mikudagur 12. oktober 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Heinason á Føroyabanka
varð trolað á 28 ymiskum
støðum, og samanumtikið
er úrslitið hetta; toskaveið-
an er minkað við 19%,
hýsuveiðan við 45%, og
upsaveiðan var einans 45%
av tí, hon var fyri einum ári
síðan.
-
Kanningarnar
vísa
eisini, at fiskurin hevur
minni at eta. Toskurin er
2,9% klænri nú enn fyri
einum ári síðani, hýsan
6%, og upsin er vorðin
10% klænri samanborið
við kanningarnar á heysti
2004, sigur Eyðfinn Magn-
ussen.
oyabanka
Høgni Hansen á
Fiskamarknaði Før-
oya sigur, at prísirnir
á havtasku hava verið
góðir í seinastuni, og
hetta kemst serliga av,
at útboðið hevur ver-
ið minni, samstundis
sum fiskurin hevur
verið størri
HAVTASKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu árini er veiðan
eftir havtasku undir Føroy-
um nógv økt, og í fjør setti
veiðan met við 3.245 tons-
um.
Tað er serliga, síðan
fiskaprísirnir
fullu,
at
havtaskuveiðan er økt, og
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari
á Fiskirannsóknarstovuni,
heldur, at økta veiðan er ein
kombinatión av góða prís-
inum, sum fæst fyri fiskin
og øktu royndini eftir fiska-
slagnum.
Seinastu sjey árini hevur
veiðan eftir havtasku verið
henda: 2004 (3.245 tons),
2003 (2.650), 2002 (2.080),
2001 (2.306), 2000 (2.397),
1999 (2.660) og 1998
(2.084).
Tað eru fleiri ár síðan, at
føroyingar byrjaðu at fiska
havtasku. Nøkur garnaskip
hava loyvi at veiða hav-
tasku, og somuleiðis fáa
trolbátarnir, sum royna á
landleiðini um sumrarnar,
eisini væl av havtasku.
Tað eru eisini fleiri ár
síðan, at myndugleikarnir
góvu
útróðrarbátinum,
Gudrun úr Klaksvík, loyvi
at gera royndir eftir hav-
tasku við gørnum á grunn-
um vatni, og fyri einum 2-3
árum síðan fekk útróðrar-
báturin við ávísum treytum
endaligt loyvi at veiða hav-
tasku á grunnum vatni á
ávísum leiðum.
Kanningar
Hjalti í Jákupsstovu sigur,
at Fiskirannsóknarstovan
saman við íslendingum,
hetlendingum og norð-
monnum er í holt við at
kanna havtaskuna og hav-
taskustovnin gjølligari.
- Sum er, vita vit ikki
nágreiniliga, hvussu stórur
stovnurin er, og hvussu
nógv hann tolir, og tí vita
vit heldur ikki, um ráðiligt
er at veksa uppaftur meira
um veiðina.
Spurdur, um tað er sami
fiskur, sum Gudrun fær
inni á tí grunna vatninum,
sum hinir bátarnir fáa úti á,
sigur Hjalti, at teir vita ikki
annað enn, at so er.
- Gudrun hevur merkt
havtasku í nøkur ár, og teir
hava eisini fingið nakað av
fiskinum aftur. Líkt er ikki
til, at fiskurin ferðast so
nógv. Hinvegin er lítið og
einki fingið aftur av hav-
taskuni,
sum
Magnus
Heinason hevur merkt,
hóast merkingar eru farnar
fram bæði norðanfyri, eyst-
an fyri og vestanfyri.
Hjalti heldur, at ein
orsøkin til, at so lítið er
fingið aftur av tí, sum
Magnus Heinason hevur
merkt í mun til fiskinum,
sum Gudrun hevur merkt,
kann vera, at royndirnar hjá
Magnusi eru á djúpari vatni
og víðari øki.
Lítil kunnleiki
Sum skilst á leiðaranum á
Fiskirannsóknarstovuni, er
kunnleikin um havtaskuna
lítil, og tí er føroyski stovn-
urin nú við í einum størri
samstarvi, har arbeitt verð-
ur við at greiða stóra putli-
spæli, sum havtaskan er.
- Vit halda, at fiskurin
veksur rímiliga skjótt, men
vita ikki við vissu, um hann
yvirhøvur gýtir undir Før-
oyum – ella um yngulið
møguliga rekur higar og
veksur upp her.
Hjalti í Jákupsstovu sig-
ur, at eitt fólk situr á
Fiskirannsóknarstovuni og
arbeiðir við havtaskuni, og
ætlanin er, at ein frágreið-
ing um fiskaslagið verður
liðug einaferð í vetur.
Dýrur fiskur
Høgni Hansen á Fiska-
marknaði Føroya sigur, at
prísirnir á havtasku hava
verið góðir í seinastuni, og
hetta kemst serliga av, at
útboðið hevur verið minni,
samstundis sum fiskurin
hevur verið størri.
- Bátarnir á landleiðini
fáa væl av havtasku, men
hesin fiskurin er smærri.
Nú tíðin á landleiðini er av,
er útboðið minni, men sam-
stundis er fiskurin størri.
Høgni sigur, at havtasku-
prísirnir á Fiskamarknaði
Føroya týsdagin lógu um
35-37 krónur fyri kilo.
- Tað eru fleiri, sum hava
áhuga fyri havtaskuni, og
millum størstu keypararnar
í løtuni eru Kaldbaks Sea-
food og Nevið í Saltangará,
sum í báðum førum skera
fiskin, sigur Høgni Hansen.
Veiðan eftir havtasku
nógv økt seinastu árini
Ikki er hon vøkur á at líta,
men hon er eftirspurd, og
samlaða veiðan undir
Føroyum setti met í fjør
Magnus Heinason ger
yvirlitstrolingar. Posin er
hálaður inn á dekið, og
fiskurin verður nú stoyttur
niður í pavnin
Mynd: Rógvi Mouritsen
Seinastu yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinason á hesum
sinni eru av, og posin verður hálaður fyri seinastu ferð
Mynd: Rógvi Mouritsen