hósdagur 13. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 13. oktober 2005
11
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur í Havn
Ben Arabo (BA) setir í
lesarabrævi um vikuskiftið
spurning við litfaldaran um
eina grønari Tórshavnar
kommunu. Tað, ið BA sipar
til, er avgerðin um at broyta
verandi byggisamtykt fram
við Oyrareingjalandinum,
sum varð tikin á býráðs-
fundi seinasta hóskvøld. Á
sama býráðsfundi varð eis-
ini eitt annað mál samtykt,
ið, eftir mínum tykki, ikki er
við til at skapa "eina meira
náttúru- og umhvørvisvin-
arligari Tórshavnar komm-
unu". Avgerðin, eg her sipi
til, er samtyktin um at loyva
skjótiítróttini innaftur á hitt
náttúruvakra og fuglaríka
lendið í Sandvíkum norðan-
fyri Hvítanes.
Men fyrst til ætlaðu
havnaútbyggingina fram við
Oyrareingjalandinum. Tíð-
um er tað soleiðis, at eitt stig
tekur eitt annað við sær, og
soleiðis hevur eisini verið í
hesum máli. Tá farið varð
undir at gera undirsjóvar-
tunnilin um Vestmannasund,
avgjørdi
Kollafjarðar
kommuna at taka ímóti
tunnilstilfarinum, og varð
tað fylt upp út fyri Oyra-
reingjum. Mær vitandi, varð
eingin ítøkilig ætlan framm-
anundan løgd um nakra
framtíðar
havnaútbyggin
har. Onkrastaðni skuldi til-
farið koyrast, og stutt var til
Oyrareingir. Síðani varð
Kollafjørður lagdur saman
við Havnini, og arbeitt varð
víðari uppá hesa, eftir mín-
um tykki, upprunaliga til-
vildarligu avgerð. Táverandi
havnanevnd fyriskipaði hes-
um, og hon læt m.a. gera eitt
uppskot um eitt risaprojekt,
ið mær tykir vera ein sonn
neyðtøka av Kollafirði.
Verður tann ætlanin nakran-
tíð tikin fram til realitets-
viðgerð, er avgjørt neyðugt,
at málið frá byrjan av fær
eina sera nágreiniliga og
fjølbroytta lýsing. Tí tann
ætlanin kann fáa eina al-
stóra ávirkan á flutnings-
vinnuviðurskiftini fyri alt
landið og má tí viðgerast í
landshøpi. Umframt tað, fer
hon at hava sera stóra ávirk-
an á bústaðar- og náttúru-
viðurskiftini í Kollafirði.
Men aftur til samtyktina í
býráðnum seinasta hós-
kvøld. Samtyktin, ið her
varð gjørd, fevnir einans
um at fáa til vega heimild-
argrundarlagið at kunna
gera verandi uppfylta øki
nýtiligt til havnavinnuvirk-
semi (javnast, asfalterast og
eina atløgubryggju), tí so-
leiðis sum økið liggur nú,
kann tað hvørki brúkast til
eitt ella annað.
Sum BA fullvæl kennir
til, ið sjálvur er vaksin upp
saman við politikki frá
barnsbeini av, eru áskoðan-
irnar og áhugamálini so
ymisk í tí politiska lands-
lagnum, har tað tí javnan
gerst neyðugt við kom-
promiloysnum.
Verandi
samgonguskjal fyri Tórs-
havnar býráð er heldur einki
undantak. Har varð m.a. felt
á blað, at uppfylta økið fram
við Oyrareingjalandinum
skal skipast til havnalag. Tó
at mær persónliga hevði
dámað best, at grótfyllingin
varð tikin heilt burtur, og
tilfarið nýtt á betri stað, so
var eg tó ein teirra, ið at-
kvøddi fyri áðurnevndu
býráðssamtykt seinasta hós-
kvøld; til tess at standa við
gjørdar avtalur. Sjálv var eg
ein av høvuðsstigtakarunum
til, at borgarafundur varð
hildin í Kollafirði í mars
mánað. Við teirri jaligu
móttøku,
ið
"Oyra-
reingjarætlanin"
fekk
á
nevnda borgarafundi, og frá
"Kollafjarðarnevndini"
í
summar, var ætlanin rímilig.
