Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hugtikin av at før- oyska fyritøkan Thor arbeiðis saman við australskari fyritøku í oljuvinnu í Afrika VITJAN Jan Müller jan@sosialurin.fo Í hesum døgum er forvitn- islig vitjan úr Australia. Eingin minni enn au- straliski sendiharrin í Keypmannahavn er á síni fyrstu vitjan í Føroyum nakrantíð. Og hann lovar, at hetta verður ikki tann sein- asta. Matthew Peek er fúsur at gera sítt til at menna samvinnuna millum hetta lítla oyggjalandið úti í Atlantshavi og so ein av risastóru heimspørtunum í heiminum, Australia. – Nú eg havi verið sendiharri í Danmark í tvey ár, helt eg, at tíðin var komin til at síggja henda partin av danska kongaríkinum. Og eg kann siga tykkum, at eg eri ikki vónsvikin. At koma til Føroya og uppliva ring- asta ódnarveður, regn og sól um somu tíð er nakað, sum tú seint gloymir. At tit so umframt eina livandi og vakra náttúru eisini hava eitt virkið fólk og eina livandi mentan ger tað ikki minni spennandi sigur sendiharrin, sum fegin vil vera við til at knýta sam- bond millum londini. Hann er rættiliga bilsin av, at ein framkomin føroysk fyri- tøka, Thor í Hósvík, í dag samstarvar við australska oljuvinnufelagið Woodside við uppgávum í Maure- tania. – Tað ljóðar sera for- kunnugt, at eitt føroyskt felag arbeiðir saman við einum australskum í Afrika. Matthew Peek fegnast um, at føroyskir studentar leita til Australia at fáa sær víðari útbúgving. Hann gleðist somuleiðis um, at ikki færri enn 10-12 au- straliarar búgva í Føroyum. – Sjálvt um vit búleikast í hvør sínum parti av knøtt- inum, so ber kortini til at samvinna, og tað er hesa samvinnu, sum eg vóni kann mennast enn meira. Sendiharrin er rættiliga kløkkur av at hoyra, at so nógv seyðakjøt verður inn- flutt til Føroya úr New Zealandi. – Tá tit innflyta so nógv kjøt úr New Zea- landi, hví so ikki keypa meira av góðum australsk- um víni og somuleiðis lambskjøti frá okkum, tí tað smækkar upp aftur betri. Ein av uppgávunum við hesi ferðini er at finna fram til tey øki og tær vørur, har samhandilin millum Føroy- ar og Australia kann út- byggjast. Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni vísti sendiharranum søgu- ligu bygningarnar í Vágs- botni í vikuni og varð eisini stokkið inn á gólvið í Miðlahúsinum, sum í 1760- unum varð partur av vinnu- lívinum í høvuðsstaðnum. Tá var tað danski vinnu- lívsmaðurin Ryberg, sum hevði stórt virksemi í Vágsbotni greiddi Kjartan frá. Kjartan sigur annars, at tað er altíð er hugaligt at fáa vitjan av sendiharrum, tí oftani kunnu slíkar vitj- anir gerast spírar til nýtt og mennandi samstarv millum Føroyar og onnur lond. – Eg haldi eisini, at tað er gott, at ein australskur sendiharri fær eina kenslu av, hvussu langt út í heim føroyskur ídnaður røkkur, og tí er virksemið hjá Thor í oljuvinnuni eisini nakað vit kunnu vera stoltir av, tí her hevur ein lítil føroysk vinnufyritøku í harðari kapping við útlendskar fyritøkur fingið uppgávur í Afrika – í hesum føri sam- an við eini australskari fyritøku. 32 Nr. 194 - 12. oktober 2005 Australiski sendiharrin vitjar: Keypið vín og kjøt frá okkum Australski sendiharrin í Danmark, Matthew Peek nýtti høvi undir Føroyavitjanini at støkka inn á gólvið í Miðlahúsinum og her m.a. síggja vakra træið úr Tasmania í bakgarðinum. Her er hann saman við Kjartan Kristianssen, stjóra á Menningarstovuni Mynd Jan Müller www.sosialurin.fo