hósdagur 13. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Edit Joensen, Klaksvík,
andaðist á Norðoya Røkt-
arheimi týsdagin 11. ok-
tober, 68 ára gomul. Jarð-
arferðin verður kunn-
gjørd seinni.
Dania Luid, ættað úr
Hovi og búsitandi í
Havn, andaðist á Lágar-
garði 10. oktober, 80 ára
gomul. Jarðarferðin verð-
ur kunngjørd seinni.
Lena
Johannesen,
Oyndarfjørður, andað-
ist í heiminum 10. oktob-
er, 82 ára gomul. Jarðar-
ferðin verður úr Oynda-
fjarðar kirkju fríggja-
dagin klokkan 13. Sungið
verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Lenu kunnu lata Oynda-
fjarðar kirkju eina gávu.
Elsebeth Arge av Argj-
um vanliga nevnd Ebba,
andaðist mánadagin, 94
ára gomul. Jarðarferðin
var úr Argja kirkju hós-
dagin klokkan 13.
Poul Hammer úr Hovi
andaðist á Landssjúkra-
húsinum mánadagin 10.
oktober, 66 ára gamal.
Bønarhald
verður
í
kapellinum hósdagin 13.
oktober klokkan 17. Jarð-
arferðin verður úr Hovs
kirkju fríggjadagin 14.
oktober klokkan 13. Tey,
ið ynskja at senda blómur
ella krans, kunnu í staðin
lata eina peningagávu til
Missiónshúsið í Hovi.
Jógvan Julius Joensen,
ættaður úr Fuglafirði,
búsitandi í Gilleleje,
andaðist sunnudagin, 95
ára gamal. Jarðarferðin
verður fríggjadagin kl. 13
úr kirkjuni Bygade 26,
Søborg, 3250 Gilleleje.
Andlát og jarðarferðir
Týsdagin 11. oktober
fylti Rúna Sivertsen
50 ár. Dagurin varð
hildin á Klaksvíkar
Sjómansheimi, har
væl yvir hundrað
gestir úr øllum
heraðshornum vóru
komin at ynskja
tillukku
FØÐINGARDAGUR
Rúna Sivertsen má sigast at
vera ein dáma við nógvum
jørnum í eldinum. Og
óvanliga fjølbroytti skarin,
sum var komin at ynskja
henni tillukku við 50 ára
føðingardegnum, var besta
prógv um, hvussu ymisk
áhugamálini hjá Rúnu eru.
Sangarar úr Betestakórin-
um settu sín vakra dám á
sangin, meðan Mentamála-
ráðharrin og systkinabarnið
hjá Rúnu, Jógvan á Lakj-
uni, spældi undir. Millum
vinir og familju vóru eisini
fleiri aðrir politikarar at
síggja, umframt limir í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
og ikki so fá úr blaðheim-
inum, har Rúna hevur havt
sín penn við í leikinum
seinastu árini.
Ein av teimum, sum nýtti
høvið at siga nøkur orð, var
rithøvundurin og blaðmað-
urin Justinus Eidesgaard.
Rúna hevur onkuntíð givið
Justinus "skyldina" fyri, at
hon av álvara fór uppí blað-
arbeiði, tí tað var hann, sum
tók telefonina, tá Rúna
fyrstu
ferð
ringdi
til
Sosialin fyri at vita, um
brúk var fyri freelancefólki.
- Justinus var mín fyrsti
tíðindaleiðari og hevur
mangan verið góður í ráð-
um. Men tað skal sigast, at
øll á Sosialinum fingu meg
at kenna meg so væl í blað-
umhvørvinum, at eg fekk
hug at halda fram, sigur
Rúna, sum tískil er farin í
holt við at útbúgva seg til
journalist.
Rúna var sera glað og ov-
farin av, at so nógv høvdu
sett eina løtu av hetta týs-
kvøldið, tí sum hon sigur
- 50 ár er jú ikki ein so
serliga stórur føðingar-
dagur, og fólk hava so nógv
annað at brúka tíðina til.
Men eg valdi at halda dag-
in, tí eg helt hvørki 40 ára
føðingardag ella silvur-
brúdleyp. So tað fjálgaði
veruliga at síggja so nógv
av mínum vinum, familju,
starvsfeløgum, ja tey øll
hesa løtuna.
- ave -
Rúna millum vinir
Mentamálaráðharrin og systkinabarnið hjá Rúnu var eisini komin í føðingardag og spældi sum
vera man undir til nógvu sangirnar
10 ára gamla dóttir Rúnu,
Birgit, sang føðingardagssang
fyri mammu síni saman við
vinkonunum Rakul og
Victoriu
Fyrsti tíðindaleiðarin hjá
Rúnu, ritøvundurin og
blaðmaðurin Justinus
Eidesgaard, var eisini komin
at ynskja tillukku við
teimum 50 árunum
Nr. 195 - 13. oktober 2005
15