og hesaferð var tað
Føroyabanki, sum varð
settur undir "sjóneyku".
Umborð á skipinum fyri
Fiskirannsóknarstovuna
vóru Arnold Henriksen,
Mourits M. Joensen og
Marit Pedersen – og um-
borð fyri Fróðskaparsetur
Føroya var Eyðfinn Magn-
ussen, sum eisini hevur
skrivað frágreiðing um
túrin.
Minkandi veiða
Tilsamans fekk Magnus
Heinason 38 fiskasløg á
túrinum, og hetta eru held-
ur fleiri enn vanligt er at fáa
á Føroyabanka undir yvir-
litstrolingum.
Talið
av
fiskasløgum á Bankanum
er vanliga rættiliga støðugt,
eini 33-34 sløg. Tó fekk
Magnus Heinason í fjør
heyst heili 39 fiskasløg.
- Samlaða veiðan hendan
triðja og seinasta túrin við
yvirlitstrolingum var góð
16 tons, sum er ein minking
í mun til túrin um somu tíð
í fjør upp á 39%, tá ið
samlaða veiðan var stívliga
26,3 tons, sigur Eyðfinn
Magnussen.
Hann vísir á, at hendan
túrin vórðu fingin 1301 kg.
av toski á Føroyabanka
móti 1.596 kg. í 2004.
Hetta er ein minking upp á
19%, og haraftrat var tosk-
urin feitari fyri einum ári
síðan.
- Hendan túrin var miðal-
veiðan av toski 45 kg. fyri
hvønn fiskitíma, og hetta er
18% minni enn árið fyri, tá
ið veiðan var 55 kg. fyri
hvønn fiskitíma.
Eyðfinn sigur, at miðal-
veiðan í 2003 var heili 123
kg. fyri hvønn fiskitíma.
Hýsa minkandi
Magnus Heinason fekk
tilsamans góð 6,6 tons av
hýsu, sum er ein minking
upp á 45% samanborið við
árið fyri. Hýsan á Bankan-
um er heldur ikki so feit í ár
sum í fjør.
Øll árini frá 1991-2002
vístu yvirlitstrolingarnar, at
hýsuveiðan var í støðugum
vøkstri, men síðan 2002 er
veiðan minkað - og soleiðis
eisini í ár.
Miðalveiðan hjá Magn-
usi Heinason hendan túrin
var 228 kg. fyri hvønn
fiskitíma móti 413 kg. í
2004. Hetta svarar sum
nevnt til eina minking upp
á 45%.
Upsin sama veg
Undir hesum seinastu yvir-
litstrolingunum í heyst var
samlaða upsaveiðan á Før-
oyabanka stívliga 1,5 tons,
sum er heili 76% minni enn
í fjør. Upsin á Bankanum er
heldur ikki so feitur, sum
hann hevur verið. Veiðan
fyri hvørt tóv – ella trol-
tíma – í ár var 53 kg. móti
219 kg. í fjør. og heili 328
kg. í 2003.
Livandi toskar
Ætlanin var eisini hendan
túrin at taka einar 40-50
livandi toskar til Fiskaaling
við Streymin, men hetta
eydnaðist ikki, tí veðrið var
so vánaligt. Í staðin høvdu
tey, sum vóru við Magnusi
Heinason hendan túrin, 10
livandi toskar heim við.
- Vit gjørdu eisini maga-
kanningar av toski, hýsu og
upsa á túrinum, sigur Eyð-
finn Magnussen.
Niðurstøða
Á túrinum hjá Magnusi
- Minni er til av toski, hýsu og upsa á Føroyabanka, og fiskurin er klænri, enn hann var fyri einum ári síðan, sigur Eyðfinn
Magnussen