Lat tað vera sligið fast
bæði væl og virðiliga, at
býráðssamtyktin hóskvøld-
ið bert fevnir um at gera
broyting í verandi byggi-
samtykt, soleiðis at heimild
fæst at skipa tað verandi
uppfylta lendið á Oyra-
reingjum. Við hesi sam-
tyktini er á ongan hátt tikin
støða til eina møguliga
nýggja stórhavn í Kolla-
firði. Tað verður ikki við
mín góða vilja, at ein ætlan,
sum á sinni byrjaði við eini
bráðskundisavgerð í Kolla-
fjarðar kommunu, so líð-
andi gerst til eina stórhavn,
uttan at málið fyrst fær eina
fullfíggjaða byggiskipanar-
liga málsviðgerð.
Síðani til náttúruperluna í
Sandvíkum. Hesin einast-
andandi frílendismøguleik-
in varð tíverri ofraður á bý-
ráðsfundinum seinasta hós-
kvøld, tá avgjørt varð at lata
skjótiítróttina sleppa inn á
økið aftur. Lendið í Sand-
víkum er ein alt ov virðis-
mikil náttúru- og frílendis-
blettur, til at ein ávísur
felagsskapur skal kunna
leggja seg á tað. Ikki minst
tær staðiligu áheitanirnar frá
fuglafrøðini um at eira
lendið, eigur at fáa býráðið
at finna skjótiítróttini annað
og betur egnað stað at vera
á. Leirdúgvuskjótingin hev-
ur tíverri munandi neilig
árin á náttúruna, m.a. bæði
við óljóði og ruski. Í summ-
ar hava skúlaungdómar hjá
kommununi ruddað økið í
Sandvíkum, og upptøkan
eftir fyrrverandi skjótivirk-
semið var ikki tespilig, upp í
billess av leirdúgvurestum,
patrónum v.m.
Í Sandvíkum er fjøruslætt
og eisini reint (eingin kloakk
í nánd), og eru slík pláss ikki
so mong longur nærindis
Havnini. Har er talan um
lendi
við
hópin
av
nýtslumøguleikum
sum
vælegnað frílendi hjá einum
breiðum skara av borgarum,
t.d. er tað eitt paradís hjá
børnum at sleppa at spæla í
eini fjøru við fjøruhyljum,
har til ber (ella bar) at fanga
bæði állar og kombikk,
umframt at sjósíl eru (vóru)
útfyri. Har er eisini tann
gamla várgongu rættin hjá
hoyvískingum, sum í dag er
eitt fornminni í sjálvum sær.
Í Sandvíkum er veðurgott og
eitt ríkt og sermerkt fuglalív.
Fyrr var vanligt hjá havnar-
fólki og fleiri at gera útferðir
inn í Sandvíkar um summ-
arið, og hóast landsvegurin
hevur oyðilagt nakað av frið-
sæluni, hevði verið laga-
manni at lagt tað soleiðis til
rættis, at eitt nú dagstovnar-
nir høvdu høvið at vitja
hagar. Tað hevði borið til at
sett wc-/skiftirúm upp til
teirra og at bygt onkur ból,
so tey høvdu eitt stað at eti
matpakkarnar. Eisini kundi
økið verið vælegnaður tjald-
ingarstaður í ávísan mun.
Jú, víst er niðurfelda
málið hjá sitandi býráðs-
samgongu m.a. at skapa ein
størri trivnað ímillum borg-
ararnar og harvið eina
hægri lívsgóðsku fyri ein-
staklingin, og somuleiðis at
skapa eina náttúru- og um-
hvørvisvinarligari
Tórs-
havnar kommunu. Men
eyðsæð er, at tað skal tíð til,
og áskoðanir skulu mýkj-
ast, áðrenn loysnarorðið
um nýggja kós og nýggjan
hugburð vinnur frama.
