hósdagur 13. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 13. oktober 2005
9
Einar seks milliardir
krónur eru horvnar
úr írakska verjumála-
ráðnum
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein dómari í Bagdad hevur
givið løgregluni boð um at
handtaka fyrrverandi verju-
málaráðharran Rachi Ham-
za al-Radhi og 22 embætis-
menn í verjumálaráðnum, tí
illgruni er um, at teir hava
stungið almennar pengar í
egnan lumma. al-Rahdi var
ráðharri í fyribilsstjórnini,
sum amerikanararnir skip-
aðu í juni í fjør, og tríggir
aðrir ráðharrar eru undir
illgruna fyri at hava verið
uppi í stuldrinum.
Sambært Reuters eru
fleiri av teimum, sum eru
undir illgruna, flýddir úr Ir-
ak, og myndugleikarnir
hava tí biðið Interpol taka
teir. Hildið verður, at nakrir
teirra fjala seg í London.
Sambært dómaranum í
Bagdad eru einar seks
milliardir krónur horvnar
úr verjumálaráðnum. Peng-
arnir vóru játtaðir til at
keypa nútímans vápn úr
fleiri londum fyri, men sum
skilst hevur verjumálaráðið
keypt brúkt vápn fyri minni
pengar. Avlopið hava polit-
ikarar og embætismenn
stungið í egnan lumma.
Fólk úr fleiri afrik-
onskum londum, sum
royna at sleppa til
Evropa, eru flutt langt
inn í Sahara-oyði-
mørkina og slept upp
á fjall har uttan mat
ella vatn
FLÓTTAFÓLK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Spania og ES hava lagt stórt
trýst á myndugleikarnar í
Marokko fyri at fáa teir at
steðga flóttafólkastreymin-
um til tey bæði sponsku øk-
ini í Norðurafrikia, Ceuta og
Melilla. Úrslitið er, at Mar-
okko hevur átikið sær at
flyta fólkini burtur. Tey
hepnu sleppa við flogfari til
Senegal ella Mali, meðan
hini verða flutt út í oyði-
mørkina
og
slept
har.
Sveisiska blaðið Zúrischer
Zeitung skrivaði í gjár, at
marokkonsku myndugleik-
arnir høvdu sent 36 bussar
við flóttafólkumsuður í
oyðimørkina
nærhendis
markinum við Mauritania.
Kunningarmálaráðharrin
í Marokko sigur við tíð-
indastovuna AP, at tað ber
ikki til at loysa trupulleik-
arnar við flóttafólkunum,
uttan at tað elvir til menn-
iskjaligar vanlagnur.
Túsundtals fátæk ungfólk
í londunum sunnan fyri
Sahara royna at sleppa til
Evropa, tí tey síggja tað
sum tann einasta møguleik-
an fyri at fáa eina verduga
framtíð. Í mong ár hevur
Marokko loyvt flóttafólk-
unum at halda til har
norðuri í landinum, men nú
hevur pípan fingið annað
ljóð. Í síðstu viku gjørdu
myndugleikarnir
av
at
savna flóttafólk í bussar og
at flyta tey fleiri hundrað
kilometrar suður í oyði-
mørkina.
Eitt lið hjá felagsskapin-
um Læknar Uttan Landa-
mark kom fram á umleið
500 flóttafólk, og tað vísti
tað, at tey høvdu hvørki
mat ella vatn. Læknarnir
hjá felagsskapinum hava
greitt frá, at fleiri av flótta-
fólkunum høvdu sár ella
merki, sum vístu, at tey
vóru sligin, og at summi
teirra høvdu sár av gummi-
kúlum.
Spanskar
sjón-
varpsmyndir hava víst, at
fleiri flóttafólk vóru bundin
saman við hondjørnum.
Sambært Zúrischer Zeit-
ung hava læknarnir greitt
frá, at minst 1.500 flótta-
fólk eru flutt til ókend støð
í oyðimørkini nakað vestan
fyri algeriska markið. Har-
afturat hava bussar flutt
flóttafólk til oyðimørkina í
Vestur Sahara, sum Mar-
okko hevur hersett. Talan er
um fólk úr Gambia, Cam-
eroun, Fílabeinsstrondini,
Guinea, Ghana, Niger og
Nigeria.
Fleiri felagsskapir finn-
ast at framferðini hjá
myndugleikunum í Ma-r-
okko og leggja teir undir at
loysa trupulleikarnar við at
fjala flóttafólkini fyri al-
tjóða
fjølmiðlunum
og
hjálparfelagsskapunum.
Milliardir horvnar í Irak
At teir iraksku hermenninir fingu gomul vápn heldur enn nýggj kann hava kostað nógvum hermonnum lívið
Reka flóttafólk út í
oyðimørkina
UTTAN ÚR HEIMI
Kvinna ímóti kvinnu
Er tað nakar, sum kann forða Hillary Clinton at gerast
amerikanskur forseti aftan á valið í 2008, so er tað
Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri. Tað skrivar
viðmerkjarin og rithøvundurin Dick Morris í einari
nýggjari bók, sum hann kallar "Condi ímóti Hillary".
