hósdagur 13. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 195 - 13. oktober 2005
Avtalan millum oljufeløgini BP, Shell og Anadarko og før-
oyskar oljumyndugleikar um at flyta brunnar frá einum
parti av landgrunninum og longur inn á landgrunnin er
einki minni enn ein nýggj byrjan í oljuleiting við Føroyar.
Vit minnast øll, hvussu gekst við teimum fyrstu fýra
brunnunum. Hesir prógvaðu eina virkna kolvetnisskipan
men so heldur ikki meira. Oljufeløgini mettu tí, at lítið og
einki var at fara eftir í sokallaða "Gullhorninum" og hava
tí í eina tíð arbeitt við eini ætlan at flyta restandi fýra
brunnarnar longur inn á landgrunnin, har møgulig oljuløg
eru fjald av tjúkkum basaltfláum. Av tí at tað er meira
kostnaðarmikið at bora inni á basaltinum, og váðin tí
eisini verður størri, hevur verið tingast um at leggja teir
fýra brunnarnar saman til tveir.
Nú er so komið undir land við tí fyrstu verkætlanini og
avgjørt er at flyta teir báðar brunnarnar, sum BP og Shell
hava bundið seg til at bora frá einum seks ára loyvi og inn
á eitt níggju ára loyvi, sum oljufelagið Anadarko stendur
fyri. Alternativið til hesa ætlanini hevði møguliga verið
als ikki at bora írestandi brunnarnar men heldur goldið
landskassanum pengarnar fyri tað, sum hesir brunnar
høvdu kostað. Tvs. einar 300 til 400 mill. kr. Tað hevði
sjálvandi komið væl við hjá landskassanum, men tað
hevði so ikki gagnað leitingini. Við nýggju avtaluni um at
bora ein brunn í 2007 verður so hildið fram við olju-
leitingini og hol verður sett á eitt heilt nýtt og ókent øki á
Føroyaleiðini.
Slík avtala er avgjørt eitt stig rætta vegin. Tað er ein sigur
fyri Føroyar, fyri oljufeløgini og fyri oljuleitingina. Tað
heldur gongd í ella rættari, tað setir ferð á hesa leiting og
kann koma at fáa stóran týdning fyri komandi leitivirk-
semi á øllum landgrunninum í næstu framtíð. Roynd
verður nýggj arbeiðsmodell, borað verður gjøgnum bas-
alt á fyrstan sinni og ljóskastarin verður settur á eitt nýtt
øki á landgrunninum. At hetta eisini liggur nærri landi er
eisini áhugavert. Eisini er tað skilagott, at tú við slíkari
ætlan fær fleiri oljufeløg at samstarva um at bora.
Í kjalarvørrinum á hesi ætlan verður so eftir øllum at døma
gjørd líknandi avtala um ikki so langa tíð, har tveir aðrir
brunnar, sum vórðu ætlaðir at bora í Gullhorninum, nú
verða fluttir og lagdir saman aðrastaðni inni á landgrunn-
inum. Og aftur her er talan um basaltøki. Har verða tað ikki
minni enn 8 feløg við í verkætlanini við Statoil á odda.
Hesin brunnurin verður eftir øllum at døma longu boraður
í 2006. Bæði oljufeløg og føroyskir oljumyndugleikar eiga
rós uppiborið fyri, at tað hevur eydnast at seta út í kortið av
nýggjum og at fáa sett av tveir brunnar inni á landgrunnin-
um, har eingin hevur borað áður. Hesir kunnu vera lykilin
til eina nýggja tíð og kunnu koma at geva okkum svarið
uppá, hvat veruliga goymir seg undir basaltinum. Tað kann
so aftur vera ein katalysator fyri nógv annað leitivirksemi á
Føroyaleiðini. Men miseydnast hesar báðar verkætlaninar
kann tað eisini gera, at oljuleiting við Føroyar fær ein ordi-
ligan frammaná, soleiðis at áhugin hjá umrøddu 10 olju-
feløgum og øðrum við minkar ella verður eingin. Men tann,
sum einki váðar, einki vinnur.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein nýggj byrjan
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Søgan og fullveldisríki
Jógvan Sundstein
Formaður Sambandsflokks-
ins hevur skrivað grein, sum
hann nevnir: »Fullveldisríki
fara í søguna«. Eg skilji
greinina sum eitt slag av
niðurstøðu
frá
hansara
(Sambandsflokksins) síðu
um, at vit føroyingar ikki
skulu stríðast fyri fullveldi,
men heldur tvørturímóti
geva okkum undir aðrar fel-
agsskapir. Helst skal tað
skiljast soleiðis, at annar
felagsskapurin, vit skulu
viðurkenna er at verða part-
ur av danska ríkinum, og hin
er at vera partur av Europe-
iska
samveldinum.
So
sleppa vit undan at hava
ábyrgdina av einum før-
oyskum fullveldisríki, og
tað skuldi eftir uppfatan
sambandsformannsins ikki
gjørt nakað, tí veruleikin í
dag er, at einki fullveldisríki
er til.