Livst so spyrt.
VIÐMERKINGAR
"Eina náttúru- og umhvørvisvinarligari
Tórshavnar kommunu"
Heri Mohr
Tað er kunngjørt Føroya
fólki, at tann almenni stovn-
urin Bileftirlit Føroya hevur
broytt navn til Akstovan. Vit
hava eisini fingið at vita, at
landsstýrismaðurin
við
vinnumálum svav fleiri
nætur "uppá uppskotið", og
at hann so líðandi hevur
vant seg við navnið.
Hóast allir landsstýris-
menninir hava tikið undir
við navnabroytingini, eru
tað óivað onnur, ið halda, at
tað upprunaliga navnið,
Bileftirlit Føroya, er meira
sigandi, meira relevant til
tað, ið hesin almenni stovn-
ur stendur fyri. Í føroysku
orðabókini 1998 er tilskil-
að, at orðið ak "er eitt ið
kemur darlandi aftaná".
Vit hava tríggjar stovnar
við eftirlitsfunktiónum: Ar-
beiðseftirlitið, Skipaeftir-
litið og Bileftirlitið. Her er
eingin ivi, øll vita, hvat hes-
ir stóvnar standa fyri. Hóast
Bileftirlitið við 45 árum á
baki hevur økt munandi um
síni arbeiðsøki, serliga tey
seinastu árini, so hevur øll
hendan øking relatión til
motorakfør, og nógv tann
størsti parturin av tí økta
arbeiðinum
stendst
av
bilunum: Vektgjald (incl.
sýn), koyrikort v.m.
So hetta átti ikki at givið
orsøk til navnabroyting ?
Hóast bæði Landsbankin
og Toll-og Skattstovan eru
kvistar skornir av Føroya
Gjaldstovu, sum nú fram
um alt annað er roknskap-
arstova landskassans, so er
navnið óskalað.
Aftur
til
Akstovuna.
Navnabroytingin gevur or-
søk til fylgjandi spurningar:
- Við hvørjari grund-
geving skuldi Bileftirlit
Føroya hava nýtt navn ?
- Við hvørjari grundgev-
ing skuldi Bileftirlit Føroya
hava nýtt búmerki ?
- Hví varð nýtt navn til
bileftirlitið ikki boðið al-
ment út ?
Hví varð nýtt búmerkið
til bileftirlitið ikki boðið al-
ment út ?
Akstovan
Vagnur Michelsen
3. februar 1962 komu átta
sjúklingar av Sanatoriinum
í Hoydølum oman í ta
nýggju barakkina, sum var
uppsett fram við Hospitals-
vegnum. Hoydalar skuldu
ikki longur hýsa sjúkling-
um men studentaskúla-
næmingum og næmingum í
framhaldsdeild.
Skúla-
næmingarnir fluttu inn í
gomlu bygningarnar í Hoy-
dølum og nýggjur skúla-
bygningur skuldi byggjast.
Fleiri havnarfólk vóru
ikki fegin um myrku, dapru
og ljótu barakkina fram við
Hospitalsvegnum, sum í
norðara enda gjørdist nýggj
tuberkladeild og í sunnara
enda uppihaldsdeild hjá
eldri fólki, sum ikki vóru
nóg birg at fara heim eftir
uppihald á sjúkrahúsinum.
Eldri maður segði mær
herfyri, at kendur býráðs-
limur í Havn, sum nú liggur
undir grønu torvu, segði
honum, at svarta barakkin
bara var fyribilsloysn. Tí tá
útbyggingin
av
Lands-
sjúkrahúsinum var liðug,
skuldi barakkin takast nið-
uraftur. Vit skriva nú okto-
ber 2005, og myrka, dapra
og ljóta barakkin stendur
har framvegis.
