hósdagur 13. oktober 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TB koppar øllum á
Av misgávum vendi
Fair-Play flaggið hjá
FIFA á høvdinum, tá
TB við javnleiki móti
NSÍ fór undir
bjargingarroynd sína.
Og nú tykist hetta
bera eydnu við sær
PÁTRÚGV
Jákup Mørk
Tá TB tann 28,. august tók
ímóti NSÍ, megnaðu teir í
seinastu løtu at javna til 4-
4, og á sín hátt var hetta eis-
ini byrjanin til bjargingar-
royndina, sum liðið nú av
álvara er komið ígongd við.
Tað vóru kanska ikki so
nógv, sum løgdu tað til
merkis, men ein partur av
frágreiðingini til hetta var
kanska eitt mistak frá
flaggvørðinum, sum av
misgávum hevði koppað
gula Fair-Play flagginum á
høvdið.
Onkur helt skemtandi til,
at hetta kanska hevði borið
nakað av hepni við sær, og
á tann hátt skundað undir
útjavningina, men meira
enn tað sama varð ikki lagt
í hetta at byrja við.
Næsta
heimadystin
-
móti B36 - vendi flaggið
aftur rætta vegin, men tá
skarst illa. Bæði so og so.
TB tapti dystin 2-1, og ikki
minst tók alt rokið móti
dystarenda fast hjá bæði
felagi og spælarum.
Tá GÍ so kom á vitjan
tann 25. september, stóð
einki til hjá TB. Somikið
illa, at hetta í veruleikanum
var ein alt ella einki dystur,
og tí hevði liðið tørv á
øllum hugsandi stuðuli.
Sum skilst, so vóru rødd-
ir frammi um, at tað kanska
eisini var vert at koppa
leikum fagurt flagginum í
høvdið, og skal metast eftir
úrslitinum, so var hetta
eisini ein heppin avgerð.
TB vann í øllum førum
dystin 3-1, og tá teir í næsta
dystinum vunnu 1-0 á
Skála, mundi seinasti ivin
vera beindur burtur. Mis-
takið við gula flagginum
hevði hepni við sær, og so
er spurningurin, hvussu tað
verður, tá VB kemur á
vitjan sunnudagin.
Tá skal TB so triða um-
farið á rað spæla heima-
dyst, og tann dysturin verð-
ur kanska júst tann, sum
ger av, hvat lið noyðist
tungu gongdina niður í
aðru deild komandi kappin-
garár.
Um tað so enn einaferð
verður gjørd ein roynd at
koppa øllum á høvdinum,
fingu vit tó ikki staðfest, tá
vit royndu at tosa við
umboð fyri TB. Snøgt sagt,
so var eingin, sum tóktist
kenna nakað til málið…
Vit skulu tó leggja aftur-
at, at hóast flaggið vendi á
høvdinum, so var eingin
trupulleiki í fair-play and-
anum, til dystirnar móti
NSÍ, GÍ og Skála.
Á Tvøroyri hava tey í
seinastu dystunum roynt at
koppa øllum á. Eisini gula
leikum fagurt flagginum. Og
higartil hevur royndin
eydnast heilt væl
B36 er eitt av felagnum,
sum í ár hevur havt góða
úrtøku í yngru deildunum.
Serstakliga
hevur
tað
gingið væl hjá dreingja-
liðnum, sum við einum
sigri á NSÍ í næst seinasta
umfarinum tryggjaði sær
næsta gullið á árinum. Fyrr
í ár vunnu teir nevnliga
eisini steypakappingina, og
tí vórðu serstakar troyggjur
gjørdar
undan
seinasta
dystinum.
Tann dysturin var ímóti
VB, og við einum 4-1 sigri
kundu dreingirnir soleiðis
staðfesta, at teir høvdu
besta liðið í deildini í ár.
-mørk
Í deildini, gentur 10-12
hevur HB í ár tryggjað sær
føroyameistaraheitið. Áðr-
enn
seinna
FM-finalu-
umfarið lógu HB-genturnar
nr. 2, tá tað ikki hevði ging-
ið heilt eftir vild í fyrra um-
farinum á Eiði vikuna fyri.
Í seinna umfarinum var tó
eingin slingur í valsinum á
niðari vølli í Gundadali, og
genturnar vunnu trygt sínar
tríggjar dystir: 1-0 móti
B36, 8-0 móti EB/Streymi
og seinast 1-0 móti KÍ.
Seinasta dystin tørvaði
teimum bert javnleik móti
KÍ men vunnu allíkavæl 1-
0 sum rættir føroyameist-
arar. Genturnar hava ongan
dyst tapt í ár yvirhøvur.
Greipuvinnarar
hjá dreingjum
Greipuvinnararnir í dreingjadeildini eru her avmyndaðir eftir seinasta dystin. Standandi frá vinstru eru tað Bjarni Arnason,
venjari, Kristian Mohr Heen, Torvald Abrahamsen, Julian Jónsson, Sjúrður Thomassen, Sigurð Carlsson, Rasmus Nielsen, Jan
Olsen og Allan Dybczak, høvuðsvenjari. Húkandi frá vinstru eru tað Janus Mortensen, Brandur M. Nolsøe, Høgni Eysturoy,
Johan Ellingsgaard, Jóan Pauli Jacobsen, Kristian í Garði, Johannes Martin Johannesen, Uni Johannesen, Rúnar í Lon og
Magnus í Króki
HB vann
gentur 10-12
Gentur 10-12 føroyameistarar 2005. Standandi frá vinstru eru
Katrin Clementsen (venjari), Birita Mortansdóttir, Lisa
Helmsdal, Amanda K. Olsen, Hilan W. Jensen, Jenny Krage-
steen, Lilian Hellisdal (venjari), Anita Olsen (venjari). Húk-
andi eru Sára Eysturoy, Annika L. Mortensen, Rebekka
Jakobsen, Bjarta O. Johansen, Guðrið Eystberg, Dagmar
Johannesen
Nr. 195 • hósdagur • 13. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo