hósdagur 13. oktober 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 195 - 13. oktober 2005
Myndir av nýggja amt-
mansgarðinum og niðara
parti av Áarvegnum. Ar-
beiðið við at breiðka niðara
partin av Áarvegnum, frá
Laðabrekkuni og niðan á
Vaglið, og laðan av nýggja
amtmansgarðinum byrjaði í
1950 og var liðugt í 1951.
Tað var byggimeistarin
Vilhelm Tórsheim, sum
stóð fyri arbeiðinum, og var
samlaði prísurin kr. 160.
tús.
Niðara myndin er tikin
1925 - frá Vaglinum og
omaneftir. Á myndini sæst
hvussu hesin parturin av
Áarvegnum sá út, áðrenn
lok var lagt á. Ovara mynd-
in, niðan móti Vaglinum, er
tikin í 1953, stutt eftir at
arbeiðið var liðugt gjørt.
Innsetta myndin er av
Vilhelm Tórsheim, byggi-
meistara (1881-1954).
Um onkur hevur okkurt
at viðmerkja í samband við
hesar myndirnar, eru hon
ella hann vælkomin at seta
seg í samband við Birgar
Johannessen á tel. 214647
ella 314647.
Niðara myndin: Forn-
minnissavnið
Tórshavnar alfrøði:
Niðari partur av Áarvegnum
Dagurin
13. oktober. Angelus. Fleiri halgimenni bera hetta
navn. Tað er latínskt og merkir eingil, tað er sendiboð.
80 ára føðingardagur
Í dag verður Eileen Richmond Hedensted, 80 ár.
60 ára føðingardagur
Í dag, 13. okt. fyllir Hildebjartur Antoniussen, 60 ár.
Vælkominin á gólvið fríggjakvøldið 14. oktober.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Eg vil hjartaliga takka tykkum, sum vitjaðu
meg á 65 ára degnum og tykkum sum
ringdu. Tøkk fyri gávur og takk tit, sum
gjørdu mær dagin so hugnaligan. Tøkk til
tykkum á Ellisheiminum í Runavík sum vitj-
aðu meg og Tordur, tøkk fyri vitjanina og
fyri gávuna frá tykkum á Ellis- og røktar-
heiminum í Runavík.
Hjartaliga takk til tykkum sum hjálptu.
Gud veri hjá tykkum øllum.
Takk, Guð, fyri alt sum hendi,
fyri gávur, tú oss ber,
fyri tíð, sum er at enda,
fyri stundina, sum er,
Takk Guð fyri ljósa várið
fyri myrka, kalda heyst,
fyri hvørt hitt gloymda tárið,
fyri hjartafrið og treyst.
Takk, Guð, fyri tað, eg læri,
fyri alt í duldum hekk,
fyri bøn og bønarsvarið,
fyri tað eg ikki fekk!
Takk, Guð, fyri gátur loyndu
fyri hjálp og troystar orð,
fyri náðina fullroyndu,
fyri sælu barnakor.
Takk, Guð fyri gleði tína,
fyri sól og himin blá,
fyri trongd á gøtu míni,
fyri sorg, tú legði á!
Takk, Guð, fyri royndartíðir,
fyri vón, ið trygg oss ger,
fyri ljós, tá náttin líður,
fyri trúgv, ið frelsu ber!
Takk for rósurnar á vegnum,
fyri tornur millum tær,
fyri lív við páskadegnum,
fyri Jesus fótafar!
Takk, Guð, fyri kross og krúnu,
fyri sigursæla stríð.
Fyri pláss við tína trónu,
takk, mín Guð, um alla tíð!
Heilsan
Samulina Jóhannessen