Kemur tú fram við uppi-
haldsdeildini sært tú høvd-
ini í eldri fólki innanfyri.
Og tá sveima tankarnir.
Er tað veruliga so galið í
Føroyum, at vit í 2005
bjóða borgarum slíkar um-
støður? Sambært akfars-
teljing 1. september 2003
koyrdu 8500 akfør framvið
vindeygunum hjá teimum
gomlu, 3750 annan vegin
og 4750 hinvegin.
Góðan summardag er
nógvur bilosur har á leið-
ini, tí upphaldsdeildin er
lægsta punkt, og í hesum
regndøgum sprutta akførini
upp á bygning og vind-
eygu. Tí er tað ikki rein
luft, tey gomlu anda í seg,
um vindeyguni standa á
gloppi. Á skitnu gongu-
breytini sæst mangan fólk í
hvítum kitlum.
Nú ætlar landsstýrismað-
urin í almannamálum at
selja íbúðarbygningarnar,
sum hoyra til Landssjúkra-
húsið. Mín áheitan til lands-
stýrismannin er: "Javnið
upphaldsdeildina við jørð-
ina skjótast tilber og brúkið
part av søluni av íbúðar-
bygningunum at byggja
mannsømiliga
upphalds-
deild har á leiðini, tí grund-
økið er tøkt bæði niðan fyri
Landssjúkrahúsið og oman
fyri Landssjúkrahúsið.
Landssjúkrahúsið og
fígging
Eg havi ongantíð skilt, at
Landssjúkrahúsið ferð eftir
ferð kemur í fíggjarligar
trupulleikar. Sjálvandi kost-
ar tað meira pening at reka
eitt sjúkrahús, sum júst hev-
ur fingið nýtíðarbygning,
harvið fleiri møguleikar og
skal fylgja við tíðini.
Tað er heilt burturvið, at
sjúkrahúsið noyðist at lata
aftur barnadeild i vikuskift-
unum, steingja aðrar deildir
í tíðarbilum, spara upp-
venjingarmøguleikar hjá
fólki, og ikki at gloyma,
framvegis
at
varðveita
myrku, dapru og ljótu bar-
akkina, sum minnir ein um
arbeiðsbarakkirnar á sinni í
Mjørkadali ella um fanga-
barakkirnar á Balkan fyrst í
nítiárunum
ella
undir
seinna heimsbaradaga.
Og hvat so, um Lands-
sjúkrahúsið
fær
játtað
nakrar milliónir aftrat?
Í hesum døgum verður
seinasta hond løgd á fíggj-
arlógina fyri 2006. Løg-
tingið hevur uttan mótmæli
játtað sær sjálvum tjúgu
milliónir til framhaldandi
umvæling av løgtingshús-
inum og fimm milliónir til
løgmanssæti í Hoyvík o.a.
Er talan um Landssjúkra-
húsið, sum vit øll í mun til
partapolitik ella átrúnað
skulu brúka, so eru fjøl-
miðlarnir skjótir við peiki-
fingrinum, men ikki eitt
orð um tíggjutalsmilliónir
til óneyðugar íløgur í løg-
tingshúsið og løgmanssæt-
ið. Hetta hongur bara ikki
saman.
Tað mátti verið stoltleiki
hjá eini tjóð, sum ætlar at
vera millum fremstu tjóðir í
2015, at havt vælvirkandi
Landssjúkrahús. Men hetta
kostar pening.
Var sum smádrongur til
staðar 19. juni 1962, tá ið
Petur Mohr Dam løgmaður,
Pauli Dahl yvirlækni og
Lars P. Jensen danskur inn-
anríkisráðharri løgdu hvør
sín grundarstein til nýggja
Landssjúkrahúsið. Tá var
longu myrka, dapra og ljóta
barakkin longu tikin í nýtslu
sum fyribilsloysn, meðan
byggingin av Landssjúkra-
húsinum fór fram. Barakkin
stendur har enn.
Javnið uppihalds-
deildina við jørðina