hósdagur 13. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jákup
Pauli
Gaard
Olsen er Føroya mest
rokkandi kokkur, um
dagin ger hann mat hjá
Jóhannes Andreassen,
um kvøldið á Merlot, og
av og á fær hann tíð
til at rópa, syngja og
brøla í rokkbólkinum
Hatespeech. Sum sang-
ari og frontmaður í
bólkinum, hevur hann
sterka útstráling og
nógva orku.
Sum kokkur elskar
hann góðar rávørur, og
veit hvønn týdning tær
hava fyri góða mat-
gerð. Hann gleðist um,
at ein delikatessu-
handil
endiliga
er
latin upp í Føroyum,
men
saknar
frískt
grønmeti, og minnist
aftur á tíðina í Keyp-
mannahavn, har grøn-
metishandlar
eru
á
hvørjari
gøtu.
Planet.fo hevur biðið
Jákup Paula um at velja
tær fimm bestu rávør-
urnar.
Fusionsmatur
Jákup Pauli lærdi til
kokk í Danmark. Fyrru
helvt av lærutíðini
lærdi hann á matstov-
uni Front Page á Sorte-
dams
Doseringini
á
Nørrebro. Hetta er ein
matstova og kafé, og tí
var nógv av matinum
kafématur. Matstovan
gjørdi fusionsmat við
fronskum mati bland-
aðum við asiatiskum
mati. Seinnu helvt av
lærutíðini
flutti
Jákup Pauli á Sletten
Kro í Sletten í Humle-
bæk.
Matstovurnar
høvdu sama eigara, og
her fekk Jákup Pauli
møguleika
at
royna
okkurt heilt annað.
Maturin var typiskur
danskur frokostur, og
um kvøldið var talanum
um franskt ala carte.
Familjuni dámdi
góðan mat
Jákup Pauli fortelur,
at hann altíð hevur
havt áhuga í mati.
Heima plagdi hann ofta
at gera mat. Omman var
sera gastronomisk, og
abbin var skipskokkur.
Í familjuni var altíð
nógvur spennandi mat-
ur: "Eg var ein skáps-
kokkur, og tá tað
gjørdist poppsmart at
vera kokkur, so fór eg
úr skápinum og lærdi
til kokk. Lívsstílurin
sum kokkur í Keyp-
mannahavn, var eisini
øgiliga
trendy
og
spennandi.
Man
var
altíð tætt knýttur at
náttarlívinum. Tá man
var liðugur at ar-
beiða, var man upp-
gearaður og tímdi ikki
í song", sigur Jákup
Pauli.
Hann heldur tað vera
torført at velja fimm
rávørir framum aðrar,
men roynir alíkavæl:
3
Koriander, fríkst
Koriander er mín yndis kryddurt.
Hetta er ein sovorðin
urt, sum summi elska
og summi hata. Summi
halda hana smakka av
sápu.
Koriander
er
vorðin tann mest selda
kryddurtin í Vestur
Evropa,
aftan
á
persillu.
Í
summum
londum sum t.d. Bret-
landi,
er
koriander
betur umtókt enn per-
silla. Koriander kann
brúkast í rættum, t.d.
curries, farsrættum, fiskarættum og við
skeljadjórum. Men man kann eisini hakka
koriander og stroya tað yvir eitt nú
teilendskar suppir, ella pannurættir. Eg
elski at kasta ein heilan bunka av
Koriander oman á ein rætt. Koriander
hevur ein øgiliga lekran smakk.
Lambskjøt
Av teimum vanligu
kjøt sløgunum er
Lambskjøt tað mær
dámar nógv best.
Lambskjøt hevur ein
nokkso
spesiellan
smakk, ein markantan
smakk.
Feitti
av
lambi er næstan líka
lekkurt og gandakent
sum smør. Eg hevði
ikki
kunna
funnið
uppá at stokt mær ein
búff av oksakjøti til
mín sjálvst, tí tað er
for keðiligt. Lamb er
nógv meira spennandi. Tað kann vera, at
orsøkin er tann, at eg eri úr Føroyum og eri
vaksin upp við lambskjøti. Tað besta, sum tú
kanst gera við lambskjøt, er at oyðileggja
tað. Ræst kjøt smakkar heilt fantastiskt.
Balsamico edikkur
Balsamico edikkur er mín yndis edikkur.
Hann er ikki so ógvusliga súrur sum aðrir
edikkar. Men hevur eina góða balansu í
millum súrt og søtt. Balsamico edikkur er
gjørdur av eini søtari ljósari drúu, ið
verður lagra. Fyri ein vanligan bíligan
Balsamico edikk, er talan um eini 4-5 ár,
men dýrari sløg finnast, ið eru lagraði
í upp til 40 ár. Balsamico edikkur
verður av summum sæddur sum krydd heldur
enn edikkur. Man kann brúka Balsamico
edikk á nógvar ymiskar mátar. T.d við
at stoyta á mat, men eisini til at
marinera í, eitt nú kjør ella fisk. Eitt sum riggar
forferdiliga væl er at marinera jarðber í Balsamico edikki.
Balsamico edikkur er fantastiska lekkur.
Smør
Tað er øgiliga nógv, sum er feitt við smør.
Hetta er ein av mínum yndis basisvørum. Smør
kann brúkast til forferdiliga nógv. Tað er
okkurt við smakkinum, hann er fyldigur og
væl avbalanseraður
millum
súrt
og
basu. Smør riggar
væl saman við for-
ferdiliga
nógvum
ymiskum. T.d. smør
og epli, hvat gong-
ur so væl hond í
hond sum tey? Eis-
ini smør og asparg-
es ella smør og
soppar. Smør er
forferdiliga lekkurt, men ov vanadannandi.
Í eitt tveyára tíðarskeið, brúkti eg slettis
ikki smør sjálvur, og kláraði meg uttan. Men
eg datt útí aftur, og tað er keðiligt, tí
smør er næstan ovast á listanum yvir ósunn
feittstoffir. Tað er fult av mettaðum
feittsýrum og kolosterol. Men smør er for
lekkurt
Smørstokt lambskjøt í balsamico
edikki, vi› chili og koriander
Føroya mest rokkandi
kokkur velur tær fimm
rávørurnar, ið honum dámar
best at fáast við og ger
síðan eina uppskrift úr teimum
Smørstokt lambskjøt í balsamico
edikki, vi› chili og koriander
Chili
Chili kemur í nógvum formum, alt eftir hvat man
skal brúka tað til fríkst chili, turkað chili,
súltaði jalapenos og chili pasta. Tað er øgiliga
lekkurt at fáa tí
heilt røttu mongdina
av chili, sum prikar
á akkurát nóg mikið.
Chili skal ikki yvir-
doyva hinar smakkir-
nar, tí tað eru teir
sum skapa nuansir,
men
skal
irritera
smakksansin nóg mikið
á rættan hátt. Tað er
øgilig ymiskt hvussu
væl fólk tola chili.
Eisini ber til, at
brúka chili til at
snýta við. Um tú ikki
fært
ein
rætt
at
rigga, so kann hann gerast sterkur ístaðin.
Ein leskiligur rættur
Jákup Pauli greiður frá,
at tað ber til at gera
eina rætt burtur úr hesum
fimm
rávørðunum.
"Tú
brúnkar
lambskjøtið
í
smøri, og letur tað brúsa
upp við Balsamico edikki.
Síðan hakkar tú chili og
koriander og drússar út-
yvir rættin. Hetta kann
serverast við nan-breyði
og rísi. Um man hevur hug
til at koyra okkurt annað
í rættin afturat hesum,
kann man bara gera tað,"
sigur Jákup Pauli.