Men er veruleikin so ein-
faldur? Hyggja vit rundan
um okkum í heiminum í
dag eru um leið 200 lond,
sum eftir vanligari uppfatan
vera nevnd fullveldi. Tað
vil siga, at tey eru politiskt
sjálvstøðug og ráða sær
sjálvum, hava suverinitet
yvir egnum landaøki, og
telja
javnbjóðis
øðrum
sjálvstøðugum londum í al-
heims samanhangi. Har-
umframt finnast onnur lond
og aðrar tjóðir, sum av
ymiskum orsøkum ikki
lúka hesar treytir. Í fleiri
slíkum førum stríðast hesi
fyri fullveldi og vóna at fáa
tað sum frá líðir.
Kaj
Leo
Johannesen
roynir at føra ymisk prógv
fyri, at einki land longur
hevur fullveldi. Hann tekur
sum dømi:
1. Gamla Sovjetsamveldi
og tað, at hetta landi
syndraðist
2. USA, álopið 11. sep-
tember 2001 og gerð av
missilskjøldri
3. Ísland og Noreg, sum
umseta ES lógir og taka
tær til sín
1. Eftir míni uppfatan er
Sovjetsamveldi eitt tað
besta dømi um, at tað er
hættisligt at kúga full-
veldisstrembanina. Hetta
samveldi legði við makt
fleiri lond undir seg og
samveldi helt í stívliga 70
ár. So syndraðist tað og
vit fingu í byrjanini av
nítiárunum fleiri nýggj
fullveldi. Tað er ymiskt,
sum tað gongur hjá hesum
londum, og vit síggja
fleiri rembingar, men í
øllum førum var kúganin
ikki haldbar í longdini.
Enn er kortini ikki komi á
mál. Rusland hevur fram-
vegis stórar trupulleikar
við til dømis Tjetjenia og
helst aðrar tjóðir eisini.
Hetta vísir bara, hvussu
stóran týdning fullveldi
hevur framum at vera í
einum óynsktum felags-
skapi.
2. At fara at ivast í veru-
leikanum av einum virk-
andi fullveldi hjá USA
haldi eg ikki nýtist at
argumentera ímóti. Hetta
stóra landi stríddi fyri at
útvega sær fullveldi og
fekk tað í 1776 og hevur
fyri stóran part verið fyri-
dømi fyri frælsar stjórnar-
skipanir
aðrastaðni
í
heiminum. Landið stend-
ur í dag sum fremsti verj-
ari av demokratiska fræls-
inum, sjálvt um mótstøð-
an er stór, eisini frá
summum, sum áttu at vita
betur.
3. Ísland og Noreg. Hesi
bæði londini hava bert
eina søgu uppá 60 og 100
ár við fullkomnum full-
veldi. Tað er helst ein
partur av frágreiðingini
um, hví tey ikki (enn) eru
partur av ES. Tey hava
ikki heilt gloymt, hvussu
tað var fyrr, tá onnur lond
tóku
avgerðir
teirra
vegna. At tey royna at
samarbeiða við bæði ES
og onnur lond í heiminum
vísir bert, hvussu vælvirk-
andi teirra fullveldi og
stýrisformur annars er.
Kaj Leo Johannesen og
Sambandsflokkurin stríðast
fyri, at innlima Føroyar í
danska ríkið, og at Føroyar
skulu gerast partur av ES.
Tað er sjálvandi teirra
demokratiski rættur. Men at
nýta argumentatiónina við,
at eingi fullveldi og eingir
nationalstatir eru til longur
gongur ikki. Tvørturímóti
eru fullveldi og national-
staturin fortreytin fyri, at
samarbeiðið millum lond
kann virka. Tí kann eitt før-
oyskt samarbeiði svarandi
til limaskap í ES bert virka,
um vit gerast sjálvstøðugt
land, tað vil siga fáa full-
veldi við viðurkenning frá
øðrum londum. Øll lima-
londini í ES eru sjálvstøð-
ug, ja sjálvt Svend Auken
vil hava donsku grund-
lógina broytta, soleiðis, at
týðuliga kemur at standa, at
Danmark er sjálvstøðugt og
demokratiskt.
Men ikki fyrrenn land
hevur fullt sjálvstýri kann
avgerð takast um treytir
viðvíkjandi felagsskapum
og samarbeiði. Tað er ein
stórur munur á hjá einum
fólki og landi at arbeiða seg
frá ósjálvstøðu til sjálv-
støðu og frælsi, og at ar-
beiða við sjálvstøðuni sum
grundarlag til eitt for-
pliktandi samarbeiði til
frama fyri allar samar-
beiðspartar.
At enda skal eg bert vísa
á viðvíkjandi ES, at hesin
felagsskapur sær út til at
hava komið seg í stórar
trupulleikar. Eitt er, at
skrivstovuveldi er vorðið
ovurhonds belastandi fyri
limalondini. Annað er, at
júst ov nógv frásigan av
suveriniteti ger, at fólkið í
fleiri londum ikki rættiliga
er við longur. Tað sást á
fólkaatkvøðunum í Frak-
landi og Hollandi. Upptøk-
an av Turkalandi gevur
nógvar trupulleikar, og í
heila tikið víðkingin av fel-
agsskapinum við nógvum
nýggjum limalondum og
ymiskum fólkasløgum við
heilt ymiskum fortreytum
ger, at stórur vandi er fyri,
at felagsskapurin fer at
syndrast aftur. Tað skal ikki
undra meg, um ES um eini
20-30 ár dettur sundur líka
sum Sovjetsamveldi gjørdi
fyri 15 árum síðani.