Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 195 - 13. oktober 2005 Fríggjakvøldið borðreiða Deiggj við dansivinarlig- um 70’ára tónleiki í Tvøroyrar Klubba. Hetta er fyrstu ferð síðan á jóansøku, at Deiggj spæla á heimavølli. Hetta er kvøldið fyri, at nýggi smyril kemur, so tiltakið skal síggjast sum eitt slag av upphiting. Á jóansøku spældu Deiggj sum Gasolin Jam, og fleiri av gomlu Gaso- lin hittunum verða at hoyra fríggjakvøldið, men eisini løg hjá øðrum kendum 70’ára bólkum bæði útlendskum og før- oyskum. Umframt hetta verða eisini nøkur nýggj- ari løg á skránni og sjálv- andi nøkur heimagjørd løg. Dentur verður lagdur á eina fjølbroytta og lívliga skrá við kendum dansi- vinarligum rockløgum og eitt hugnaligt kvøld í Klubbanum. Dansi- kvøldið er alment við 18 ára aldursmarki. Vænt- andi verða nógv fólk í býnum í sambandi við, at nýggi Smyril kemur til Tvøroyrar leygardagin á middegi. nud Á 13 konsertum í november og desember fer okkara egna Lena at hita upp fyri kendu amerikansku song- kvinnuna, Beth Hart, tá hon fer á tónleikarundferð í Danmark. Beth Hart hevur seinasta árið vunnið sær fleiri og fleiri fjepparar í Danmark. Og fyri stuttum vann hon Nielsens Musik- kontrol Guld Pris, tí stak- fløgan hjá henni, Learning to live, var spæld 10.000 ferð í donskum útvarpi í ár. Lena gevur í næstum fløg- una »Can’t erase it« út í Danmark, og eingin ivi er um, at henda rundferðin er frálík fyri marknaðarfør- ingina av fløguni. Fyrr í ár spældi Beth Hart á Nibe Festivalinum, og tá skrivaði ummælarin hjá Planet soleiðis: »Beth spældi klaver og gittar við sveittabroti, og samstundis helt hon øllum uppi við síni frálíku rødd. Í løtum minti hon um eina Janis Joplin í toppformi, og tí kann við- mælið um at lurta eftir Beth Hart bara fara víðari til lesararnar hjá Planet.fo - hon er verd at uppliva!«. Tá Lena spældi á MjúS fyrr í summar skrivaði eg sjálvur: »Tað var ótrúligt at síggja, hvussu nógv Lena hevur ment seg seinasta árið, síðan hon helt útgávu- konsert í sambandi við út- gávuna av "Can’t erase it". Serliga tá hon spældi løgini "Can’t erase it" og "Catch 22" var menningin sjónlig. Eitt er at hon er vorðin nógv meira pallvand, men eisini mátin, sum løgini vóru løgd til rættis, var frá- líkur. Konsertin var annars merkt av nógvum nýggjum løgum, og tað var tíðiligt, at Lena og Niklas hava nógv upp á hjarta.« So samanumtikið kunnu vit bara siga: Far á konsert tí Lena og Beth koma fram- við nærhendis tær. Hósdagin 10. november Musikteatret í Vejle Leygardagin 12. november kl.21.00 Tobakken í Esbjerg Týsdagin 15. nov. kl. 20 Theater í Skive Mikudagin 16. nov. kl. 20 Rytmeposten í Odense Fríggjadagin 18. nov. kl. 20 Portalen í Greve Leygardagin 19. nov. kl. 20 Viften í Rødovre Mánadagin 21. nov. Skraaen í Aalborg (útselt) Hósdagin 24. nov. Trommen í Hørsholm Leygardagin 26. nov. kl. 20 Ny Ridehus í Næstved Týskvøldið 29. nov. Amager Bio í Keypmanna- havn Mikukvøldið 30. nov. kl. 20 Ringsted Kongrescenter í Ringsted Hóskvøldið 1. desember Train í Aarhus Leygarkvøldið 3. desember Sønderborghus í Sønder- borg (útselt) Á læraraskúlanum eru tey enn ikki liðug við at gera upp, hvussu umfatandi skaðin var, tá nakrir smádreingir í farnu viku framdu umfat- andi herverk á Skúlan HERVERK Jákup Mørk Eini 15 tons av vatni vóru atvoldin til umfatandni skaðarnar, sum stóðust av herverkinum. Dreingirnir, sum framdu herverkið, høvdu tipt frárenslið á fleiri vaskum á skúlanum, og síð- ani vórðu 14 kranar tendr- aðir við fullari kraft. Hetta varð gjørt um kvøldið, og tí var tað ikki fyrr enn morgunin eftir, at herverkið varð uppdagað, og tá var skaðin stórur. Jóni Johannesen, sum er húsavørður á Læraraskúl- anum, sigur, at tey enn ikki eru liðug við at gera upp, hvussu umfatandi skaðin er, men hann leggur dent á, at hesin er stórur. – Vit hava sett nakrar avfuktarar upp, og enn koyra hesir við fullari kraft. Fyrr enn alt er turkað ordiliga, vita vit ikki við vissu, hvussu stórur skaðin er, tí eitt nú linoleum sæst millum lítið og einki á, fyrr enn hetta er tornað. – Men vit kunnu so í øll- um førum staðfesta, at loft- ið hevur tikið stóran skaða. Eina staðni er tað dottið heilt niður av nógvu væt- uni, og eisini aðra staðni er tað heilt illa farið, sigur Jóni. Tað varð mest sum alt fyri eitt staðfest, hvørjir dreingirnir vóru, sum høvdu framt herverkið, og teir hava eisini verið til avhoyringar hjá løgregluni. Enn ber tó ikki til at stað- festa, hvat víðari hendir í málinum. Lena hitar upp fyri Beth Hart Wed Nov 30 Ringsted DK Ringsted Kongrescenter Time: 20.00 Thu Dec 1 Aarhus DK Train Sat Dec 3 Sonderborg DK Sonderborghus SOLD OUT Myndatekstur: Lena og Niklas vóru frálík á MjúS og vera ivaleyst frálík á rundferðini við Beth Hart Mynd: Niels Uni Dam 70’ára dansur í Tvøroyrar Klubba Skaðin er enn ikki uppgjørdur Í fleiri støðum er loftið heilt illa farið av nógvu vætuni, og einstaka staðni er tað dottið niður Mynd: Jens Kr. Vang