Dick Morris var ráðgevi hjá Bill Clinton, forseta,
men seinni hevur hann vent Clinton bakið, og hann er
javnan gestur í tí konservativa sjónvarpinum Fox, har
hann ikki aftrar seg við at finnast at fyrrverandi for-
setanum og konu hansara, Hillary, sum er senatorur í
New York. Eygleiðarar í Washington siga, at endamálið
við bókini er ein roynd at ræða teir republikonsku velj-
ararnar og at fáa republikanska flokkin at finna eitt val-
evni, sum kann vinna á Hillary Clinton, um hon ger av
at stilla upp til forseta í 2008.
Sambært Dick Morris er tað bara Condoleezza Rice,
sum kann basa Hillary Clinton. Condi, sum hon ofta
verður kallað, avsannar, at hon ætlar sær at stilla upp,
men Dick Morris væntar, at hon fer at royna seg kort-
ini. Hann vísir á, at hvørki fyrrverandi borgarstjórin í
New York, Rudolph Giuliani, ella senatorurin John Mc-
Cain fáa ta neyðugu undirtøkuna í republikanska flokk-
inum, til at teir kunnu gerast forsetavalevni.
Dick Morris vísir eisini á, at Hillary Clinton fer at
fáa nógvar atkvøður frá kvinnum og teimum svørtu,
stillar hon upp, men at júst her kann Condolleezza Rice
bjóða henni av, heldur hann.
Bilverksmiðjur illa fyri
Tær stóru amerikonsku bilverksmiðjurnar eru illa fyri,
og viðurskiftini ímillum leiðslurnar og starvsfólkið eru
út av lagi vánalig, skrivar AP.
Seinasta vikuskiftið frættist, at fyritøkan Delphi, sum
ger eykalutir til bilar, og sum er tann størsta av sínum
slagi í USA, hevur so álvarssamar trupulleikar, at hon
hevur søkt um verju ímóti teimum, sum eiga pengar til
góðar hjá fyritøkuni. Leiðslan hevur gjørt eitt uppskot,
sum skal loysa trupulleikarnar. Tað ber millum annað í
sær, at starvsfólkið skal missa tveir triðingar av lønini,
men tað vilja fakfeløgini ikki hoyra talan um.
Fer Delphi á húsagang, fær tað álvarssamar avleið-
ingar fyri General Motors. GM átti Delphi fyrr og yvir-
tekur skuldina hjá gamla felagnum, fer tað av knóran-
um. Tað kann bera í sær, at GM fær eina eyka skuld
upp á einar 65 milliardir krónur. Ein annar trupulleiki
er, at Delphi skyldar nógvar milliardir krónur, og at
hetta eru yvirhøvur pengar, sum fyritøkan hevur lænt
frá General Motors og Ford. Fer Delphi á húsagang, fáa
tær báðar stóru verksmiðjurnar ikki pengarnar aftur.
Nýggjur bankastjóri
Fyri einum mánað síðani bleiv stjórin í svenska Ríkis-
bankanum valdur í tann evropeiska grannskoðara-
rættin, og tí skuldi bankin hava nýggjan stjóra. Hann er
nú valdur og eitur Stefan Ingves.
Tann 52 ára gamli Stefan Ingves er væl kendur í
fíggjarheiminum, tí eitt skifti var hann stjóri í Altjóða
Gjaldoyragrunninum, IMF. Frammanundan var hann
varastjóri í Ríkisbankanum.
Jødar eftir Madonnu
Jødiskir rabbinarar eru í øðini inn á ta heimskendu song-
kvinnuna Madonnu, tí hon hevur gjørt ein sang um ein
deyðan rabbinara. Teir vilja vera við, at tað er guðs-
spottan, og at songkvinnan verður revsað fyri gerð sína.
Madonna hevur skrivað sangin til heiðurs fyri rabb-
inaran Yitzhak Luria, hvørs hugsjónir eru grundarlagið
undir jødisku sektini Kabbalah. Madonna og maður
hennara, Guy Ritchie, hava tikið við læruni hjá Kab-
balah-sektini, men rabinararnir siga, at tað gevur henni
ikki rætt til at brúka navnið hjá Yitzhak Luria. Teir vísa
eisini á, at eftir jødiskari lóg er tað bannað at brúka
navnið á einum halgum manni til fíggjarligan vinning.
- Gerð hennara kann ikki góðtakast, men eg kann
ikki annað enn biðja fyri henni, tí hon verður revsað í
himmalinum, sigur rabbinarin Rafael Cohen við eitt
ísraelskt blað.